Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 15 SÓLVIT E. NOLSØ F ólkaflokkurin, Tjóðveldi og Fram­sókn hava funnið saman í nýggjan meirluta í Tórs­havnar býráð. Tað kom í tólvta tíma av samráðingunum millum Fólka­flokk­in, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, har ein sam­ gongu­avtala varð undirskrivað og nevndarsessir vórðu býttir út. Alt sá gott út og flokkarnir søgdu allir í miðlunum, at hetta var ein góð avtala. Annika Olsen segði enntá í Degi og Viku, at hetta var ynski hjá veljarunum og at Heðin Mortensen var eisini borgarstjórin, ið veljarin hevði ynskt sær. Ein tíma eftir at Dagur og Vika var sent, hevði Heðin Mortesen mist borgarstjórasessin – Annika Olsen, Gunvør Balle og Bergun Kass tóku maktina frá honum. Heðin Mort­ en­sen var Julius Ceasar og tær tríggjar vórðu Brutus. Enn vita vit ikki hvussu sam­ gongu­skjalið kemur at síggja út. Tað er ikki avtalað enn. Vit vita tó, at flokkarnir hava nógv stór mál, sum tey eru ósamd um, havna­ útbyggingin er eitt. Skatta­lækk­ ing eitt annað. Tí sær tað út til, við fyrsta eygnabráð, at fyrst og fremst eru tey samd um, at Heð­ in Mortensen skal frá sum borg­ ar­stjóri, síðani kann hitt loysast aft­aná. Ónøgd við fram­ferðar­ háttin hjá Heðin Samgongusamráðingar í Havn fara fram á ein óvirðiligan og óprofessionellan hátt. Tú situr aftaná úrslitið inni í einum rúmi og torir hvørki út ella á ves, tí tú er bangin fyri at onkur annar skipar samgongu tað løtuna. Fyrrenn tú sleppur at sova mást tú also skriva undir eitt samgonguskjal. Soleiðis segði Annika Olsen beint eftir at tað kom fram, at Fólka­flokkurin var farin frá av­ tal­uni við Javnaðarflokkinum og Sam­bands­flokkinum. Við tað fyrsta kann tað síggja út sum Fólka­flokk­urin hevur gjørt eitt stórt lop, men tað er vert at leggja merki til, at Bogi Andreasen meir enn einaferð hevur havt bein­ leið­is viðmerkingar til Heðin Mort­ensen undir valstríðnum, ið hava bent á, at hann hevur verið ónøgd­ur við arbeiðslagið hjá borg­ arstjóranum. Bogi Andreasen meldaði greitt út, at hann fegin tók við borgarstjórasessinum um høvið var til tað, millum annað tí fíggj­arstýringin í kommununi hevði verið ov illa handfarin og mátti eftir­kannast. Borgarstjórin er eisini sjálvsskrivaður formaður í fíggj­arnevndini. Tjóðveldi havt eitt horn í síðuni á Heðin Mortensen At tað hevur verið kalt millum Tjóð­veldi og Javnaðarflokkin, serliga Heðin Mortensen, er eingin loyna. Marin Katrina Frýdal fór úr breiða samstarvinum tíðliga í seinasta skeiði, tá hon ikki kundi taka undir við fíggjarætlanini hjá meirlutanum. Heðin Mortensen tók tað sum eitt misálit á sam­gong­ una og bað hana svara um hon var við ella ikki. Endin var, at Tjóð­veldi fór úr samgongu og gjørdist ein­asti andstøðuflokkur. Eftirfylgjandi hava tey verið ógvuliga kritiskt mótvegis Heðin Mortensen. Ser­liga Marin Katrina Frýdal, sum her­fyri kallaði Heðin Mortensen fyri ein einaræðisharra í býráðnum. Gunvør Balle segði eisini, at hetta var einasti møguleiki hjá teim­um at gera eina samgongu. Tjóð­veldi vildi ikki stuðla Heðini Mort­en­sen sum borgarstjóra, tí tey mettu hann hevði sitið nóg leingi og hans­ara leiðslustílur var farin av kós. Burdi tikið Bergun Kass við beinaveg Ein lykil í hesi støðu liggur í Fram­ sókn og Bergun Kass. Hon fanst at mátanum hjá Heðin Mortensen undir samráðingunum á Nabb val­kvøldið. Heðin Mortensen átti at havt tikið hana við í samráðingunum beinaveg fyri at styrkja grundarlagið undir sam­ gong­uni, men hann valdi ikki at gera tað. Framsókn fekk at vita, at Heðin Mortensen vildi tosa við hini fyrst áðrenn hann tosaði við tey, men eftir øllum at døma, so hevur hann ongantíð tikið tey við upp á ráð. Tískil hevur Framsókn einki at missa í einum býráðssamstarv­ ið við at peika á Anniku Olsen sum borgarstjóra, heldur enn Heðin Mort­ensen. Hetta er eisini fyrstu ferð, at Framsókn hevur umboð í bý­ráðnum, so teirra stuðul er nýggj­ur undir øllum umstøðum. Tískil átti Heðin at tikið Framsókn við beinaveg. Heðin Mortensen sjálv­ur sigur, at Framsókn hevði eitt ynski um at verða saman við Tjóðveldi og at hann ikki fekk Fram­sókn við einsamallan. Tað, sum tó eisini undrar eitt sindur er, at Framsókn ikki sær út til at hava kravt nakran for­mans­ sess í býráðnum, sum undirbygg­ ir uppáhaldið, at fyrst og fremst skuldi Heðin Mortensen frá. VILDU SLEPPA AV VIÐ HEÐIN At síggja til, sær tað út til, at Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn vildu sleppa av við Heðin Mortensen fyrst og fremst. Heðin Mortensen vil tó ikki leggja seg niður Bergun Kass Heðin Mortensen Annika Olsen Gunvør Balle