Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 ÁKI BERTHOLDSEN - Skulu vit gera okkum nakrar sum helst vónir um at týna rottuna í Føroyum, mugu vit fyrst seta kanningar í verk fyri at vita meiri um rottuna. Tað staðfestir Sjúrður Hammer, lív­frøðingur. Í 2010 skrivaði hann eina frá­ greiðing um rottuna, har hann hevði nøkur ítøkilig tilmæli um, hvussu vit forða fyri, at rottan fer at spjaðast til tær oyggjar, hon ikki er í nú. - Men síðani er onki hent, og frá­greiðingin hevur bara ligið í eini skuffu hesi árini, staðfestir hann turrisliga. Sjúrður Hammer heldur, at sum støðan er nú, hava vit ongar for­treytir fyri at fara í kríggj við rott­una, soleiðis í álvara. Tað er sum um, at alt loypir upp frá, hvørja ferð, einstøk mál taka seg upp. Tað er hent aftur hesa ferð, at rottutýning fær nógv umrøðu, nú Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, hevur sæð rottu á myndatóli, hann hevur sett upp við harusetur. Í hesum sambandi er nógv ført fram um, hvussu stórur trupul­leik­ in við rottu, er, og samstundis eru tað nógv, sum føra fram, at talan er um ein trupulleika, sum er alsamt veksandi. - Veruleikin er tann, at vit vita púra onki um rottustovnin í Føroyum, og tað er onki grund­ar­ lag yvirhøvur fyri at siga, at trupul­ leikin er veksandi ella minkandi, sigur lívfrøðingurin. - Bara tí at rottur eru at síggja á myndatólum uttanfyri nøkur, er tað onki prógv yvirhøvur fyri, at rottustovnurin er veksandi, leggur hann afturat, tí sum støðan er nú, vita vit rætt og slætt um støðuna. Og orsøkin til at vit einki vita um rottustovnin, er tann einfalda, at vit hava ongar kanningar, sum kunnu siga okkum nakað sum helst um støðuna, hvørki hvussu stórur stovnurin er, hvar rottan heldur til, hvat hon etur, og so framvegis. Hann sigur, at sum støðan er nú, hava vit bert ábendingar, um støðuna. Og ein ábending er, at er nóg mikið av føði at fáa hjá rottuni, kann stovnurin veksa øgiliga nógv. Og samstundis hava vit eisini ábendingar um, at rotta er allastaðni. Sjúrður Hammer nevnir eitt dømi, at liggur ein deyðseyður í hag­anum, er tað rættiliga vanligt at síggja nógvar rottuholur rundan um hann. Hann leggur afturat, at tað er ikki loyvt at lata deyðseyð liggja í hag­anum, men ein orsøk til at teir ikki verða burturbeindir, er Nógv verður tosað um at týna rottu í Føroyum, men sum støðan er nú, arbeiða vit fullkomiliga í blindum, sigur lívfrøðingur Áðrenn vit kunnu gera okkum vónir um at týna rottuna, mugu vit fáa vita meiri um hana, sigur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, Tí kundi hann hugsa sær, at kanningar verða settar í verk, har rottur verða fangaðar, merktar, eisini við sendarum, og síðani sleptar útaftur VIT VITA ALT OV UM ROTTUNA Í F Rottutýning TEMA