Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 Matgerð PINTJOS // TJÓÐHILD PATURSSON N á… nakað spenandi hent seinastu dagarnar? Okk­urt eg átti at skrivað um? Kanska? Ella okkurt sum er best at tiga um? Kanska?… SUM tað er trupult at skriva um mat hend­an gráa hósmorgunin - tað er sjálvd­an eg øvundi hinum tíðindaskriv­andi fólkunu her í Miðlahúsinum, men akkurát í dag er torfört at lata vera. Ella hvat? Nei, okkurt stað eri eg glað fyri at sleppa undan. Tí so ella so verða tey partar av skitna spælinum - inspektørar ella vaskikonur ella runublak-kast­arar, hvør veit. Onkusvegna lut­taka miðlarnir í øllum førum í pol­it­ iska spælinum. Tey eru við­spælar­ar og deginera hvat ið er týd­ning­armikið at vita. Onkuntíð ynski eg meg aft­ur til eina tíð, tá ið eg ikki nýttist at vita. Ikki nýttist at hugsa um avleiðingar - fyri meg, fyri Føroyar, fyri heimin. Eg minnst morgunin eftir 9/11 - tvey flogfør blivu startskotið uppá nýggja óttan í vesturlendingum - óttan um yvirgang. Hóast heim­ur­in var ristur, so høvdu hesar rist­ingar enn ikki rakt meg. Eg var barn, 12 ára gomul, eg var hjartkipt, men ikki um yvirgang og tey tvey flogførini. - Mamma ringdi heim úr Íslandi. Tað fyrsta eg segði í telefonini var: Hava tit hoyrt hvat er hent!? Ja, segði mamma! Tað er ræðuligt, segði eg. Kanska verður hann blindur!!! Eg hevði hoyrt okkurt um tvey flogfør, og eg hevði sæð hitt næsta bein­leiðis í sjónvarpinum - trýsta seg inn í annað tornið. Stutt eftir rapl­aðu bæði tornini. Men tað var ikki hetta ið fylti mítt høvd. Utt­anfyri bad­mintonhøllina hevði ein drongur stungið ein annan drong við knívi - í eyga. Kanska bleiv hann blindur? Eg kendi ikki drongin. Men ein av mínum lærarum hevði verið lærari hjá honum. Hann varð stungin við knívi, her, í Føroyum. Tað var ræðuligt. Tað var ræðuligt í Føroyum. Ræðuleikar aðrastani í heiminum var eg so von við at síggja í sjónvarpinum - eg skilti ikki hví hetta við báðum flogførunum skuldi verið verri enn tað vanliga. Ja, var tað egentliga tað? Kanska. Tað var tað í øllum førum fyri tey ið vóru við og teirra nærumhvørvið. Men hetta nærumhvørvið var ikki mítt. Matur er eitt sovorðið frírúm fyri meg. Óansæð hvat hendir rund­an um okkum, so mugu vit eta. Matur fer altíð at hava týd­ning. Tað hevur náttúran syrgt fyri. Eingin miðil kann broyta hetta. Ein heimskreppa kann broyta mátan vit síggja mat, kann broyta smakk­irnar vit smakka, men ongantíð kann nakað broyta týd­ningin (fyrr enn vísindin finn­ur uppá tað - Matur og samrøður