Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 27 Sunnudagin, 13. november hevði omma fylt 100 ár, um hon livdi. Saknurin er svárur, hóast árini vóru mong og vit sjálvandi vistu, at einaferð fór tú at flyta Heim. At koma skundandi inn í kamar títt í hugnaliga Ellisheiminum. “Hey Omma!” “Hey góða, er tað tú Katrin? Eru dreingirnir við? - sum tað var deiligt, at tit komu. Kom, so fara vit at fáa okkum okkurt gott. Hvussu hava tit tað?”.... Hes­ar løturnar góða omma – hesar dýrabru løtur, sum eg slapp at hava saman við tær, eri eg so heilt ómetaliga takksom fyri. Ein barlast, ein styrki og ein fløvandi hiti, sum tú megnaði at geva okkum, sum stóðu tær nær. At siga nøkur orð um ommu er lætt, men av tí at so nógv kundi verið at nevnt um eina kvinnu, sum so nógv er at siga um, fari eg at avmarka meg til tann týdning, sum hon hevur havt fyri meg og míni á persónliga økinum. Omma var sera arbeiðssom, hon dugdi væl at hugna sær og sjáldan mundi hon keða seg - fekk nógv á skaftið. Hon var abba ein hollur stuðul á allan hátt. Eisini var hon reiðari og ar­beiddi, til hon var 80 ára gomul. Hon lærdi seg at nýta teldu, tá ið tøknin kom. Omma hevði áhuga í samfelagsviðurskiftum og fylgdi væl við í tíðini. Til stuttleika kann nevnast, at hon fór á málskúla saman Dor- ommu míni. Tær báðar fóru til Onglands at læra seg málið, tá var Dor-omma 67 og omma 70. Hetta sigur nakað um, at henni dámdi nýggjar avbjóðingar og at leita sær nýggja vitan alla tíðina. Millum jól og nýggjárs, plagdi øll familjan í móðirætt í mong ár at savnast úti hjá ommu og abba á Argjum. Har hugnaðu vit okkum, sungu og dansaðu jólatræ. Omma og abbi fingu 6 børn og tey eru: Elma, Malan, Jógvan Páll, Eydna, Beinta og Pætur. So familjan er stór og vit vóru mong, sum dans­aðu um jólatræið og hugnaðu okk­um við góðum mati og sangi. Omma stákaðist og hugnaði um okkum. Gleðina um jólini hava vit framvegis og hesa tíðina rennur hugur mín aftur til ommu, sum dámdi so væl hugnan rundanum jólini. Jóladúk, jólagardinur, sjoku­látu, mandarinir og livandi ljós. Í 1984 doyði abbi, og omma varð einkja, 67 ára gomul. Tað var ein dyggur smeitur fyri ommu, og hon saknaði hann svárt og tosaði mangan um hann.Tó misti hon ikki lívsneistan fyri tað. Hon var aktiv, arbeiddi og hevði síni frítíðarítriv. Í 1988 skuldi eg til Paralympisku Leikirnar í Seoul í Korea – tá komu báðar ommur mínar við. Hin omma mín var Dora Johansen, sum eisini var ein fantastiskt kvinna á mangan hátt. Fari at skriva um hana í aðrari minnisgrein. Tær vóru vinkonur og høvdu tað so gott saman, hóast tær vóru heilt ómetaliga ymiskar. Tað var gott og umráðandi fyri meg sum svimjara, at kenna stuðulin frá ommunum, sum sótu í nógvar tímar í svimjihøllini og veittraðu við Merkinum. At hugsa sær til, at ommurnar komu við allan vegin til Korea fyri at stuðla og síggja okkum svimja. Havi mong heilt ómetaliga góð minni frá hesi ferðini. Omma goymdi allar greinar, sum vórðu skrivaðar í 80-unum og 90-unum um svimjingina og annað, sum man annars var við í. Tað sama hevur hon gjørt fyri onnur í familjuni. Hon hevur savnað tilfar um mangt og hvat og nýtt nógva tíð til hetta. Í dag eru hesar bøkur mær sannir dýrgripir at leita aftur í og at vísa børnunum. Eisini minnist eg, tá ið omma bað meg koma at læra seg at svimja aftur, tí tað vóru mong ár síðani, at hon hevði svomið síðst. Hon hevði havt onkra keðiliga hending í vatni sum ung, og kendi seg ótrygga í vatni. Tá hon bað meg koma niðan í svimjihøllina við sær, mundi hon vera um 75 ára gomul. Vit fóru niðan í svimjihøllina nakrar ferðir og hon stríddist og kempaði, til hon aftur trygt kundi svimja longdir í 25 metra hylinum. Ein ókúgandi vilji, miðvís og avgjørd – tað, sum hon hevði sett sær fyri, arbeiddi hon miðvíst fram ímóti. Eisini høvdu vit tað so hugnaligt haruppi, fingu okkum drekkamunn og prátaðu um mangt og hvat. Takk fyri tær løturnar, omma! At koma inn til ommu á Ellis­heiminum, var nakað heilt serligt. Eg kom ofta rokandi inn, og settist. Omma varð so heilt ómetaliga glað fyri vitjan. Hon elskaði at síggja síni kæru, sum vóru mong í tali. Beinan vegin fór hon at gera klárt til drekkamunn – ella til mjólk og sjokulátu. Meðan vit sótu og hugnaðu okkum, kom ein serligur friður yvir okkum. Hon var nærverandi, lurtandi – og av tí at hon hoydi rættiliga illa síðstu árini, spurdi hon uppaftur, um hon ikki hoyrdi okkurt. Hon plagdi at sita við stokkum, hon var so ómetaliga fitt í hondunum. Tá ið hon gjørdist nærum heilt blind, bant hon ymiskt, sum var lættari at gera. Havi ikki tal á øllum undirtroyggjunum, sum hon bant til børn í menningarlondum. Henda nærvera var so lívgandi, so fjálg og eg og børnini fóru altíð glað og uppbygd útaftur frá ommu. Av tí at sjónin var farin at bila, plagdu vit at lesa úr ymsum bókum fyri ommu. Eg valdi ofta at lesa úr “Et ord til dagen”, ella bein­leiðis úr Bíbliuni. Sum tað var gott og upp­byggjandi. Vælsignað at vita sær, at vit høvdu eina ommu, sum bað fyri okkum hvørt einasta kvøld og nevndi okkum øll við navni. Eisini tosaðu vit um ger­andis­lívið, sum stundum var leikandi lætt og stundum baldrut og strævið. – Altíð lurtaði omma og kom við onkrum uggandi og vísum orðum – at seta orð á lívið fyri eini lívsvísari kvinnu, sum hevur upplivað allar lívsins árstíðir, var vælsignað. Viðhvørt bað hon eina inniliga bøn saman við okkum – eingin ivi var um, hvaðani hon fekk innaru styrki sína, eisini í mótgongd. Tómrúmið eftir ommu er stórt og saknurin er svárur. Men minnini eru mong og tey eru okkum so kær, elskaða omma. Góða omma. Stundum letur Harrin tær vakrastu blómurnar standa leingi í urtagarðinum og tú var ein teirra. Takk fyri fyrimyndarliga atburð tín, sum vit øll kundu læra nakað av. Takk fyri umsorgan, forbøn og kærleika. Einaferð fara vit at síggjast aftur, men inntil tá fara vit at royna at vera litríkar blómur í urtagarði lívsins, ta tíð okkum er givin. Tú lærdi okkum so nógv, at fáa sum best burtur úr og at seta lít okkara á Harran Jesus. Hendan sangin yrkti abbi til ommu frá børnunum á mammu­degnum í 1957. Orðini siga so væl, hvussu omma var: Takk fyri alt, góða omma og langomma. Bjartur, Isak og Katrin Til minnis um ommu og langommu okkara Hjørdis Háberg 13.11.1916 – 18.01.2015 Til Móðurdagin 15. mai 1957 Hon tók meg inn at sínum barmi, og hon fjálgaði, vermdi um meg, hon bar meg við gleði á armi, alt var eg – ei hon tonkti um seg. Sama gjørdi – á nátt ella degi, tá ið á stóð, ja, tá var hon har, tók øll tøk fyri okkum við gleði. – Er tað løgið, hon er okkum kær? Hvønn tíma at síggja teg tita gjøgnum trappur, inn, út, inn, út, inn, so sjáldan at síggja teg sita og bert njóta tað – hond undir kinn. Tað er so, vit fara at minnast, tú, sum øllum ein tænari var, hvar á foldum vit enn kunnu finnast. – Er tað løgið, tú ert okkum kær? Tú ert sólin í okkara heimi, tað er sannheit, tað er ikki snakk, tú ert sálin í høgtíð og gleimi, góða mamma, vit siga tær takk. Kann ein rukka á enninum vera um ein silvur í hárinum sær, vil tað, elskaða mamma, bert gera, at tú ert okkum enn meiri kær.