hósdagur 10. november 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 130
30
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
Føroyar eru so hepnar at hava nógvar vinir úti í heimi. Ein teirra er
Menakhem Ben Yami í Ísrael, sum verður 90 ár tann 13. november
4. partur
Tað er nokk so nógv skrivað her í blaðnum
um ótrúliga lívið hjá Menakhem. Hetta
skal ikki endurtakast, men tað kann nevn
ast, at bæði hann og konan, Hanna, á ein
undrunarverda hátt sluppu undan jøda
týningini hjá Hitler. Tey funnu saman í Ísrael
aftaná kríggið. Menakhem hevur verið við
í bardøgunum hjá Ísrael við grannalondini.
Sum skipari á einum fiskiskipi var hann við
til við snildum at fáa seinastu jødarnar úr
Egyptalandi undir Suezkreppuni í 1956.
Menakhem hevur eisini verið ein føroya
vinur burtur av í nógv ár. Hann kom higar
sum fiskivinnuserfrøðingur í 2004, har hann
talaði á eina fiskivinnustevnu, fyriskipað av
Óla Samró. Hann fekk tokka til Føroyar, og
hann fekk fleiri føroyskar vinir.
Menakhem gjørdist eisini ráðgevi hjá
fiskiveiðufeløgunum í samband við ásetan
av fiskidøgum. Síðani tá hevur hann vart
og lýst føroysk sjónarmið og áhugamál
í greinum í altjóða fiskivinnublaðnum
World Fishing, har hann hevur ein fastan
teig hvønn mánað.
Í summar hevði hann eisini eina lýsing av
Betaskjølunum hjá teimum sokallaðu Cuba
trolarunum í World Fishing. Skjølini eru frá
1977-2006 og lýsa veiðu, veiðusamanseting
og veiðuøkir hjá hesum trolarum.
Hann heldur, at hetta framúr skjalasavn
ið hevur verið ov lítið kent í altjóða fiski
vinnuhøpi. Hann vónar, at henda greinin
fer at bøta um tað og geva íblástur til annað
kanningararbeiði av sama slag.
Niðurstøðan hjá Menakhem er, at Beta
files hava stórt virði til altjóða fiskivinnu
gransking i londum kring heimin.
Greinin kann í síni heild lesast á
http://www.worldfishing.net/news101/
Comment/ben-yami
Menakhem var á vitjan í Føroyum í
summar saman við soninum, Roy. Hann
hevði bjóðað pápanum at kom við sær til tað
land, sum hann helst vildi vitja av teimum
10 tals londum, har hann hevur virkað og
luttikið í fiskivinnuráðstevnum. Av øllum
valdi hann Føroyar! Henda vitjan var ógvu
liga væleydnað, og Menakhem sigur, at tað
kann saktans vera, at hann kemur aftur!
Vitjan í kibbutsini hjá
BenYami, Maagan Michael
Eg var í Ísrael saman við familjuni í 2006,
og vitjaðu vit eisini Honnu og Menakhem.
Hetta var ein minnilig ferð, har Menakhem
greiddi meira frá sínum lívi. Millum annað
um kibbutsir, sum eru eitt serligt fyribrigdi
hjá jødum - fyrst í Palestina og síðani í Ísrael.
Í eini kibbuts arbeiða øll eftir førimuni
og øll fáa eftir tørvi. Hetta er ein skipan,
sum hevur hugtikið mong, og tað eru nógvir
ungdómar - eisini úr Føroyum, sum hava
arbeitt sjálvboðin og uttan løn í kibbutsum.
Tað eru tó bert 2-3 prosent av fólkinum í
Ísrael, sum búgva í kibbutsum, og hesar eru
heldur ikki tað sama nú, sum tær vóru fyrr.
Tó eru framvegis 250 kibbutsir í Ísrael, og
her búgva vanliga upp til 1.000 fólk í hvørji
teirra.
Sjálvt skjúrtur vóru felags
Menakhem var í 1949 við til at stovna kib
butsina Magaan Michael (Portrið hjá Mik
ael), sum liggur millum Haifa og Tel Aviv.
Tað var her, at Menakhem hitti konuna,
Honnu, og beiggjarnar hjá henni, Heine
og Sal, sum tað eydnaðist at sleppa úr
Týsklandi, áðrenn tað var ov seint.
Grundreglan var, at alt var felags, eisini
klæðini. Hevði Menakhem brúk fyri eini
skjúrtu, fór hann á vaskaríið at fáa sær eina.
Tá hon var skitin, var hon borin aftur, og so
tók hann eina reina í staðin. Tað sama var
galdandi fyri onnur klæðir.
Løn var so at siga eingin. Íbúgvararnir
fingu tað, teir høvdu brúk fyri, og so eina lítla
upphædd, sum kundi kallast lummapengar,
um teir høvdu brúk fyri onkrum smávegis,
sum ikki var at fáa í kibbutsini.
Upprunaliga var alt sera primitivt, tí alt
skuldi byrjast av nýggjum. Ta fyrstu tíðina
búðu tey í tjøldum.
Børnini búðu fyri seg
Eitt eyðkenni fyri kibbutsirnar var annars,
at børnini ikki svóvu saman við foreld
runum men í serligum barnahúsum.
Um hetta greiddi Menakhem frá:
Okkara tvey børn búðu inntil tey vóru
2-3 ára gomul í felags barnahúsinum. Henda
skipan hevði bæði fyrimunir og vansar.
Fyrimunirnir vóru, at tað vóru serkøn
starvsfólk, sum tóku sær av børnunum.
Foreldrini kundu fara til arbeiðis uttan at
stúra fyri børnunum, hóast tað tó liggur í
menniskjansliga náttúruni at vera um síni
børn. Foreldrini kundi so hugna sær saman
við børnunum, tá tey høvdu frí, og trupul
leikar við uppalingini kundu vera latnir
pedagogunum. Fyri pápar var hetta ein frá
lík skipan, tí teir sóu vanliga bert børnini á
kvøldi kortini.
Sum frá leið var tó komið eftir, at hendan
skipan var ikki góð fyri børnini, og viðhvørt
gav hon teimum sálarligar trupulleikar. Hó
ast ansað varð eftir børnum um náttina, so
komu tey tó at missa ta umsorgan, sum bert
foreldur kunnu geva teirra børnum. Hon er
hóast alt tað týdningarmesta fyri menning
av børnum.
Fjølbroytt vinna
Grundarlagið fyri lívinum í kibbutsini var
fyri ein stóran part landbúnaður, men eisini
Siðsøga
Óli Jacobsen
MENAKHEM – ÍSRAELSKUR
FØROYAVINUR 90 ÁR
Tveir megnar fiskimenn. Menakhem Ben Yami prátar í 2006 við
tann nærum 100 ára gamla Andreas í Tarti í Oyndarfirði
Loftmynd av kibbutsini, har Menakhem búði