Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 31 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá saltfiskasøgu okkara í Spania, eisini um heimsframsýningina í Barcelona í 1929. fiskiskapur. Henda kibbutsin lá út ímóti sjónum, og teir áttu ta einu tíðina fýra trol­ arar, og tá er tað, at Menakhem gerst fiski­ maður og skipari. Alt hetta er rættiliga nógv broytt, men grundreglan er tann sama, at øll eiga alt í felag. Her eru ymsar vinnur. Tann mest áhugaverda - sæð frá okkara sjónarmiði - er alingin. Her ala teir ymisk sløg av fiski, sum Sankta Pætursfisk, karpur, grey mallet og sea bass. Eisini hava teir klekingarstøð til akvariufisk, sum verður útfluttur til allan heimin. Samlaða framleiðslan var tá umleið 2.000 t. av alifiski, sum svaraði til um 10% av samlaðu framleiðsluni í Ísrael. Her er eisini eitt virki, har fiskurin verður slátraður, og har kølingin er sera umráðandi í øllum hitanum. Eisini er landbúnaður, har nógv sløg av fruktum verða framleidd, og so er eisini neytahald. Tað er eisini ein plastik­verk­ smiðja og hátøkniframleiðsla í kibbutsini, so her er nóg mikið at gera fyri hvørja hond. Yvirskotið fer í felags grunn Yvirskotið av hesum framleiðslum fer í ein felags grunn, sum verður umsitin av eini nevnd, sum verður vald demokratiskt av øllum fólkinum í kibbutsini. Vinningurin verð­ur so brúktur til gagns fyri allar íbúgv­ ar­ar­nar. Eitt dømi um hetta er, at tað verður veitt eitt ískoyti til vanligu fólkapensjónina, so tey gomlu eru tað betri fyri enn onnur í Ísrael. Eitt annað dømi um skipanina er tann stóra prýðiliga matstovan, har vit fingu ein leski­ligan bita. Tað er ikki langt síðani, at tað var púra ókeypis at eta her, men nú fekst matur fyri ein bíligan penga. Hetta ger, at tað er eins bíligt at eta her sum heima. Upprunaliga búðu 1.200 fólk í kibbuts­ini, men nú var fólkatalið 1.300, ein triðingur eru børn. Her er ein stórur skúli, tí børn koma eis­ini aðra staðni frá at ganga í skúla her. Nógv ítriv er eisini, tí her er svimjihylur, segl­bátar, tennisvøllir, fótbóltsvøllur og ein høll at spæla kurvabólt í. Siglt verður í ali­damminum, og her ber eisini til at leiga eina tráðu, so eitt kók av egnari veiðu kann fáast heim við. Maagan Michael er eisini eitt fugla­para­ dís, og her var sera hugnaligt við nógvum trøum. Loyvt var ikki at koyra bil í bygdini. Fólk nýttu eitt slag av elektriskum súklum. Tollyndið er framvegis stórt. Fyri nøk­ rum árum síðani tóku tey ímóti 111 mus­ limsk­um flóttarfólkum úr Kosovo, sum hava trivist væl millum allar jødarnar. Drusar og samverjar Ísrael er eitt sera samansett samfelag. Fyrst eru tað jødar, sum eru komnir úr øll­um heimshornum, og frá sera ymiskum um­ støðum. Síðani eru nógv onnur fólkasløg, sum t.d. nógvar ættir av arabarum og ein ser­stakur ættarbólkur eru drusar, sum eisini búgva í Libanon og Sýria og einir 80.000 búgva í Ísrael - á Karmelfjallinum og á Golan­ heyggjunum. Á ferð saman við Menakhem vitjaðu vit ein drusarbý á Karmelfjalli, har tað búgva eini 10.000 fólk. Tað er ringt at siga, hvørjir drusarnir í veruleikanum eru. Teir brutu við islam í 900-talinum, og framvegis er kalt teirra millum. Drusar kunnu ikki torga muslimar. Menakhem sigur, at ein tann mest fíggindaliga sinnaði limurin í Knesset mótvegis arabarum júst var ein drusi. Teirra trúgv hevur ymisk íkast - bæði heiðin, muslimsk og kristin - men tað eru bert "teir lærdu" sum kenna innihaldið í teimum 111 lærusetninginum, so her er bert at trúgva hjá tí vanliga manninum. Hann fær einki at vita um, hvat hann trýr uppá, fyrr enn hann er um 30 ár, og tá er einki við at seta spurningar. Teirra serligi profetur er Jethro, sum var verfaðir Mósesar. Tað ber ikki til hjá uttanfyristandandi at taka við teirra trúgv. Drusar kunnu bert giftast við sínum egnu. Tað eru dømi um heiðursdráp av gentum, sum hava brotið hesar reglur. Annars eru drusar sera tollyntir móti øðrum. Drusar eru vanliga loyalir móti tí landi, sum teir búgva í, bert teir sleppa at búgva í friði við síni trúgv. Tí hava ísraelskir myndugleikar størri álit á drusum enn á arabarum, sum ikki hava tvungna herskyldu. Tað hava hinvegin drusar á Karmel, men ikki teir, sum búgva á Golan heyggjunum. Hesir eru eitt sindur afturhaldnir við sínum loyaliteti mótvegis Ísrael, tí teir vita ikki, um teirra økið aftur fer at gerast sýriskt, og tá kann tað koma aftur um brekku at vera ov vinarligir mótvegis Ísrael. Drusar hava síni serligu handaverk, m.a. at gera glas sum nærum ikki brotnar. Hetta prógvaðu teir eisini í handli, har teir bukaðu glasið í diskin við fullari megi uttan at tað skal­aðist. Sjálvsagt mátti eitt slíkt glas keyp­ast og roynast, tá komið varð heim. Men tá brotnaði tað við fyrsta slag! Kanska er nakað av fuppi uppi í! Drusar á Golan eru kendir fyri at dyrka súreplir í stórum mongdum. Hesi hava ein heilt serligan góðan smakk, sum minnir um ananas. Samverjar Vit kunnu eisini nevna eitt serligt fólkaslag í Ísrael, sum er sera kent frá bíbliusøguni við søguni um "hin miskunsama samverjan". Menakhem greiddi frá, at samverjar rokna seg sum teir sonnu jødarnar, og teir byggja sína trúgv á Toru og Josva Bók. Teir búgva í Holon sunnan fyri Tel Aviv og við Nablus, har teir bygdu sítt egna tempul, tá jødarnir í árinum 538 undan Krist útilokaðu teir frá templinum í Jerusalem. Teir verða eisini viðurkendir sum jødar. Tað eru bert umleið 600 samverjar til, og vanliga gerandismál teirra er arabiskt, men til gudstænastur tosa teir tað gamla hebraiska málið. Teir gifta seg bert við kvinnum av síni egnu ætt. Í hvussu er skal ein fremmandur fyrst taka við teirra trúgv, áðrenn hann kann giftast við einum sam­ verja. Gjørdist fiskimaður og -frøðingur Sum sagt gjørdist Menakhem fiskimaður og skipari á einum fiskibáti. Sum frá leið kom hann at virka sum fiskivinnuserfrøðingur í øðr­um londum. Fyrst fyri ísraelsku stjórn­ ina og síðan fyri FAO, matvørustovnin hjá ST. Í hesum sambandi hava Hanna og Men­ ak­hem verið í mongum londum at læra fiskimenn at fáa meira burtur úr veiðuni. Ein vegur var at útvega tøkni, ein annar var at skriva lættlisnar lærubøkur fyri fiskimenn, sum skuldi siga teimum, hvussu tøknin skuldi nýtast. Hann hevur m.a. ein einfaldan hátt at máta hitan í sjónum, eisini niðri á botni. Eitt epli skuldu søkkjast á botn við einum søkki. Eftir eini løtu skuldi tað dragast upp, og so varð eitt termometur potað inn í eplið, har hitin var tann sami sum á botni. Eftir eini lítlari løtu kundi hitin lesast av. Tað mest hugtakandi við Menakhem er hansara tollyndi. Hóast royndir bæði við nasismuni, har bæði hann og Hanna mistu síni nærmastu, og og við fíggjasinnaðum grannum hjá Ísrael, so er eingin illvild móti nøkrum teirra. Hann vil gera alt fyri at fáa frið við grannalondini, enntá at lata Palestina fáa Eystur Jerusalem sum høvuðsstað. Tá eitt slíkt sjónarmið kemur frá manni við slíkum lívsroyndum sum Men­akhem, so vigar tað rættiliga tungt. Men hann ásannar tó, at vegurin til frið fram­vegis er langur. Menakhem er eisini kendur í Miðla­hús­ inum. Í 2006, tá ið hann eisini var í Føroyum, greiddi hann áhugavert frá støðuni í Ísrael á ein­um væl vitjaðum fundi í Miðlahúsinum. Tískil skal eisini hiðani verða ynskt honum hjartaliga tillukku við hesum stóra degi. Í kibbutsini hitti Menakhem konuna, Honnu Ein gøta í kibbustini Systir Menakhem varð saman við foreldrunum fyribeind av nasistunum. Henda saman við øðrum myndum er varðveitt, tí tær vórðu sendar til Ísrael undan krígnum Menakhem heldur fyrilestur fyri fiskimonnum í Afrika