mánadagur 14. november 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131
GIFT VIÐ DRÁPSMANNI
Danjal av Rana
Peter Lundin er dømdur
fyri fýra dráp. Í 1991
drap hann mammu sína í
USA. Hann varð dømdur
15 ára fongsulsrevsing,
men sat bara gott og væl
helvtina,
áðrenn
hann
varð leyslatin og útvístur
til Danmarkar.
Meðan
hann
sat
í
fongsli
í
USA,
gjørdi
TV2 eina samrøðu við
hann. Tað var undir hesi
sjónvarpssamrøðuni,
at
hann
hevði
málað
helvtina av andlitinum
svarta og hina hvíta, fyri
at vísa á tað góða og tað
ónda, sum búði í honum.
Ein sálarfrøðingur, sum
greinaði sendingina fyri
TV2, meinti, at eingin ivi
var um, at maðurin var
sinnissjúkur.
Hetta var í 1994. Eftir
hetta fekk hann hópin
av brøvum frá donskum
kvinnum, ið vóru vorðnar
púra burtur í honum. Í
1996 gifti hann seg við
einari teirra, meðan hann
enn sat fongslaður. Í 1999,
stutt eftir at hann var
komin til Danmarkar, og
tey høvdu flutt saman,
framdi
hann
harðskap
móti henni. Hon tveitti
hann út.
Stutt eftir møtti hann
unnustuni,
sum
hann
eitt lítið ár seinni drap.
Hann drap eisini báðar
synir hennara, 12 og 10
ára gamlir. Líkini skar
hann sundur og koyrdi í
ymiskar
skrellispannir.
Líkini eru ongantíð funn
in.
Í
2001
varð
Peter
Lundin dømdur lívslanga
fongsulsrevsing fyri dráp
ini.
Hann hevur síðani gift
seg við tveimum kvinnum,
Mariannu Ingridardóttir
Klein í 2008 og eini dansk
ari kvinnu í 2011.
Sambært
brævið,
sum Peter Lundin sendi
Sosialinum 22. oktobur
2008, ætlar hann sær at
flyta til Føroya, tá hann
verður leyslatin.
– Jeg mener, at jeg
er
blevet
misforstået
og derfor fortjener jeg
chancen til at forklare
og forsvare mig. Altså,
når jeg bliver løsladt om
nogle få år, så kan jeg jo
ikke bare komme hjem til
Færøerne, når alle er imod
mig! Jeg elsker Færøerne,
og det er mit nye hjem,
skrivaði Peter Lundin í
hondskrivaðum brævi til
Sosialin.
Hevur dripið
fýra fólk
Einaferð hevði Peter Lundin ætlanir at
flyta til Føroya, hóast hann er dømdur
lívstíðarlanga fongsulsrevsing í Danmark
og nústani gongur tað upp
fyri mær, hvat hetta er
fyri nakað, sigur hon. Tey
skrivaðu nógv saman, høvdu
tímalangar telefonsamrøður
og Mariann Ingridardóttir
Klein var ofta á vitjan í
fongslinum. Longu aðru ferð,
hon vitjaðu Peter Lundin,
lógu tey saman. Hon sigur,
at hon gjørdist bundin at
honum. At hoyra hann rósa
sær, gjørdist hennara einasta
tráan. So kundi tað vera líka
mikið, hvat hann var dømdur
fyri.
Helt seg elska
mordaran
Mariann Ingridardóttir Klein
hevði um hetta mundið bæði
sjeik og dóttur, men sjeikurin
var nógv heiman ífrá, og tí
kundi hon vitja Peter Lundin
sum hon vildi. Tey tosaðu
saman í telefon fleiri ferðir
um dagin.
–
Hetta
hevur
verið
sum ein langur rúsur, har
hann hevur trilvað meg inn
í ein heim av lygnum og
lovorðum, um hvussu fan
tastisk eg var, og at hann
ikki kundi livað uttan meg.
Eg kendi tað veruliga, sum
eg elskaði hann, segði hon
við Sosialin.
Hjúnabandið vardi tó ikki
leingi. Longu 11 dagar seinni
bað hon um hjúnaskilnað,
tí sambært henni hevði
Peter Lundin logið um eina
aðra gentu, sum hann eis
ini fjasaðist við. Stutt eftir
vígsluna ringdi ein kvinna og
skeldaði Mariann Ingridar
dóttir Klein fyri at hava gift
seg við sjeiki sínum.
– Tá gekk tað upp fyri
mær, at hann hevði logið
og lumpað meg alla tíðina,
og brádliga sá eg, hvat eg
hevði verið offur fyri, sigur
hon. Í 2009 lat hon endaligu
skilnaðarbrøvini inn.
– Nú síggi eg, at eg havi
verið í klørnum á einum
psykopati. Síðstu tíðina havi
eg verið sum ein fluga í ein
um lokkaneti, ið eg ikki havi
kunnað slitið meg leysa úr,
segði Mariann Ingridardóttir
Klein við Sosialin í oktobur
2008, beint eftir at hon hevði
biðið um hjúnaskilnað frá
Peter Lundin. Hon var komin
heim til Føroya at heinta
dóttir sína og at flýggja frá
ruðuleikanum um hennara
samband við Peter Lundin í
Danmark.
Trýst at gifta seg
Nú sigur Mariann Ingridar
dóttir Klein, at hon varð
trýst til at gifta seg við Peter
Lundin. Hann hótti hana,
segði, at hann fór at senda
familju hennara prógv um
sambandið teirra millum.
Hon fortaldi ongantíð sjeik
inum
nakað.
Stutt
eftir
vígsluna las hann í Ekstra
blaðnum um gentuna, sum
hevði gift seg við Peter
Lundin, og kendi hana aftur.
Tá rýmdi hann.
Mariann
Ingridardóttir
Klein hevur fleiri ferðir greitt
frá, hvussu hart hjúnabandið
við Peter Lundin var fyri
familju hennara, tá tey fingu
tað at vita. Hon sigur, at hon
sveik alla familjuna, og at
tað hevur tikið tíð at byggja
álitið upp av nýggjum.
Í kvøld setir hon punktum
fyri hesum kapitlinum í lívi
sínum. Sendingin Drápsmað
urin á hvíta rossinum verður
sum sagt send í kvøld og
týskvøldið klokkan 18.05 er
Mariann Ingridardóttir Klein
gestur í Aftenshowet á DR1.
Greinin er ein samandráttur
av eldri greinum, sum hava
staðið í Sosialinum og í
Ekstrablaðnum.
Myndirnar av Mariann
Ingridardóttir Klein eru frá DR