Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 24 Hilda Næs Hvalba andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi, 91 ára gomul. Kistan ferð úr kapellinum fríggjakvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Hvalbiar kirkju leygardagin kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Hildu, kunnu lata Missiónshúsinum í Hvalba eina gávu. Á kontu í peningastovni. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Námsfrøðingar og sjúkrarøktar­ frøðingar Almannaverkið søkir eftir 5 námsfrøð­ ingum og einum sjúkrarøktar frøðingi til Trivnaðardepilin fyri menningar­ tarnað og fjølbrekað – Runavík Um størvini • 1 starv sum námsfrøðingur í sambýlinum í Blikagøtu. Talan er um fulltíðarstarv, men møguleiki er at gera avtalu um niðursettan setanarbrøk. • 1 starv sum sjúkrarøktarfrøðingur í sam­ býlinum í Blikagøtu. Talan er um fulltíðar starv, men møguleiki er at gera avtalu um niður­ settan setarbrøk. • 4 størv sum námsfrøðingur í Frítíðartilboði fyri børn og ung – 25 tímar um vikuna. Setanar­ og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 2. Setanar­ og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. 11. 2016 kl. 12. AÐALFUNDUR í felagnum Merkið, Havnar Ungmannafelag Kallað verður hervið inn til aðalfund í felagnum Merkið, Havnar Ungmannafelag. Viðtikið varð einmælt á aðalfundi í felagnum Merkið, Havnar Ungmannafelag, hin 27. oktober 2016 at slíta felagið, men tá neyðuga talið av feløgum ikki luttók á aðalfundinum, varð á aðalfundinum viðtikið at innkallað til nýggjan aðalfund í felagnum sambært § 10, 4 og 5 pkt. í viðtøkum felagsins og verður tí við hesum innkallað til nýggjan aðalfund at vera í Hornhúsinum, J.C.Svabosgøta 37, 100 Tórshavn fríggjadagin hin 25. november kl. 18.00 til endaliga støðutakan til hetta mál • Viðtøku enn einaferð av avgerð frá aðalfundi í felagnum hin 27. oktober 2016 um avtøku (slit) av felagnum Merkið, Havnar Ungmannafelag og latan av eftirverandi skjalatilfari hjá felagnum til Landsskjalasavnið. Um slit av felagnum áseta viðtøkur felagsins (tær seinastu funnar eru) hetta: »Í hesum máli er aðalfundurin ikki samtyktarførur uttan tveir partar av feløgunum eru á fundi. Av teimum møttu feløgunum mugu 9/10 greiða atkvøðu fyri, um uppskotið skal vera samtykt. Um ikki nóg mangir felagar eru á aðalfundinum, kann við ávaring 2 vikur frammanundan verða boðað til nýggjan aðal- fund, sum í hesum føri er samtyktarførur. Uppskotið kann nú vera samtykt, um 9/10 av teimum møttu greiða atkvøðu fyri.« sum seinasti eftirverandi limur í seinastu virknu nevndini í felagnum Merkið, Havnar Ungmannafelag ____________________________ Wentzel Kamban J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 110 Tórshavn • www.setur.fo Tvey vísindastørv í heilsuvísindum Søkt verður eftir fólki til tvey vísindastørv í heilsuvísindum. Størvini verða knýtt at nýggjum granskingardepli, ið er skipaður í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróð skapar setur Føroya. Størvini eru tíðaravmarkað til ávikavist 5 og 3 ár, og verða sett frá 1. januar 2017 ella skjótast gjørligt. 5-ára starvið er eitt lektarastarv. Tað fevnir m.a. um, í samstarvi við starvsfelagar, at taka lut í samskipan og undirvísing innan eina master útbúgving í fólkaheilsu, og at menna eitt sterkt granskingarumhvørvi innan fólka- heilsu. Tað kann eisini verða talan um luttøku í undirvísing á øðrum útbúgvingum, ið verða bjóðaðar á Fróðskaparsetrinum. 3-ára starvið er eitt granskingarstarv innan fakøkini medisin, biomedisin og human fysiologi. Umsøkjarar skulu hava førleikar til at menna eitt sterkt granskingarumhvørvi innan nevndu øki. Starvið umfatar eisini undirvísing á útbúgvingum, ið verða bjóðaðar á Fróðskaparsetrinum. Eftir førleikameting verður starvið sett á adjunkt- ella lektarastigi. Nærri lýsing av starvinum er á www.setur.fo. Umsóknarfreistin er tann 1. desember 2016.