Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 28 ÍTRÓTTUR TRÓNDUR ARGE – LUSERN, SVEIS Í 1997 spældi føroyska landsliðið móti Spania á útivølli. Tað vakti stór­an ans millum sponsku tíð­ inda­fólkini, at fyrrverandi FC Bar­ce­lona spælarin, Allan Sim­on­ sen, var venjari hjá føroyska lands­ lið­num. Støðan er ikki heilt tann sama í dag, hóast landsliðsvenjarin hjá okkum, Lars Olsen, hevur eina fortíð í størsta felagnum í Sveis, FC Basel. Fartelefonin hevur ringt og tíðindafólkini rógva aftur á tíðina í Sveis, men tað er ongin vandi fyri, at Lars Olsen verður umringaður í Luzern. Til venjing kemur ein tíðinda­ maður við einum Ipad. Á honum er eitt sjónbandabrot, har Lars Olsen skorar einsamalla málið í dysti millum Luzern og FC Basel. Lars Olsen smílist, tá hann sær seg sjálvan skora málið. Hatta var eitt tað lættasta mál­ ið eg nakrantíð havi skorað, men tað var eitt týdningarmikið mál í nið­urflytingarstríðnum, sigur Lars Olsen. Tað er rímiligur áhugi fyri før­ oyska liðnum, sum venur nak­að frá miðbýnum í Luzern. Spæl­ar­ arnir lata ikki so væl at venj­ing­ ar­vøllinum, men Lars Olsen tykist ikki lata so illa at umstøðunum sum heild. Sveis er eitt deiligt land Undan skiftinum til FC Basel í 1994 spældi Lars Olsen við Searing í Belgia. Felagið var í fíggjarligum trupulleikum og legði seinni sam­an við tveimum øðrum til tað, sum vit í dag kenna sum Standard Liège. Lars Olsen skal niður í løn, um hann skuldi halda fram í felag­num, og velur at royna nýggjar leiðir. Eg tosaði við konuna um at royna okkurt í Sveis, tí tað tóktist mær sum eitt so deiligt land. Tað endaði við, at eg gjøgnum ein í leiðsluni í Brøndby, kom í samband við FC Basel, greiðir Lars Olsen frá. Í dag er felagið ein maktfaktor­ ur í sveisiskum fótbólti, har liðið er favorittur at vinna meistaraheit­ið hvørt ár, umframt at liðið javnan luttekur í Champions League. So­ leiðis var ikki í 1994. Felagið var eitt av teimum størstu og kanska enntá tað størsta, men vit stríddust fyri tað mest um niðurflyting. Tað vóru javnan nógvir áskoðarar, tá vit spældu móti hinum stóru liðunum, men tað var ikki upp á sama máta, sum vit síggja FC Basel í dag. Tað eru nógvir pengar í felagnum, sum hevur bankar og ríkmenn aftan­fyri seg, sigur Lars Olsen. Tað blívur bara til hálvt annað ár í Sveis. Ein skaði ger, at Lars Olsen ikki megnar at koma ord­iliga fyri seg, tá hann fær eitt tilboð um at flyta aftur til Brøndby. Hann tekur av og útlandsævintýrið, sum fevnir um Trabzonspor í Turkalandi, Seraing úr Belgia og FC Basel úr Sveis, er av. Eg lærdi nógv av at spæla og búgva í eitt nú Sveis. Tað gleðist eg um at hava upplivað, men tað var eisini deiligt at koma aftur til Brøndby og vinna eitt meist­ara­ heiti, áðrenn yrkisleiðin kom at enda, sigur Lars Olsen. Lars Olsen er 34 ára gamal, tá hann takkar fyri seg í FC Basel. Skulu hava uppreisn Lars Olsen er eins og spælararnir vónbrotin um 6-0 tapið fyri Portugal. Hann heldur ikki, at Portu­gal er seks mál betri enn Før­ oy­ar, men ásannar at okkar gjørdu ov nógvar villur. Tað vóru sjálvandi seks mál betri tann dagin, men eg haldi ikki Portugal er so nógv betri enn Sveis og Ungarn, sigur landsliðsvenjarin og heldur áfram: Vit høvdu kunnað liva við 4-0, men 6-0 er ov nógv. Tey seinastu tvey málini eru óneyðugt og síggja illa út. Tá eg hyggi eftir dystinum umaftur, so gera vit eina ørgrynnu av feilum í verjustøðu. Tá hugsi eg ikki bara um verjuna, men um liðið sum heild, sigur Lars Olsen Hann vísir á, at okkara ikki megna at halda fast í bóltinum. Tað leggur trýst á føroyska liðið, sum eisini ger persónliga villur. Tá vit koma undir trýst og sam­ stundis ikki raka bóltin, málverjin ikki fær hondina á ella okkara glíða, so blívur tað sum tað beiv, greiðir Lars Olsen frá. LARS AFTUR Á GAMLAR GØTUR Sunnudagin er Lars Olsen aftur í Sveis, har hann í hálvt annað ár spældi við stórfelagnum FC Basel. Millum hæddarpunktini er eitt sigursmál í júst Luzern. Tað er ongin vandi fyri, at Sveis verður undirmet, men vit skulu eisini ansa eftir at yvirtulka tapið fyri Portugal – og harvið yvirmeta mótstøðuna í Luzern