Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 17 MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON Eyguni eru svong - tað vakra mettar Búkurin skal hava sítt, men eyguni kunnu eisini vera svong. Ofta eru míni eygu svangari enn búkurin - ella møguliga er tað so, at maturin eg vanliga eti mettar búkin betur enn eyguni? Pintjos metta míni eygu. Tey eru vøkur. Pintjos // Pinxtos Pintjos, ella ‘pinxtos’ sum tað eitur á sponskum, er eitt lítið breyðstykki við onkrum lekkrum páleggi á - páleggið er vanliga hildið fast við einum tandstykkara. PINXTOS máltíðina ið mett­ar teg og nærur teg restina av lív­ inum - tá vil eg doyggja). So lat okkum eta. Lat okkum eta okk­urt minni bombastiskt enn alt polit­iska rokið rundan um okkum. Lat­um okkum eta okkurt vakrari enn tað politiska spælið seinastu dagarnar. So kanska býr okkurt av vakurleikanum eftir í okkum. Vakrari og minni bombastiskt... Breyð við pálegg. Ja, tað er tað eg leggi fram fyri tykkum hetta viku­skiftið. Breyð við pálegg. Nei, einki spennandi serligt nýtt pálegg. Einki serliga lekkurt breyð. Bara breyð við pálegg. Ja, eg kundi allarhelst steðga greinina beint her. Breyð við pálegg. Et tað. Tað er minni bombastiskt. Punktum. Liðugt… Ella, tað kann í øllum førum vera lekk­urt. Eg meini ikki sovorði sogt breyð við sveittuttum osti og turr­ari piparfrukt. Nei, eg meini sovorð­in breyð sum verða serverað hós­kvøld og leygardagar á hini hugnaligu gøtuni í Barcelona - har tú veit, beint við Montjouic. Hóskvøld og leyg­ ardag seinnapart savnast fólk í hópatali á pintjos- gøtuni. Eta og drekka, og eta eittsindur aft­urat. Tey eta pintjos. Pinxtos. Pinku­bitar. Smáir breyðbitar við góð­um páleggi. Tey sita leingi. Práta. Flenna. Pintjos er tað øvugta av tí kleimna livurposteig breyðstykkinum vit føroyingar eta frammanfyri telduni. Einsamøll. Bara eg og alnótin. Eg og øll hini. Øll púra einsamøll. Pintjos verður etið millum fólk, aftur­við cava ella øðrum góðum víni, og nógvum góðum samrøðum. Eg ivist ikki í at samrøðan hendan leyg­ardagin verður fíl­ urin í heim­inum ‘TRUPM’. Men tey eta okkurt vakurt aftur­við - tað ger óiva fílin lættari at svølgja. Og tað er týd­ningarmikið. Fílar eru jú enn verri at svølgja enn kamelar. Uppskrift: Bjóða vinfólkunum framvið leyg­ar­dag. Keyp eina góða flösku av víni. Eitt gott breyð. Sker i bitar, legg lekk­ urt vakurt pálegg á, og njót tað afturvið eini góðari sam­röðu. Hugskot til pálegg: Neutralur smyrjiostur, agurk og mynta Avokado, ristaðar mandlur og súrrómi Pesto, egg og súrromi Karamelliseraður leykur og vesturhavsostur Royktur svartkalvi, sinoppur og súrrómi Ostur, jarðber og karamel­iser­að­ar valnötir Neutralur smyrjiostur, bakað­ar blommur og bromber