mánadagur 14. november 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GIFT VIÐ DRÁPSMANNI
28. septembur 2008 gjørdi Mariann Ingridardóttir Klein sítt lívs størsta mistak, tá hon gifti seg við
drápsmanninum Peter Lundin. - Tað er tað býttasta, eg nakrantíð í lívinum havi gjørt, sigur hon
Danjal av Rana
Í
kvøld
greiðir
Mariann
Ingridardóttir Klein í sending
á DR3 og í Kringvarpinum
frá, hvat hendi hendan heyst
ardagin, tá hon gifti seg við
hópdrápsmanninum
peter
Lundin, og hvussu hart tað
hevur verið fyri hana, at koma
víðari í lívinum, út úr skugg
anum av at vera hon sjálv,
sum gifti seg við Peter Lundin.
– Tey flestu, í øllum førum
her í Føroyum, kenna til ella
hava hoyrt okkurt um mína
fortíð og tey val, eg einaferð
tók. Fæstu kenna tó søguna
handan tjøldini og stríðið at
venda aftur til lívið aftaná.
Eitt stríð um at góðtaka meg
sjálva sum menniskja og sum
fakpersónur. Eitt stríð, har
stigmatisering, fordøming og
skomm hava verið dagligir
fylgisveinar.
– Nú hava eg og familjan
valt at vera við í hesum doku
mentarfilmi, fyri eina ferð
með alla at siga okkara síðu
av søguni og vónandi kunna
leggja hendan partin av lívi
mínum aftur um okkum.
– Hetta er ein søga um,
hvussu ein sum menniskja
kann fara so langt út í lív
inum, at ein ikki longur
grynnir
og
langt
síðani
hevur mist seg sjálva burtur.
Ein søga um, hvussu ein
vendir aftur til lívið, bæði
tað góða og tað ringa, eftir
at hava mist alt, sum hevði
nakran týdning í lívinum,
sjeik, vinkonur, børn og
lesna. Dokumentarfilmurin
leiðir tykkum gjøgnum tað
kensluliga stríð, man sum
par má fara ígjøgnum eftir
tað ringastu royndina, og
um hvussu kærleikin sigrar
á øllum, skrivar Mariann
Ingridardóttir Klein sjálv um
sendingina, sum verður víst
mánakvøldið.
Sendingin Drápsmaðurin
á tí hvíta rossinum, verður
send á KVF, mánakvøldið frá
klokkan 19.50. Á DR3 byrjar
sendingin 20 minuttir fyrr,
klokkan 19.30.
Mamman steðgaði
samskiftinum
10 ár eru liðin, síðani hon
fyrstu ferð vitjaði Peter
Lundin í fongslinum. Hon
var tá 22 ára gomul, men
longu sum 15 ára gomul
skrivaði hon fyrstu ferð til
hansara. Tá sat hann í fongsli
í USA fyri at hava dripið
móður sína. Hon hevði sæð
hann í eini sjónvarpssending
hjá TV2.
Men hvussu kundi hon
lata seg tøla av fyrstan tíð
av einum hópdrápsmanni?
Mariann
Ingridardóttir
Klein sigur, at Peter Lundin
megnaði
at
hugbinda
hana við vøkrum orðum.
Upprunaliga skrivaðu hon
til hansara orsaka av sínum
áhuga fyri sálarfrøði. Hon
var
hugtikin
av
hesum
manninum,
sum
hevði
málað andlitið svart og hvítt.
Mamma hennara steðgaði tó
sambandinum teirra millum
hálvtannað ár seinni, men
nøkur ár seinni skrivaði hon
aftur til hansara. Tá sat hann
í geglinum í Danmark, hesa
ferð dømdur fyri at hava
dripið unnustuna og báðar
synir hennara. Hon dylir ikki
fyri, at hon helt Peter Lundin
vera deiligan.
– Tað gjørdist ein erotisk
hugbinding. Eg havi verið í
klørnum á einum psykopati,
Í KLØRNUM
Á EINUM
PSYKOPATI
Mariann Ingridardóttir Klein: