Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131 Aksel hevur tann stóra trupulleikan Áki Bertholdsen – Tað er Aksel V. Johannesen, løgmaður, og formaður í Javnaðarflokkinum, sum situr við tí stóra trupul­ leikanum eftir hurli­vasan, sum tók seg upp í kjalar­ vørrinum á býráðsvalinum týsdagin Tað heldur Jóannes Eides­ gaard, politiskur eyg­leiðari. - Tað verður hann, sum skal halda samgonguni saman, og hon er ikki serliga sterk frammanundan. Her hugsar jóannes Eides­gaard um støðuna á Tvøroyri, har Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, stillaði upp fyri seg sjálvan, og sum eisini hevur víst seg at hava serstøður í summum málum í Løgtinginum. Og hann hugsar eisini um seinastu fráboðanirnar frá Heðini Mortensen eftir at hann brádliga varð settur út í myrkrið eftir býráðsvalið í Havn. – Samstundis sum at fiskivinnunýskipan og onnur stórmál standa fyri framman, kann løgmaður skjótt koma í álvarsligar trupulleikar, vilja øll í sam­ gonguni ikki ganga púra í takt, leggur hann afturat. Jóannes Eidesgaard held­ ur, at tað er serliga óheppið, tá ið tað er flokkurin hjá sjálvum løgmanni, sum hev­ ur trupulleikar innan­floks við tingmonnum, sum ikki altíð ganga í takt. – Men kemur tað hartil, at løgmaður ikki fær sam­ gonguna at standa saman í einum stórmáli, slepst neyvan undan at seta eina striku í sandin og at seta eitt punktum fyri hesi sam­ gonguni. - Hinvegin er tað ikki meiri enn eitt ár síðani, at vit vóru á vali, so ein møguleiki er at fáa onkran annan flokk upp í samgonguna. - At útskriva val er ikki tað fyrsta, ein samgonguleiðari ger, tí tað vildi verið nátúrligt at roynt aðrar møguleikar fyrst. Ikki lív lagað Jóannes Eidesgaard stað­ festir samstundis, at tað er púra greitt, at kemur onkur annar flokkur upp í samgonguna, verður neyð­ ugt at sleppa ætlanini um at selja fiskirættindini á upp­ boði, tí tað tekur ongin av flokkunum í andstøðu, undir við. Hinvegin ivast hann í, um eini uppboðssølu er lív lagað yvirhøvur, tí hon hevur ómetaliga lítla undir­tøku. Og hann sær onki endamál í at gera eina fiskivinnunýskipan, sum verður kollvelt aftur, beinan­ vegin ein nýggj samgonga tekur við. Tí er Jóannes Eidesgaard sannførdur um, at skal tað eydnast samgonguni at fáa eina fiskivinnunýskipan, sum er lív lagað eftir hesa samgonguna, má hon lagast til. Og ein tillaging, sum krevst, er at sleppa ætlanini um at selja fiskirættindi á uppboði. - Kanska kann ein upp­ boðssøla verða av nøkrum tons­um. Men tað, sum er mest avgerðandi nú, er at bróta grundregluna um, at fiskirættindi verða útlutað politiskt, og at fara yvir til eina marknaðarskipan. - Men tað er ikki neyðugt at taka alt í einum, heldur Jóannes Eidesgaard. Annars heldur hann, at fyribils hevur løgmaður tikið eina skilagóða støðu, tí hann hevur staðfest, at sum er, er samgongan heil, og taka trupulleikar seg upp, verða teir tiknir upp, og loystir, tá ið teir uppstanda. - Við hesum staðfestir hann, at versnar samstarvið, er tað hansara skylda at taka neyðug stig fyri at trygga, at samgongan kann halda fram. NÝGGJ SAMGONGA Í HAVN var fyrstaval hjá Heðini Mortensen, heldur Jóannes Eidesgaard. Tað hóvar mær illa Hinvegin kann Jóannes Eid­esgaard als ikki taka undir við, at Heðin Mort­ ensen, í sínum vónbroti, hevur havt hug til at blanda arbeiðið í Løg­ tinginum upp í, og at hótta samstarvið í sam­gonguni. - Tað hóvar mær lítið, at hasi viðurskiftini verða tvinnað saman, hóast vit hava fleiri onnur dømi um, at løgtingslimir hava latið sína støðu sum býráðslimir ávirkað løgtingsarbeiðið. - Men eg vænti, at hetta er sagt í sinnismuni í tí fyrsta skelkinum eftir at borgastjórasessurin er gloppin honum av hond­ um. - Vit onnur hvukku við av tíðindum, so sjálvur man hann hava fingið ein øgiligan skelk. Vit eru øll menniskju og tann fyrsta reaktiónin hevur uttan iva verið í sinnismuni og hevur ikki verið serliga væl umhugsað. Og eg vænti heldur ikki, at Heðin Mortensen fer at gera álvara av hesum, tá ið hann hevur sissað seg aftur, heldur Jóannes Eid­ es­gaard. Í hesum sambandi hev­ur verið nevnt, at ein sam­gonga í Tórshavnar Býráði ímillum Javnaðar­ flokkin, Tjóðveldi og Fram­sókn hevði verið tað besta, tí tað hevði av­spegl­ að samgonguna í Løg­ tinginum. Tað er ein grundgeving, Jóannes Eidesgaard illa kann taka í álvara. - Tað er hvørt um annað, hvussu samanahangurin er ímillum býráðssamgongur og løgtingssamgongur. Løgtingsval og býráðsval eru heldur ikki ísenn, tí ofta eru tvey ár ímillum. So hasari grundgevingini er ikki rættiligt hald í, sigur hann. - Í Klaksvík hava tey eis­ini skúgvað Tjóðveldi til viks, men har hevur ongin blandað løgtingsarbeiðið upp í fyri tað, staðfestir Jóannes Eidesgaard. aki@sosialurin.fo