hósdagur 10. november 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
TEMA
ÁKI BERTHOLDSEN
- Hetta er sjálvandi ein spurningur,
vit fara at taka upp.
Tað siga borgarstjórarnir í
teimum báðum størstu komm
ununum í Sandoynni, Gerhard
Lognberg, borgarstjóri í Skopun,
og Brandur Sandoy, borgarstjóri
í Sandoy,
Rottan er ein plága, sum ger
stóran skaða í føroysku náttúruni,
men Sandoy er ein av teimum
oyggjunum, rottan ikki er komin.
Ella tað rættari er kanska at siga,
at hon er ikki komin enn, tí Sjúrður
Hammer, lívfrøðingur, er vísur í,
at tað er bara ein spurningur um
tíð, áðrenn rottan eisini er komin
í Sandoynna.
Og í eini aðrari grein her á síð
unum sigur hann enntá, at tá ið
Sandoyartunnilin er komin, kann
Sandoy ikki longur teljast upp í tey
rottufríu økini í Føroyum.
Má sjálvsagt takast upp
Hetta er ikki ein spurningur, teir
báðir borgarstjórarnir hava hugsað
so nógv um higartil.
Men bæði Gerhard Lognberg og
MUGU SETA TILTØK Í VER
Nú Sandoyartunnilin kemur,
verður spurningurin um
at forða rottu í at koma í
Sandoynna, eisini tikin upp
SANDOY VERÐUR
IKKI ROTTUFRÍ
LEINGI AFTURAT
ÁKI BERTHOLDSEN
T
á ið undirsjóvartunnilin er
liðugur, verður tað rætt og
slætt ómøguligt at forða
fyri, at rottan eisini kemur í Sand
oynna.
Tað heldur Sjúrður Hammer,
lívfrøðingur.
Um tær so ikki fara sjálvar
ígjøgnum tunnilin, fara tær at
verða førdar í Sandoynna við tí
bilaferðslu og farmi, sum verður
førdur í Sandoy.
Sandoy er størsta oyggj í
Føroyum, sum er rottufrí. Tað er
eisini tann rottufría oyggin, sum
hevur mest ferðasamband við øki
í Føroyum, har tað ýður í rottu.
Hann
heldur,
at
tá
ið
undirsjóvartunnilin er gjørdur,
eigur tað samstundis at vera ein
greið ætlan fyri, hvussu serliga
viðbrekin pláss í Sandoy verða
vard fyri rottu.
Hann hugsar serliga um tey
pláss, har skrápur, lundi og drunn
hvíti, sum reiðrast í holum. Í hesum
sambandi hugsar hann fyrst og
fremst um norðara part av Sandoy.
Sjúrður Hammer sigur, at tað
er serliga fuglur, sum reiðrast í
holum, sum er í vanda av rottu, tí
heiðafuglur verður ikki ávirkaður
í líka stóran mun.
Somuleiðis ivast hann heldur
ikki í, at tað er bara ein spurningur
um tíð, áðrenn rottan eisini er
komin til Nólsoyar.
Tá ið undirsjóvartunnilin er komin, verður tað ógjørligt
at forða fyri, at rottan eisini kemur í Sandoynna
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, vm, og Brandur Sandoy, borgarstjóri
á Sandi, hava ikki tikið rottuspurningin upp enn, men tað fara teir
FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 130
Rottutýning