Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 SOSIALURIN 130 FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 Rottutýning TEMA ÁKI BERTHOLDSEN - Nú skal bardagin ímóti rottu­ pláguni í Føroyum, herðast. Tað staðfestir Sirið Sten­berg, landsstýriskvinna í um­hvørv­is­ málum. Nýliga hevur nógv kjak tikið seg upp um, hvussu stóran skaða, rottan ger í føroysku náttúruni. Men Sirið Stenberg sigur, at tey hava longu tikið stig til at herða bardagan ímóti rottuni. Í hesum sambandi eru tey á Umhvørvisstovuni nú farin undir at gera eina nýggja kunngerð um rottutýning. Sirið Stenberg sigur, at í hesum sambandi verður ikki minst hugsað um at forða fyri, at rottan spjaðist. - Vit hava fingið trý ramsarøki í Føroyum, Nólsoy, Mykines og Skúgvoy, og tær oyggjarnar eru allar rottufríar, sum er. At eitt økið er ramsarøki, merkir, at fuglalívið er so mikið serligt, at serstøk tiltøk skulu setast í verk fyri at verja tað. Men samstundis meta tey á Um­hvørvisstovuni, at nettupp rottan er størsta hóttanin ímóti fuglalívinum. Og tí halda tey, at dentur eigur fyrst og fremst at verða lagdur á at gera eina nýggja kunngerð um rottutýning og um at fyribyrgja rottuspjaðing. Og landsstýriskvinnan sigur, at arbeiðið, sum nú fer fram, hevur partvís til endamáls at forða fyri, at rottan spjaðist til øki, har hon ikki er nú og partvís er endamálið at berja rottuna niður, har hon longu er til staðar. Leggja størri dent á fyribyrging Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, vónar, at kunngerðin verður liðug í ár, so at hon kann sendast til hoyringar, áðrenn hon verður sett í gildi. Hann vil ikki í smálutir við, hvørj­ar ásetingar verða í nýggju kunn­gerðini. Hann vísir á, at rottu­ kunngerðin, sum er í gildi nú, er frá 1962 og hon snýr seg bara um at niðurberja rottu, men nýggja kunn­ gerðin fer eisini at hava greiðar ásetingar um at forða fyri, at rotta spjaðist til øki, har hon ikki er nú. Hann staðfestir somuleiðis, at tað er er eisini eitt greitt enda­mál, at nú skal tað vera púra greitt, hvør hevur ábyrgdina av arbeiðnum at basa rottuni í Føroyum, og tí arbeiði, sum annars skal gerast fyri at forða fyri at hon spjaðir seg.  Í løtuni eru tað kommunurnar, ÁKI BERTHOLDSEN - Vit vilja treyðugt hava eitt ábyrgd­ arøki, vit ikki eisini fáa pengar og arbeiðsorku til at røkja. Tað sigur Tróndur Leivson, stjóri á Búnaðarstovuni. Seinastu dagarnar hevur nógv verið tosað um trupulleikan við rottu í Føroyum. Í hesum sambandi er víst á, at lógir og reglur um rottutýning í Før­oyum, eru so gamlar, at tær eru óbrúkiligar. Tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina av arbeiðnum kring landið at týna rottuna, men at tað er Búnaðarstovan sum skal skipa arbeiðið, og sum skal at hava eftirlit við, at tað verður røkt til fulnar. Í hesum sambandi átekur Bún­ að­arstovan sær at útvega rottu­ eitur, og tey hava somuleiðis gjørt ein faldara um týning av rottu. Búnaðarstovan hevur eisini gjørt eina tilbúgvingarætlan til kommunurnar, og somuleiðis hava tey gjørt eina vegleiðing til borg­ aran, um, hvussu hann skala bera seg at, tá ið tey hava varnast rottu. Liggur á láni Men Tróndur Leivson ásannar, at tað eftirlitið hevur ligið á láni og tað er tí, at Búnaðarstovan hevur ikki havt arbeiðsorku til at gera nakað serligt við tað. Sum tað sæst í øðrum grein­um her á síðunum, verður nú arbeitt við at gera eina nýggja kunn­gerð um rottutýning og rottuspjað­ing við tí endamáli at fáa meiri skil á. Og stjórin á Búnaðarstovuni sigur, at hann hevur fingið at vita, at av tí, at Búnaðarstovan hevur nógv samband við bøndur, er tað ynskiligt, at hon eisini framyvir hevur ein virknan leiklut í arbeiðnum at týna rottuna. - Í hesum sambandi hava vit sett sjøtul á at førleikamenna okkara starvsfólk fyri at brynja tey betur til at átaka sær uppgávuna. Nú ein nýggj rottukunngerð skal gerast, skal tað eisini gerast púra greitt, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. - Kanska verður Búnaðarstovan ein partur av tí, og eg eri ikki ósamdur í tí sjónarmiði, at á nógvum økjum, har rottutýning skal fara fram í verki, er tey somu øki, har Búnaðarstovan eisini hev­ ur eina ábyrgd. So vil tíðin vísa, hvussu kunn­ gerðin er orðað, tá ið hon er liðug. - Men hinvegin vilja vit á Búnaðarstovuni treyðugt átaka okkum eina uppgávu, vit ikki eisini fáa nóg mikið av fígging og arbeiðsorku til at vit fáa røkt hana eftir bókini, sigur Tróndur Leiv­son. Hann heldur, at ein máti at útvega ta fíggingina, kundi verið at latið kommunurnar rinda eitt ávíst gjald fyri ta tænastu tær skulu fáa frá Búnaðarstovuni í sambandi við rottutýningina. Undir øllum umstøðum er Bún­ að­arstovan sinnað at sam­starva við aðrar myndugleikar um at týna rottuna, tí tey, sum vara av haga og bjørgum eru minst líka áhugað í eini dygdargóðari rottuvernd, sum øll onnur eru. Vit eru sinnað at vera við í arb­ eiðnum, men vit vilja hava greið­ ar linjur, so at vit vita púra greitt, hvør hevur ábyrgdin av hvørjum, sigur stjórin á Búnað­arstovuni. Virða ikki arbeiðið Tróndur Leivson sigur, at ein orsøk til, at rottutýningin mangan er tilvildarlig, er, kommunustýrið virða ikki uppgávuna at týna rottu nakað serligt, og sostatt fáa tey, ið hava ábyrgdin av tí, ov vánaligar VILJA HAVA GREIÐAR Vit hava ikki nóg mikið av arbeiðsorku til at hava eftirlit við rottutýningini, sigur stjórin á Búnaðarstovuni NÚ HERÐA VIT ÍMÓTI ROTTUNI Nú skal størri dentur leggjast á at forða fyri at rotta spjaðist enn meiri í Føroyum