Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 ÁKI BERTHOLDSEN Ein tann fremsta orsøkin til, at tað er so nógv rotta í haganum, kann saktans vera, at teir eru yvirskikipaðir. Tað heldur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur. Og tað sigur hann, nú nógv hevur verið frammi um, at tað er so nógv rotta í haganum. Men hann sigur eisini, at í roynd og veru vita vit onki um tað, tí tað er ikki kannað. Men er hetta so, heldur hann, at ein sannlíkt orsøk til tað, er, at hagin er yvirskipaður - Í fleiri ár hevur verið víst á, at nógvir hagar í Føroyum nið­ ur­píndir av ov nógvum seyði. Hetta er serliga galdandi í Suð­ uroy og Sandoy, sigur Sjúrð­ur Hammer. Hann sigur, at ein avleiðing av hesum kann vera, at seyðurin er minni og verri fyri enn seyður aðrastaðni. Í roynd og veru ivast hann ikki í, at yvirskipaðir hagar eru við til at halda lív í rottuni. Lívfrøðingurin sigur, at so vítt hann veit, eru hesi viðurskifti ikki kannað, men hann metir, at tess minni og ósunnari seyður er, tess størri er vandin eisini fyri at hann doyr um veturin og deyðsseyður er eitt sera týdningarmikil føði hjá rottu í haganum. - Í roynd og veru er talan um, at ein heil koloni av rottum kann taka seg upp av tí tilfeinginum sum ein deyðsseyður er. Negativ ringrás Sjúrður Hammer sigur, at somu­leiðis vita vit ov ov lítið um, hvørja ávirkan yvirskipan hevur fyri haruna. Men vit kunnu ímynda okk­ um, at er tað lítið av føði hjá seyði, er tað eisini lítið av føði hjá haruni. - Men samstundis fáa vit kanska eina negativa, vist­frøð­ iliga ringrás, har ov nógv at seyði í einum haga, viðførir meir deyðsseyð, sum viðførir meira rottu, sum so aftur ávirkar haru­stovnin negativt. Sjúrður Hammer ásannar, at hetta eru meiri tankar enn tað er vísindaliga grundað, men hann heldur, at tað er nógv størri vandi fyri, at ein yvirskipaður hagi førir nógva rottu við sær, enn at tað er haran, sum elur rottu upp á seg. Hann sigur, at í hesum sam­ bandi kundi eisini verðið kann­ að um yvirskipaðir hagar eisini ala aðrar ránsfuglar afturat sær. Í hesum sambandi vildi hann mett, at tað eisini er meiri til av ravni og kráku í hagum, sum eru yvirskipaðir. Bøndur kunnu vera ein orsøk til at rottan nørist Eg viljin til staðar, eri eg sann­førdur um, at tað ber til at oyða rottuna í Føroyum, sigur lívfrøðingur Lívfrøðingur heldur, at tað er nógv størri vandi fyri, at ein yvirskipaður hagi er orsøkin til, at rotta nørist, enn at tað er haran, sum elur rottu upp á seg kanska, at ofta er tað lættari sagt enn gjørt. Ongi prógv Hinvegin hevur eisini verið ført fram, at ein orsøk til, at minni er til at haru summastaðni, er at rottan tekur so nógvar haruungar. Lívfrøðingurin sigur, at eisini hetta er ein spurningur, vit einki vita um. - Tað at rotta kann taka haru­ ungar, merkir ikki at hon ger. Tað vita vit onki um, og onki prógv er fyri ella ímóti hesum, sigur Sjúrð­ur Hammer. Hann heldur, at áðrenn vit fara at geva rottuni skylduna fyri vána­lig haruár, eru tað aðrar meir sannlíkar forkláringar uppá, hví tað er so. Siga vit, eitt nú, at tað at tað er meir til at rottu í Suðuroy nú, enn tað var fyrr, eru tvær orsøkir sum eru mest sannlíkar. Hann sigur, at tað eru fleiri viðurskifti sum avgera, hvussu ein stovnur veksur ella minkar, men hann kann gita, at serliga hava felli og tilfeingi stóran týdning. Í hesum sambandi vísir hann á, at sum støðan er nú, er rættiliga óskipað og tilvildarlig, hvussu vit royna at basa rottuni við eituri. Hann vísir á, at har eitur verður lagt í ein haga, gera aðrir hagar kanska onki við tað, og tí fara rottur altíð at yvirliva onkrastaðni, og síðani kunnu spjaða seg aftur. - Tískil verða stór sveiggj í rottu­ stovninum, sigur Sjúrður Hammer. Hann sigur, at hendan manna­ gongd­in munar ikki nógv í roynd­ unum at basa rottuni, tí hann heldur, at tað er púra greitt, at skulu vit koma trupulleikanum við rottu, til lívs, er tað ein fortreyt, at týn­ingin er samskipað. - Tað er ræðiliga óheppið, at rottu­týningin ikki er samskipað, og kommunurnar, sum hava ábyrgd­ ina, ikki samskipa arbeiðið, og mið­ víst leggja seg eftir at leggja eit­ur um várið, tá ið rottan er ser­liga illa fyri. Sum arbeiðslagið er nú, hava vit lyndið at loypa upp frá, hvørja ferð, okkurt er á vási. Sæst rotta onku­staðni, eru vit skjót at leggja eit­ur út, har rotta er sædd. Men tað hjálp­ir ikki nógv, tá ið týningin ikki er samskipað. Mugu vita, heldur enn gita Tí heldur Sjúrður Hammer, at skulu vit gera okkum nakra veruliga vón um at týna rottuna, er tað neyðugt at vit útvega okkum størri vitan um hana. Í hesum sambandi heldur hann, at peningur eigur at verða settur av til at kanna, hvussu stórur stovnurin er, og hvat rotta livir av. Eini viðurskifti, tað eisini er neyðugt at kanna, er, hvussu høgt uppi rotta er. - Er tað so, at rottan heldur seg undir 200 metra hædd, ella undir 300 metra hædd, er tað burturspilt at legga rottueitur heilt uppi í hæddunum, heldur lívfrøðingurin. - Sum støðan er nú, vita vit lítið um, hvussu stórur rottustovnurin er, hvar rottan livir, hvat hon livir av, og hvussu hon flytir seg ímillum øki. Tí kundi hann hugsa sær, at kanningar verða settar í verk, har rottur verða fangaðar, merktar, eisini við sendarum, og síðani sleptar útaftur. - Tað kann geva okkum eina góða fatan av, hvussu stórur stovn­ urin er, og hvar, og hvussu, rotta ferðast, og, hvussu gongdin er í stovninum frá ári til ár. Tá ið vit hava útvegað okkum ta vitanina, fáa vit eisini gjørt týningararbeiðið nógv effektivari og miðvísari, enn vit gera nú, har hvør arbeiðir í sínum lagi. - Vit kunni eisini læra av teimum royndum, onnur hava gjørt, og tær vísa okkum, at tað eru ávís viðurskifti, sum hava týdning fyri, hvussu rottan spjaðist. Hann sigur, at tað er við burturkasti, farmi, fóðuri, og øðrum, sum verður flutt regluliga ímillum oyggjar, at rotta spjaðist. Og sum støðan er nú, er tað ongin, sum kann áleggja teimum, sum selja fóður, og fáast við ann­ an flutning, at hava serliga manna­ gongdir fyri at forða fyri rottu­ spjaðing. Eftir lógini, sum nú er, eru tað kommunurnar, ið hava ábyrgdina, og Búnaðarstovan, sum hevur eftirlitið og skal samskipa arbeið­ið. Men tað er púra tilvildarligt, hvussu nógv kommunurnar gera við hetta, tað veldst alt um, hvussu íð­in, umsjónarmaðurin hjá komm­ ununi er. - Tað er heldur ikki serliga álít­andi, at kommunurnar hava ábyrgd­ina av økinum, tí svíkur ein kommuna sítt arbeiði á hesum øki, rakar tað grannakommunurnar. Men tí heldur hann eisini, at vit eiga at hava ein almennan stovn, sum hevur ábyrgdina av hesum øki. Hann heldur, at tað hevur týdning, tí vit vita av royndum, hvørjar vanlukkligar avleiðingar, rottan kann fáa fyri eitt øki. Eitt dømi um tað, er av Viðareiði, og aðrastaðni, har rottan hevur oytt lundan. V LÍTIÐ FØROYUM Her sæst, hvar rotta er í Føroyum, og hvar hon ikki er. Oyggjarnar, har rotta er, eru vístar við reyðum. Oyggjar, ið eru rottufríar, men har ein ella nakrar fráboðanir hava verið, eru vístar við gulum og rottufríar oyggjar eru vístar við grønum. Myndin er úr álitinum um rottuspjaðing í Føroyum