Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131 Komandi býráð hevur sett sær sum aðalmál: - at lyfta eldraøkið upp á eitt virðiligt stig, við haldførum loysnum - at loysa tørvin á grundøkjum og stimbra fjøltáttaðari bústaðarbygging - at tryggja hægri góðsku á dagstovnaøkinum og meira tíð til barnið - at gera tað spennandi hjá ungum at búgva og virka í kommununi - at virka fyri lægst møguligum skattatrýsti - at byggja Skúlan á Fløtum beinanvegin - at dagføra og viðlíkahalda kommunalar bygningar - at stimbra grønar orkuloysnir og verja náttúruna ímóti dálking og ovurnýtslu - at tryggja vinnulívi og handilslívi karmar, heldur enn sjálv at fylla teir - at mentan og list sæst aftur, bæði í leik- og mentanarhúsum og í allari býarendurnýgging - at stimbra hugin og frælsið at skapa og virka innan leik og list. - at røkja og útbyggja verandi undirstøðukervi, vatn, vegir og kloakkir. - at loysa avbjóðingina við parkering í býnum - at menna samferðsluna í allari kommununi í bý, bygd eins væl og til oyggjar. - at útbyggja verandi ítróttarumstøður til at kommunan kann hýsa enn fleiri altjóða ítróttarkappingum. - at uppraðfesta staðbundnu nevndirnar, soleiðis at tær taka ein virknan lut í býráðsarbeiðinum. - at tryggja staðseting og taka ein virknan lut í arbeiðinum at menna Fróðskaparsetur Føroya - at taka lut í at byggja lestraríbúðir og skapa ein lestrarbý. Soleiðis fara vit til verka: - borgarstjórin í Tórshavnar kommunu situr ikki á løgtingi - vit sleppa siðbundnari vanahugsan og lofta framtíðar avbjóðingum við fakligari virðing og nýhugsan í øllum lutum í kommunalu fyrisitingini. - vit viðgerða allar borgarar eins - vit tryggja gjøgnumskygni og opinleika - vit reka ein skynsaman og burðardyggan fíggjarpolitikk við fyrisitingarligari grannskoðan - vit leggja lunnar undir langtíðar íløguætlanum, sum kunnu røkka tvørtur um valskeið í Havn 13. november 2016 Vegna býráðssamgonguna Annika Olsen Gunvør Balle Bergun Kass Marin Katrina Frýdal Turið Horn Jákup Dam Bogi Andreasen Vitin í Norður­ atlantshavi Nýggja býráðssamgongan fer at seta borgaran fremst og hevur sett sær fyri, at framtíðartryggja Tórshavnar kommu- nu. Saman skulu býurin og bygdirnar vera kraftdepil við atdráttarmegi, sum røkkur út um kommunumark og landoddar. Tórhavnar kommuna skal vera fevnandi og rúmlig soleiðis, at børn, vaksin, ung sum eldri her kunnu liva, mennast, skapa og samvirka – okkum øllum til felags gagns BÝRÁÐSSAMGONGAN NÝGGJA SAMGONGAN UNDIRSKRIVAÐ SAMGONGUSKJAL Hóast tað er rúm tíð eftir til 1. januar, so er nógv, sum bendir á, at nýggja samstarvið fer at halda. Hóast summir flokkar enn arbeiða fyri at skipa nýggjar samgongur, so tykist tað at verða til fánýtis Sólvit E. Nolsø Nýggja samgongan á Vaglin­ um er farin fram­við fyrsta varðan við sam­gongu­skjal­ inum, ið bleiv undir­skriva sunnu­dagin. Tað hevur annars ver­ið ein rokmikil byrjan. Heð­ in Mort­en­sen bjóðaði fyrst Fólka­flokk­in­um og Sam­ bands­flokkinum í samgongu og fekk tey enntá at skriva undir eitt samgonguskjal. Tey stillaðu upp saman framm­an fyri fjølmiðlum og vístu á, at hetta var ein góð loysn. Annika Olsen segði enntá í Degi og Viku, at Heðin Mortensen hevði eitt somikið stórt demokratiskt mandat við sínum nógvum atkvøðum, at hann var tann upplagdi borgarstjórin. Nakrar tímar seinni sama dag brast grundarlagið und­ ir tí góða samstarvinum, sum vardi í ein dag ella so. Fólka­flokkurin, Tjóðveldi og Fram­sókn slóu seg saman og Heðin Mortensen var settur til síðis. Annfinn Brekkstein var boðin við í nýggja sam­ starvið, men honum stóð bert í boðið ein sess í økis­ nevndini og tað metti hann ikki verða nóg gott og hann valdi verða uttanfyri og sita í andstøðu saman við Javnaðarflokkinum. Samgonguskjalið undirskriva Vitin í Norðuratlanshavið. Tað er yvirskriftin í nýggja sam­gonguskjalinum. Sam­ gong­an ætlar sær at seta borg­aran fremst og hevur sett sær fyri, at fram­tíðar­ tryggja Tórshavnar komm­ unu. Tað er innleiðingin í skjal­inum. Eftirfylgjandi hava tey ein røð av setn­ing­ um um hvat tey vilja arbeiða fyri. Tað skal sjálvandi havast í huga, at eitt samgonguskjal í einum býráði og eitt sam­ gonguskjal hjá eini lands­ stýrissamgongu er ikki tað sama. Tó manglar grund­ leggjandi eitt sindur meira ítøkiligt í hesum sam­gongu­ skjali. Tey siga okkum ikki reiðiliga hvat tey vilja ar­ beiða við. Bergun Kass umboðar Fram­sókn í býráðnum. Hon sigur, at endamálið við sam­ gonguskjalinum er at vísa hvønn veg býráðið fer og hvørjar visjónir tey hava. – Hetta er yvirskipa við vilja, kann mann siga. Hetta er bert at vísa hvussu vit vilja skilja okkum frá tí und­an­farna stýrið, við at vísa okkara ætlanir. Vit vilja uppraðfesta økir, sum kanska hava mangla rað­ festing. Til dømis eldraøkið, ið er blivin ein stór avbjóðing, sigur Bergun Kass. Bergun Kass sigur, at eitt meira ítøkiligt sam­gongu­ skjal skal kemur seinni, har tey lýsa nærri hvørjum tey vilja arbeiða við, men tað er ikki liðugt enn. Bergun Kass sigur, at samstarvið millum flokk­ arnar hevur gingið væl og um gongdin higartil er nakað at máta eftir, so væntar hon eitt gott samstarv, men, sum sagt, so eru tey ikki Heðin roynir enn Enn hevur Heðin Mortensen tó ikki givið upp. Hann metti seg verða so væl og virði­liga snýttan fyri borg­ ar­stjórasessin, at hann hev­ ur arbeitt sum úlvur á skóg fyri at vinna sessin aft­ur. Bæði við góðum og ring­um, so sum at seta lands­stýris­ samgonguna uppá spæl. Serliga hevur Heðin Mort­ ensen fiska eftir Bergun Kass og roynt at fingð hana yvirum at samstarva við Javn­aðarflokkinum og Sam­ bandsflokkinum. Heðin Mortensen hevur bjóða henni varaborgar­ stjóra­sessin umframt annað, ið Fram­sókn ynskir sær. Bergun Kass hevur ikki vilja tikið av, tí Heðin Mortensen vildi ikki taka Framsókn við til samráðingar frá byrjan av og Bergun Kass skilir ikki hví Framsókn knappliga bleiv so áhugavert. Gunvør Balle hevur eisini sýtt fyri at verða í samstarvið við Heðin Mortensen, av somu orsøk sum Bergun Kass. Heðin Mortensen hevur tó ikki givið upp og sigur seg arbeiða fyri at vinna sætið aftur, inntil tíðin er úti 1. januar og nýtt býráð skal taka við. Hvat fer at henda og ikki er ringt at meta um, men staðfestast kann, at nú er tað tað ógvuliga sannlíkt, at vit fáa eitt nýtt býráð 1. januar. Fyrsta starvsavtalan er undirskriva og samgongan sýnist at halda saman. Eft­ir øllum at døma verða roynd­ irnar hjá Heðini Mortensen at skipa nýggja samgongu til fánýtis. solvit@sosialurin.fo