Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NÝGGJ SAMGONGA Í HAVN Heðin Mortensen gjørdi eitt risastórt mistak, sum eg ikki hevði væntað av einum so garvaðum politikara, og nú nakrir dagar eru farnir, er hann helst nógv vónbrotnari av sær sjálvum, enn hann er av Anniku Olsen, heldur royndi politiski eygleiðarin, Jóannes Eidesgaard Áki Bertholdsen – Eg skilji væl, at Heðin Morten­sen, borgarstjóri í Havn, er ómetaliga vón­ brotin. Tað heldur Jóannes Eides­ gaard, politiskur eygleiðari. Hann sipar til støðuna, sum hevur tikið seg upp í Tórshavnar Býráð í kjalar­ vørrinum á býráðs­valinum týsdagin. Beint eftir at úrslitið av valinum var klárt týskvøldið, skrivaðu Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sam­ bands­flokkurin undir eina avtalu um at skipa sam­ gongu. – Tað tykist sum um at samstarvið ímillum Javn­ aðarflokkin, Sambands­ flokkin og Fólkaflokkin var gott í seinasta valskeiði hjá býráðnum, so tað er væl skilligt, at Heðin Mortensen legði upp til, at samstarvið skuldi halda fram, heldur Jóannes Eidesgaard. Men longu dagin eftir leyp Fólkaflokkurin frá, og skipaði ístaðin samgongu saman við Tjóðveldi og Framsókn. Og afturfyri fekk Annika Olsen úr Fólkaflokkinum starvið sum borgarstjóri í Havn. – Vit onnur stóðu bara sum Kánus, tá ið ið frættu hesi tíðindini, so eg kann lítið ætlað, at Heðin Mortensen hevur verið púra skelkaður, heldur Jóannes Eidesgaard. Men hann heldur kortini, at vit kunnu kanska siga, at Heðin Mortensen liggur sum hann hevur reitt, tí hann hugsaði ikki um at tryggja sína støðu, og tað kundi hann saktans havt gjørt. – Heðin Mortensen gjørdi eitt stórt mistak, sum eg aldrin hevði væntað, at ein so garvaður politikari sum hann kundi finna upp á at gera, heldur Jóannes Eides­ gaard. – Og tað mistakið var, at hann ikki syrgdi fyri at at tað var ómøguligt at skipa eina samgongu í Havn, uttanum Javnaðarflokkin. – Tað kundi Heðin Mort­ ensen gjørt við beinanvegin at taka býráðslimin hjá Fram­sókn við í sam­ráð­ ingarnar um eina nýggja sam­gongu. Treytaleysur stuðul Á býráðsvalinum fekk Javn­aðarflokkurin fimm býráðslimir, Tjóðveldi fekk fýra, Fólkaflokkurin fekk tveir og Sambandsflokkurin og Framsókn fingu hvør sín. Talan er um 13 býráðs­ limir, og sostatt skulu minst sjey til fyri at tryggja ein meiriluta. Tann meirilutan føldi Heðin Mortensen seg at vera tryggan í at hava, tá ið hann samráddust við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um at halda fram við samgonguni við somu samgongu, sum eisini sat í seinastu býráðs­ setu. Tilsamans hevði ein slík samgonga havt sjey býráðsl­ imir. – Hóast Javnaðarflokk­ urin hevði afturgongd, og misti tveir býráðslimir, vísti valið, at ongin stendur Heðini Mortensen kurl, og hann varðveitti sína treyta­leysu støðu sum tann sterki maðurin í býráðnum, ásannar Jóannes Eidesgaard. – Og tað ger hann, hóast funnist hevur verið at honum fyri at hava nógv jørn í eldinum, kanska ov nógv jørn. Her verður sipað til, at hann er løgtingsmaður, borgarstjóri, og formaður í Kommunufelagnum, alt í senn. – Og samstundis hevur verið funnist harðliga at undanfarna býráði fyri at hava keypt fleiri gamlar bygningar, uttan at hava eina greiða ætlan fyri, hvat teir skulu brúkast til. Her sipar eygleiðarin til Sjóvinnuhúsið og banka­ bygningarnar í miðbýnum. – Samstundis má stað­ fest­ast, at hann var ikki ser­liga elegantur í málinum um samkynd hjúnalag, sigur Jóannes Eidesgaard. Her sipar hann til, at í tí málunum royndi hann at skáka sær undan at atkvøða. Ístaðin legði hann uppskot fyri Løgtingið um at hava fólkaatkvøðu um málið. Men tað uppskotið, tók hann síðani aftur og atkvøddi ístaðin fyri at broyta hjúna­ bandslógina, fyri ikki at seta samgonguna í vanda, sum hann sjálvur segði. Einki undarligt Jóannes Eidesgaard heldur, at tá ið Heðin Mortensen fekk so dygga undirtøku á valinum, hevði tað ikki verið nakað undarligt í, at hann helt fram sum borgarstjóri. Men hann heldur sam­ stundis, at gamlir revar í politikki, sum Helena Dam á Neystabø, og serstakliga Heðin Mortensen sjálvur, áttu at vita, at Tjóðveldi fór at gera hvat tað skuldi vera fyri at sleppa framat valdinum í Tórshavnar Bý­ ráði. – Og tað endaði við, at Tjóðveldi fekk Framsókn í sín part, og tá tey so eisini fingu keypt Fólkaflokkin við at gera Anniku Olsen til borgarstjóra, var leyst og liðugt. Men Jóannes Eidesgaard staðfestir, at tann stóri, tak­tiski brølarin hjá Heð­ ini Mortensen var, at hann ikki tók Framsókn við í samráðingarnar beinan­ vegin, tí so kundi hetta ikki verið hent. Ístaðin lótu tey býráðs­ limin fyri Framsókn, Bergun Kass, sita uttanfyri og bíða í samfullar tríggjar tím­ar, har hon varð hildin full­ komiliga uttanfyri, ímeðan Javnaðarflokkurin, Fólka­ flokkurin og Sambands­ flokkurin samráddust um nýggja samgongu. – Hevði Heðin Mortensen beinanvegin havt boðað Bergunn Kass frá, at hon skuldi undir øllum umstøðum vera við í nýggju samgonguni, hevði hendan kvettroyndin hjá Tjóðveldi og Fólkaflokkinum aldrin eydnast, og so var Heðin Mortensen framvegis borg­ arstjóri í Havn, sigur Jóannes Eidesgaard. Serliga undrar tað hann, at ávaringarlúðurin hjá borgarstjóranum í Havn ikki fara at ýla, og at hann ikki tekur neyðug stig mikudagin, tá ið tey annars siga, at tey varnast, at okkurt er á vási. – Heðin Mortensen átti at vita, hvat kann enda í eini telving, sum hesari, leggur Jóannes Eidesgaard afturat. Hann væntar eisini, at tá ið ein tíð er fráliðin, verður tað hetta mistakið, Heðin Mortensen fer at iðra seg meiri um. - Hann fer at verða mest vónbrotin av sær sjálvum, heldur enn tað, at Fólkaflokkurin leyp frá avtaluni, leggur Jóannes Eidesgaard afturat. Hinvegin hevur tað eisini verið funnist at Heðini Mortensen fyri, at hann ikki royndi at skipa samgongu við næststørsta flokkinum, Tjóðveldi. – Tað skilji eg væl, at hann ikki gjørdi. Tjóðveldi fór nettupp úr samgonguni við Javnaðarflokkin í seinasta valskeiði og flokkurin hevði eitteins endamál hesa ferð, og tað var at fella borgarstjóran. Tí var tað ikki sjálvsagt, at Tjóðveldi Hann fer at verða mest vónbrotin av sær sjálvum Sjálvur man hann hava fingið ein øgiligan skelk HEÐIN GJØRDI EIN RISASTÓRAN BRØLARA ç- Tað undrar meg, at ávaringarlúðurin hjá Heðini Mortensen ongantíð fór at ýla. Hann átti at vita, hvat tað kunda henda og tí kundi hann fyribyrgt, at hann varð settur frá valdinum, heldur politiski eygleiðarin, Jóannes Eidesgaard