Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-10, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 11. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 130 32 Tað einasta, mær ikki dámar í full­ veldinum Christiania, eru bar­daga­ hundarnir, sum ganga og renna leysir har. Eg skíti á, um eg kalli hasar lort­ hundarnar bardagahundar, hóast tað etiska rætta og politiska korrekta heitið er vøddahundur. Eg eri rasistur, so eg sigi bardagahundur ella dráps­ hundur. Hasir hundarnir, sum drepa børn og aðrar hundar, eiga at vera í sera stuttum tjóðri hjá onkrum, sum klárar at halda tí. Og hava múlaband. Ella ikki vera til. Í farna mánað drap ein slík­ ur hundur ein smá­drong í Ong­ landi og skaddi ein annan illa. Hesir hundar eru tí­betur bannaðir í Før­oy­um. Teir eru á einum svarta­lista her. Mær dámar annars hund­ar. Mær dámar hundar so sera væl. Men ikki slíkar, sum drepa bara fyri at drepa, psyko­patar. Í Danmark, sum vit annars altíð skulu samanbera okk­um við, var nógv kjak um forboð ella ikki. Tað var so synd. Tað er ikki teirra skyld, hundanna. Tað eru tey, sum eiga teir, sum hava skyldina. Tað er teirra skyld, at hundar teirra drepa. Tí tey duga ikki at hava hund. Stytsta og besta lesarabrævið, eg havi sæð, var í einum donskum blaði, tá kjakið um psykokattrofast var harðast. Nógv vildu hava hesar hundar skotnar. Har skrivaði so ein: Jú, men hevur eigarin skyldina, so skjótið eigaran. Stutt og greitt. Hvat tá? Men hetta sigur bara so øgiliga nógv um okkara humanistiska hug­ burð. Tey, sum drepa og á annan hátt gera seg inn á onnur, hava øll rætt­ indini. Ofrini hava eingi. Og samfelagið hevur sjálvandi skyldina. Ikki tey, sum fáa sær børn, hóast tey á ongan hátt eru egnað at hava børn. Ella hund, hóast tey á ong­ an hátt eru egnað at hava hund. Tað er bara teirra rættur. Sam­ fe­lagið hevur altíð skyldina, tí sam­ felagið svíkir, samfelagið loftar ikki, samfelagið er ikki har, tá á stendur. Samfelagið tekur ikki um endan. Idioti fram um ábyrgd. Tað er forboðið at hunddálka hundar. Mær dámar ikki leysu lort­hund­ arnar í Christiania, serliga ikki, tá teir koma rennandi millum beinini á mær. Tá ræður um at anda djúpt inn og ikki røra seg. Og eg havi stóra virðing fyri lítlu stovuhundunum við ljósareyðari sloyfu, sum steðga og goyggja eftir bar­daghundinum. Skítbýtt. Teir eru býttis­liga djarvir, puddilhundarnir. Nøkrum teirra kostar tað so lívið. Hann kundi bara hildið kjaft. Men bardagahundurin, dráps­ hundurin, sleppur at liva eftir drúgva møsnuta humanistiska viðgerð, kroyst­ kend ella ovurkenslusom humanisma, sigur orðabókin. Tey orðini siga ikki júst tað sama sum tað deiliga danska orðið pladderhumanisme. Gamaní, kanska er hetta bara smá­ putl, goyggjandi fluguknepparí. At kneppa flugum aftanífrá. Hasin hundurin ger ikki høltum grindalokki fortreð, siga tey, sum eiga drápshundar, svínhundar. Og ger hann tað kortini, bítur, so varð hann provokeraður. Børn vita ikki, hvørjum hundum, tey ikki skulu kína, ella hvønn hala, tey ikki skulu hála í. Fanin hevur hala. Sjálvverja er altíð loyvd. Eisini hjá hundum. Spyr ikki, hvat tú kanst gera fyri land títt. Krev, at landið ger alt fyri teg. Eitt berghol til dømis, hóast vegur longu er. Sambandsfólkini høvdu rætt, tá tey á sinni hildu uppá, at óneyðugt var at gera vegir í Føroyum. Tað var óneyðugt, tí um nøkur ár hevur hvør einasta bygd og hvør ein býur berghol. Í fullveldinum Christiania er einki berghol, tí har er einki berg. Har eru vegir, men teir eru vánaligir. Tað og teir skíta vøddahundarnir á. Teir hava alt í kjaftinum. Og greyt millum oyruni. Tí svansar tað so illa, tá teir fáa kúluna. Drápshundur kneppir flugu Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Kvinnuumboðanin styrkt Eftir kommunuvalið í gjár er kvinnuumboðanin í komm­unu­ stýrunum kring landið styrkt. Nú eru 68 av teimum 201 kommunustýrislimunum í land­inum konufólk, tað er 34 prosent. Eftir kommunuvalið í 2012 vóru 55 av teimum 203 kommunustýrislimunum konufók, tað er 27 prosent. Í Fugloyar kommunu er lut­fals­ liga flest konufólk í bygdaráðnum, tí har eru tveir av trimum limum konufólk. Í Havnini hava konufólk næst bestu umboðan. Har eru 8 av 13 býráðslimum konufólk, tað er 62 prosent. Í bygdaráðnum í Skálavík eru 60 prosent konufólk, tað eru tríggir av fimum bygdaráðslimum. Í trimum bygdum eru ongi konufólk í kommunustýrinum. Tað er í Skúvoy, Fámjin og Sumba. Eftir valið í 2012 vóru ongar kvinnnur í fýra bygdaráðum, í Viðareiði, í Sumba, á Sandi og í Hvalba. Í Sørvági hava kvinnurnar gjørt størstu framgongdina. Har eru tær farnar frá at vera ein av sjey limum til í dag at hava meirilutan, fýra av sjey limum. Í Hvalba, Runavík, Vági, Havn og Viðareiði eru tvær kvinnur komnar inn í kommunustýrið. Størsta afturgongdin er í Fámjin, har báðar kvinnurnar mistu sínar bygdaráðssessir.