hósdagur 10. november 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 130
29
Lars Olsen sigur, at hann umhugsar tvær til tríggjar broytingar.
Higartil hava venjingar givið boð um, at Jónas Tór Næs møguliga
vinnur dystin um høgrabakkin, har hann er í kapping við Bárð J.
Hansen.
Viljormur Davidsen er ivasamur. Hann er eymur í knænum
og hevur ikki vant við fullari ferð. Spælir hann ikki, so er ein
møguleiki at flyta Gilla R. Sørensen á vinstra bakki, men tað tykist
eitt sindur ósannlíkt.
Tá eru meiri verjukendu Jóhan T. Daviden og René S. Joensen
møguliga eitt betri boð. Venjingin hevur ikki givið eitt endaligt
svar, men vit gita:
Føroyar: (4-2-3-1)
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar
Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur
Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Gilli R. Sørensen
– Jóan Símun Edmundsson
VIT GITA LIÐIÐ:
John Petersen og Rógvi Jacobsen
hava roynt at skorað móti Sveis,
men enn hevur tað ikki eydnast
at fáa nakað stig móti teimum
TRÓNDUR ARGE
Hetta er fimtu ferð, at Føroyar spæla móti Sveis. Fyrstu ferð
var í HM 2002 undankappingini. Eftir at hava spælt javnleik 2-2
móti Slovenia á Toftum, so vóru vónirnar til staðar í Zürich tveir
mánaðir seinni.
Vónirnar blivu ikki minni, tá John Petersen eftir bara fýra
minuttir legði Føroyar á odda 1-0. Tað endaði tó við 5-1 tapi. Sveis
fekk ikki færri enn trý brotsspørk, meðan Føroyar fingu Jens
Kristian Hansen útvístan í fyrra hálvleiki.
Returdysturin endaði við teprum 1-0 tapi. Alexander Frei
skoraði einsamalla málið tíggju minuttir fyri tíð.
Skrædl
Fýra ár seinni vóru londini aftur í HM undankappingarbólki
saman. Hesa ferð var talan um skrædl í Sveis. Føroyska liðið tapti
heili 6-0. Á Toftum gekk nakað betri. Sveis vinnur 3-1, men eina
løtu er javnleikur, eftir at Rógvi Jacobsen hevur skorað.
So hugartil hava vit tapt 15-2 fyri Sveis í fýra royndum.
JOHN OG RÓGVI
Tað hevur sett seg eitt sindur
í høvdið, at vit taptu so stórt fyri
Portugal.
Av tí sama, so blívur tanka
gongdin til dystin móti Sveis eis
ini, at vit skulu hava tamarhald
á verjupartinum. Vit skulu fyrst
og fremst ikki hava seks mál
ímóti okkum. Sveis eru sterkir á
bóltinum, men eg hómi at har eru
møguleikar fyri at kontrakjansum,
sigur Lars Olsen.
Umhugsar fleiri broytingar
Landsliðsvenjarin hevur ikki sett
liðið enn, tí hann ivast í tveimum
ella trimum plássum. Hóast før
oyska landsliðið hevur staðið seg
væl í longri tíð, so er Lars Olsen
ikki bangin fyri at skifta út eftir
ein dyst, sum tann móti Portugal.
Einki er rættvíst í fótbólti. Eg
stilli við tí besta liðnum, sum eg
kann og umhugsi at gera onkrar
broytingar. Eg ivist í tveimum ella
trimum plássum. Sum heild eri eg
nøgdur við spælararnar seinastu
tíðina. Tá eitt lið spælir væl, so
er ongin orsøk at broyta ov nógv.
sigur Lars Olsen.
Hann er harmur um fleiri av
avboðunum, sum eru komin.
Teirra millum eru Heini Vatnsdal,
Páll A. Klettskarð, Pól Jóhannus
Justinussen og Árni Frederiksberg.
Tað dámar mær illa, men eg
skilji eisini at spælararnir, sum
spæla í Føroyum skulu liva eitt
sivil lív eisini. Seta teir tíð av til
familjuna og arbeiði, so má eg virða
tað, sigur landsliðsvenjarin.
Sveis hevur eitt gott lið
Tað sigur Lars Olsen, sum tó ikki
ætlar at yvirmeta mótstøðuliðið.
Hann væntar, at heimaliðið kemur
at hava bóltin nógv.
Teir koma at hava bóltin nógv,
men kunnu eisini spæla beinleiðis
fótbólt. Teir hava ein sterkan
spælara í Granit Xhaka, sum spælir
í Arsenal. Hann skipar spælið hjá
teimum frá miðvøllinum, sigur
Lars Olsen.
Hann heldur eisini at tríggir teir
fremstu hjá Sveis, Xherdan Shaqiri
úr Skote City, Admir Mehmedi
úr Bayer Leverkusen og Haris
Seferović úr Eintracht Frankfurt
eru vandamiklir. Føroyska liðið
sleppur tó undan navnframa
Xherdan Shaqiri, sum hevur givið
avboð vegna skaða.
Niðurstøðan er tó tann sama.
Avrikið er avgerandi.
- Eg trúgvi altíð upp á tað. Vit
kunnu vinna, spæla javnt og tapa.
Eitt er tó púra vist, spæla vit ikki
upp til okkara besta, so fáa vit
trupulleikar móti øllum – eisini
Andorra, sigur Lars Olsen at enda.
Dysturin verður spældur á
Swissporarena sunnudagin klokk
an 17, føroyska tíð.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO