Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 23 K Í SANDOYNNI - Tað er fleiri ferðir hent, at rotta er komin til Nólsoyar, men hvørja ferð hevur tað eydnast at fáa lívið av henni. Tað sama hent í Kalsoy, men higartil hevur lukkan verið betri enn forstandurin, sum lívfrøðingurin tekur til. Einasti máti at forða fyri at rottan spjaðir seg til rottufrí øki, er at hava serligar mannagongdir á økjum, haðani farmur verður fluttur í rottufrí øki Tað merkir, at serligar reglur verða settar fyri, hvussu farmur, ið skal flytast í rottufrí øki, verður goymdur, og tað merkir eisini, at krøv verða sett til Strandferðsluna um at hava rottueftirlit umborð á skipunum. Men eisini hesi viðurskiftini eiga at vera ein partur av eini landsumfatandi tilbúgvarætlan fyri rottuspjaðing og rottutýning, leggur hann afturat. - Tá ið rotta er komin í Sandoy, er tað avgerandi, at stig verða tikin til at verja tey øki, ið eru serliga viðbrekin Brandur Sandoy, siga, at hetta er eitt mál, sum sjálvsagt má takast upp. Brandur Sandoy vísir á, at enn liggur tað nøkur ár frammi í tíðini, áðrenn koyrandi er ígjøgnum Sand­oyartunnilin, og sostatt eru tey ikki í beinleiðis tíðarneyð. - Rotta er eitt skaðadýr, vit heilt avgjørt ikki vilja hava í Sandoynna, sigur hann. Akkurát, hvørji tiltøk skulu set­ ast í verk, veit hann ikki, men hann hugsar sær, at eitur verður lagt í tunnilin. - Tað er ein spurningur, ið má kannast, men at kanna hvønn bil, og hvørja last av farmi, ið kemur higar, kunnu vit ikki. Ein annar partur av arbeiðnum at basa rottu, kann eisini vera at verja tey økini, har nógvur fuglur er. Hann sigur at nú aling hevur tikið seg upp í Sandoynni, er tað eitt krav, at eitur og fellur verða settar upp, har alivirksemi er, og tað er gjørt. Gerhard Lognberg varð á sinni kendur fyri at siga í einum heit­um kjaki í Løgtinginum um Sandoyartunnilin, at fingu tey tunnilin, skuldi rottan vera væl­ komin í Sandoynna. Tað mundi neyvan vera meint, sum tað varð sagt og Gerhard Logn­berg sigur, at endamálið má sjálvsagt vera at halda rottuni burturi sum longst. Tí sigur hann, at hetta er ein spurningur, sum má takast upp í sambandi við Sandoyartunnilin, men heldur ikki hann er greiður yvir, hvørji tiltøk skulu setast í verk. - Tað er nakað, vit mugu kanna, og finna útav, sigur Gerhard Logn­ berg. »Rotta er eitt skaðadýr, vit heilt avgjørt ikki vilja hava í Sandoynna« ÁKI BERTHOLDSEN - Hetta er ein spurningur, vit fara at viðgera. Tað sigur Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. Og tað, tey fara at tosa um, er, hvussu arbeiðið kring landið at týna rottuna, kann verða betri skipað enn tað er nú. Tað eru nevniliga komm­un­ urnar, sum hava ábyrgdina av, at arbeiðið at týna rottuna, verður framt í verki. Hann sigur, at í Kommunu­ felagnum hava tey ikki viðgjørt hendan spurningin yvirhøvur, men nú hann hevur verið nógv frammi seinastu tíðina, fara tey eisini at taka hann upp. Eyðun Christiansen sigur, at sostatt er rottutýningin eitt mál, ið er sett á skrá á næsta fundi í kommunufelagnum sum verður seinni í hesum mánaðinum. - Eftir hvat lívfrøðingar siga, er arbeiðið at týna rott­una alt ov illa samskipað, og tann spurningin fara vit at um­røða á fundinum, sigur Komm­unu­ stjórin. Hann sigur, at tey far eisini at tosa um, hvat kann gerast fyri at forða fyri, at rottan spjaðist í enn fleiri oyggjar, enn hon longu er komin í. Í løtuni verður arbeitt við at gera eina nýggja kunngerð um rottu og í tí sambandi skal tað gerast púra greitt, hvør hevur ábyrgdina av økinum. Kommunurnar stóran leiklut Kommunustjórin sigur, at kanska skal yvirskipaða ábrgdin av økinum miðsavnast á einum staði. Hann minnir á, at fyri ikki so langari tíð síðani høvdu vit ein servandan rottuhund í Føroyum, men tað var ikki semja um, hvør skuldi hava ábyrgdina av honum. Men kommunustjórin sigur, at sama hvar ábyrgdin verður løgd, verður tað í teimum ymsu kommununum, at sjálvt arb­ eiðið skal gerast í verki. Og spurningurin er, hvusu tað verður best skipað, og sam­ skipað fyri at tað skal gera so góðan mun, sum gjørligt. Hann sigur, at ein avbjóðing í hesum sambandi er, hvussu tær smáu kommunurnar, har summar eru rættiliga víðførar, kunnu hava eina munadygga rottutýning. Eisini tað er er ein spurningur, tey fara at tosa um á næsta fundi í Kommunufelagnum. Hann leggur afturat, at á fundinum ætla tey at fáa onk­ ran, sum hevur royndir og vitan á økinum, um at greiða frá og geva sítt íkast tið viðgerðina. - Eftir tí, sum verður sagt, er tað ógvuliga ymiskt, hvussu miðvíst tær ymsu komm­un­ur­ nar fara til verka í samband við rottutýning, og tí eiga vit at taka tað upp, sigur Eyðun Christ­ian– sen. Hetta fara vit at tosa um Kommunurnar fara nú at tosa um, hvussu rottutýningin kann verða effektivari - Higartil er spurningurin um rottutýning, als ikki umrøddur í Kommunufelagnum, men tað verður hann nú, sigur Eyðun Christiansen Tað er ikki bara rottan, sum ger skaða í føroysku náttúruni. Vit eiga eisini at ræðast músina. Tað heldur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, nú so nógv hevur verið tosað um, at rottan ger so stóran skaða. Hann vísir á, at eisini músin er skaðadjór, sum kann gera nógv um seg, eitt nú vita vit aðrastaðni frá, at músin tekur egg. Í hesum sambandi stúrir hann fyri drunnhvítastovninum í Nólsoy, sum kann verða í vanda av músini, vísir tað seg, at hon tekur eggini hjá drunnhvíta. Skulu eisini ræðast músina