mánadagur 14. november 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uppsjóvarskipini eru liðug
at fiska sild, og flestu skip
eru eisini liðug við makrel
kvotuna.
Nú
er
svartkjafturin
eftir, og Tróndur í Gøtu er
fyrsta skipið, sum er á svart
kjaftaveiði.
Finnur Fríði landaði á
Tvøroyri mánadagin. Teir
høvdu umleið 1000 tons av
makreli, sum teir fingu í ES-
sjógvi. Finnur Fríði eigur ein
makreltúr eftir í ES-sjógvi, og
síðan er - eisini hjá teimum -
bara svartkjafturin eftir.
Arni Hansen hjá Varð
an um í Gøtu veit at siga,
at bæði Tróndur í Gøtu og
Christian í Grótinum eisini
eru lidnir við makrel—
kvotuna.
Hann veit eisini at siga, at
tað gekk væl á sildini í heyst,
og nógv sild var í føroyskum
sjógvi.
- Nú eru flestu skip eisini
liðug við makrelkvotuna,
og eftir at fiska er so bara
svarkjafturin.
Út á várið
Arni Hansen vísir á, at
Tróndur í Gøtu er norðan
fyri, og teir hava verið úti í
einar 3-4 dagar, men enn er
lítið frætt um, hvussu tað
higartil hevur vignast.
– Vanligt er, at tá silda-
og
makrelkvoturnar
eru
uppfiskaðar, verður út á
heystið farið á svartkjafta
veiði.
Arni Hansen sigur, at
uppsjóvarskipini nú burtur
av fara at fiska svartkjaft
tað, ið eftir er av hesum
árinum, og síðan verða
skipini á svartkjaftaveiði til
einaferð út á várið.
vilmund@sosialurin.fo
Tróndur í Gøtu er fyrsta skipið, sum er farið á svartkjaftaveiði.
Teir eru norðan fyri og hava verið úti í einar 3-4 dagar
Nú er bara svartkjaftur eftir at fiska
Á bedingini í Havn hevur nógv verið
at gera, og seinastu dagarnar hava
hvalbiartrolararnir, Hamranes
og Breiðanes, staðið uppi
Vilmund Jacobsen
Veðrið er óstøðugt, og
streymurin er harður. Tí
er ivasamt, hvussu nógv
verður landað hesa vikuna
Væntandi
koma
trý
línuskip inn at landa í dag.
Eitt kemur undan Íslandi,
eitt av Reykjanesrygginum
og eitt av landgrunninum.
Skipini hava eina blanding
av
toski
hýsu,
longu,
brosmu og svartkalva.
- Vit vænta eisini, at tvey
línuskip koma inn at landa
seinni í vikuni. Eitt kemur
undan Íslandi og eitt undan
Føroyum.
Tað siga tey á Fiska
marknaði Føroya.
Streymurin
verður
harður hesa vikuna, og
veðrið
verður
vánaligt.
Tí verður ikki roknað við
nøkrum serligum útróðri.
Flestu partrolarapør eru
til fiskiskap, og væntandi
koma eini trý pør inn at
lan-da í vikuni.
- Fleiri skip eru nýliga
byrjaði túr, men fiski
skapurin er smáligur.
Um djúpvatnstrolarar
nar verður sagt, at tveir
fiska upsa, men teir eru
nýliga byrjaðir túr. Ivasamt
er tí, um teir koma inn at
landa hesa vikuna.
Restin av djúpvatnstrol
arunum liggja við bryggju.
- Tveir trolbátar hava
verið úti seinastu dagarnar,
annar á Skeivabanka og hin
norðanfyri.
Lagt
verður
aftrat,
at tvey garnaskip fiska
svartkalva. Annað skipið
kemur helst inn at landa í
dag og hitt seinni í vikuni.
Eitt garnaskip fiskar svart
kalva, men ivasamt er, um
skipið landar hesa vikuna.
Dampmaskina (bygd í
1899), sum varð brúkt til
at hiva vognin á bedingini
í Vági, verður nú sett í
stand, og ætlanin er at
finna eitt virðiligt pláss
til hana.
Kristvar
var hin
neyvasti
Vilmund Jacobsen
Sunnudagin var
almenn kapping í
luftbyrsuskjóting í
høllini hjá EL-Service
á Skála. Teinurin, sum
skotið verður í slíkum
kappingum, er 43 metrar.
Skotið verður fimm
ferðir fimm skot á skivur
og tann, ið hevur hægsta
stigatal sa-manlagt, gerst
vinnari.
Tríggir teir fremstu
í kappingini hesaferð
gjørdust: 1. Kristvar
Nilssen (209 stig), 2. Ian
D. Jacobsen (202 stig) og
nr. 3. Magnus Dánjalsson
Ennistíg (201 stig).
Teir flestu, sum
luttaka í kappingini
í luftbyrsuskjóting,
brúka sonevndar Pcp-
luftbursur.
Nakrir brúktu
fjarðabyrsu í kappingini
sunnudagin, og her
gjørdist Rógvi Mohr bes-
tur við 102 stigum.
Soleiðis gongur fiskiveiðan
Línuskipið Klakkur stendur í løtuni á bedingini hjá skipasmiðjuni MEST í Havn
Mynd: Vilmund Jacobsen
GIFT VIÐ DRÁPSMANNI