hósdagur 10. november 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 130
14
BORGARSTJÓRAR
Samgongur í Tórshavnar býráð 1992-2016
Borgarstjóri:
Listbeth L.
Petersen
790 atkvøður
Nýggjársaftan hevur Jan
Christiansen, fyrstvaldi
býráðslimur í Havn,
kallað nývalda býráðið
saman. Fólkaflokkurin
hevði havt leiðsluna
seinastu 21 árini. Til
valið í 1992 stillaði
Poul Mi-chelsen ikki
uppaftur. Hann hevði
tá verið borgarstjóri
í 12 ár. Listbet L.
Petersen verður vald til
borgarstjóra. Hon skipar
samgongu saman við
Javnaðarflokkinum og
Tjóðveldisflokkinum.
Borgarstjóri:
Leivur Hansen
224 atkvøður
Kvettið móti Lisbeth L.
Petersen. Fólkaflokkurin,
sum hevur fýra
umboð í býráðnum,
býður Tjóðveldinum
borgarstjórasessin,
um flokkurin svíkur
Sambandsflokkin.
Tjóðveldi tekur av.
Javnaðarflokkurin
fær tilboð um at verða
við. Flokkurin fær at
vita, at vil hann ikki,
so senda tey boð eftir
Sjálvstýrisflokkinum.
Tá Lisbeth L. Petersen
vaknar morgunin eftir,
er nýggj samgonga
skipað uttan um hana og
Sambandsflokkin.
Borgarstjóri:
Jan Christiansen:
309 atkvøður
Fólkaflokkurin er
størsti flokkur og
skipar samgongu
saman við
Sambandsflokkinum.
Teir hava fýra umboð
í part.
Borgarstjóri:
Heðin Mortensen
667 atkvøður
Fólkaflokkurin og Sam
bandsflokkurin skriva
undir skjal um at samráð
ast dagin eftir valið um,
at Samgongan skal halda
fram. Heðin Mortensen úr
Sambandsflokkin, sum fekk
flestar persónligar atkvøður,
fer tó til samráðingar saman
við Tjóðveldisflokkinum
og Javnaðarflokkinum.
Í Sambandsflokkinum
verða tey so firtin um
hetta, at Heðin Mortensen
verður koyrdur úr Sam
bandsflokkinum. Nú
er hann leysgangari og
skipar samgongu saman
við Javnaðarflokkinum og
Tjóðveldisflokkinum.
Borgarstjóri:
Heðin Mortensen
2.200 atkvøður
Nú er Heðin
Mortensen limur í
Javnaðarflokkinum.
Persónliga ger hann eitt
rimmar val við 2.200
atkvøðum. Samgongan
millum Javnaðarflokkin
og Tjóðveldi heldur fram.
Borgarstjóri:
Heðin Mortensen
2.637 atkvøður
Heðin Mortensen ger
eitt enn betur val,
fær 2.637 atkøvður.
Javnaðarflokkurin
fær sjey umboð í
nýggja býráðið. Reinan
meiriluta. Eitt samt býráð
velur Heðin Mortensen
til borgarstjóra, og
allir flokkar eru við í
samstarvinum. Í hálvum
valskeiði fer Tjóðveldi úr
samgonguni.
Annika Olsen
332 atkvøður
Hóast Heðin Mortensen
aftur ger eitt rimmar
val við 2.507 atkøvðum,
so missir Javnaðarflok-
kurin tveir sessir.
Valnáttina skriva
Javnaðarflokkurin,
Fólkaflokkrin og
Sambandsflokkurin
undir upp á eina
fráboðan um at skipa
samgongu fyri valskeiðið
2017-20. Dagin eftir valið
skriva Fólkaflokkurin,
Tjóðveldi og Framsókn
eisini undir eina avtalu
um at skipa samgongu
fyri valskeiðið 2017-20.
1992
1996: 2000: 2004: 2008
2012
2016
Breitt samstarv – ella samstarv millum Tjóðveldi
og Framsókn valnáttina kundu broytt alt
EIRIKUR LINDENSKOV
H
esaferð fall endaliga
avgerðin um borgar
stjóran í Havn – og
harvið um samstarvið
í Tórshavnar kommunu – ikki
valnáttina í Høllini á Hálsi, sum
vit hava nevnt fleiri ferðir her í
blaðnum fór at henda.
Og tó. Ein avgerð varð tikin.
Ein samstarvsavtala undirskrivað,
og átta fólk tóku lógvatøk um, at
soleiðis skal Havnin stjórnast
næsta skeiðið. Tey stillaðu upp til
myndatøku og upptøkur framman
fyri teimum báðum fjølmiðlafólk
unum, sum tímdu at bíða, til liðugt
var um trítíðina mikunáttina.
Tað var týðuligt í Høllini á Hálsi,
at fjáltur var á fólki, tá upptalt var
týskvøldið.
Alt bendi á, at Javnaðarflokkurin
fór at missa avgerandi meirilutan,
og tí mátti Heðin Morten-sen
tryggja sær sínar samstavsfelagar,
um honum skuldi unnast at halda
fram í borgar-stjórastarvinum – og
harvið gerast tann í søguni longst
sitandi borgarstjórin í Tórshavnar
kommunu.
Men gongur tað væl hjá einum
so eru onnur, sum ikki halda tað
vera eins stuttligt.
Gunvør Balle segði, at teimum
dámdu ikki leiðslustílin hjá Javn
aðarflokkinum – og at Heðin
Mortensen hevði sitið ov leingi
við valdið.
Aftur til valkvøldið í Høllini á
Hálsi.
Tað var týðuligt, at tjóðveldis
fólkini og framsóknarfólkini
hildu saman. Serliga eyðsýnt var,
hvussu Poul Michelsen helt seg til
Tjóðveldi – og tá boð seinni vórðu
send eftir Høgna Hoydal, so sást,
at taktikkur varð lagdur á hægsta
støði.
Tá vóru sitandi samgongu
flokkar farnir til samráðingar – sum
tey rættiliga skjótt kallaðu »re-
alitetssamráðingar«, og tá var ikki
so nógv hjá Tjóðveldi og Framsókn
at gera. Tey royndu at banka á
dyrnar, men sluppu ikki inn.
Heðin Mortensen sá sum
kvøldið leið heldur fjálturstungin
út. Mundi tað eydnast Sjúrði Olsen
at blíva afturvaldur? Ella mundi
Kaj Leo Johannesen sláa Annfinn
Brekkstein?
Tað hevur leingi verið greitt,
at persónssamansetingin fór
at hava týdning fyri, um Heðin
Mortensen kundi halda fram.
Gjørdist Sjúrður Olsen sterki mað
urin í Fólkaflokkinum, Annfinn
Brekkstein sterki maðurin í Sam
bandsflokkinum og Jógvan Arge
sterki maðurin í Tjóðveldi, so
fór at liggja betur fyri hjá Heðini
Mortensen.
Øvugt – um Annika Olsen var
sterka kvinnan í Fólkaflokkinum,
Kaj Leo Johannesen í Sam-bands
flokkinum og Marin Katrina Frýdal
í Tjóðveldinum, so var truplari,
varð spátt.
Og rætt var tað. Javnaðarflokk
urin vann á býráðsvalinum í 2012
reinan meiriluta einsamallur og
kundu skipa býráðið einsamallur.
Tó valdi flokkurin at hava øll við í
samstarvinum.
Reint taktiskt var hetta snilt, tó
at Tjóðveldi fór úr samstarvinum
í hávlum valskeiði. Men í Hø-
llini á Hálsi sást, at tað gagnaði
Heðini Mortensen, at hann hevði
stuðul frá Sambandsflokki-
num og Fólkaflokkinum, sum
enn eru í samgongu saman við
honum. Hevði Javnaðarflokkurin
havt rátt einsamallur, so hevði
samgonga verið gjørd uttan um
Javnaðarflokkinum longu val
náttina.
Nýggja persónsgallaríið í
Fólkaflokkinum – at Sjúrður Olsen
ikki varð afturvaldur – broytti
tó hetta mikudagin, tá nýggja
samgongan varð skipað.
At Tjóðveldi fór úr samstarv
inum í seinastu samgongu, og at
Annika Olsen er sterka kvinnan
í Fólkaflokkinum, fekk tann
týdning, at Heðin Mortensen varð
koyrdur frá sum borgarstjóri.
Um Heðin Mortensen hevði
boðið Framsókn við beinavegin
– ella hevði hann boðið øllum við
felags samstarv sum seinast, so
hevði hann uttan iva hildið fram
sum borgarstjóri í fýra ár afturat.
Øðrvísi taktikkur
kundi bjargað
borgarstjóranum