Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131 Spyrja danir um landstýriskvinnan gevur røttu svarini Minnilutin í fíggjarnevndini vil hava danska vinnumálaráðið at svara upá niðanfyristandandi spurningar Árni Gregersen Tað tykist sum fíggjar­ nevnd­in – og kanska ser­ liga minnilutin í fíggjar­ nevndini – ikki er sannførd um, at hon fær røtt svar frá landsstýriskvinnuni við fíggjarmálum í sambandi við at skipa eitt føroyskt váðaráð. Tí hevur fíggjarnevndin skrivað nakrar spurn­ing­ ar til danska vinnu­mála­ ráðharran fyri at trygja, at nevndin hevur somu svar úr Danmark sum úr fíggjar­ málaráðnum. Spurningarnir eru: • Fíggjarnevndin vil feg­in hava øll skjøl, sum við­ víkja samskiftinum og semjuni millum før­oysk­ ar og danskar myndug­ leikar í málinum. • Eru øll ábyrgdarøki av­ klárað í fyriliggjandi lógar­uppskoti? • Hvussu verður við ábyrgd­arbýtinum, nú tvey váða­ráð geva út­ talils­ir og tilmælir um somu økir? • Er vandin við hesum, at ábyrgdin hjá hvørjum ráði sær minkar? • Hava Føroyar við hesum broytingum nú tveir makro­prudentiellar eftir­lits­stovnar? Hvar ligg­ur evsta ábyrgdin? • Sambært uppskotinum hevur danski myndug­ leikin ikki skyldu at handla út frá upp­lýs­ ing­um frá váðaráðnum. Hvørjar bindingar liggja á Det Systemiske Risiko­ råd í sambandi við út­ talilsir frá Føroya váða­ ráði? • Nær kann roknast við, at FIL-lóggávan verð­ ur broytt og hvørj­ar møguligar trún­aðar­upp­ lýsingar kunnu sambært lógini víðarigevast til før­oyska váðaráðið. • Fer FIL-lógin at heimila fíggjareftirlitinum at víðari­geva trún­aðar­ upp­lýsingar til Lands­ banka Føroya, so sum tað verður upp­lýst í upp­skotinum. Her­undir trún­aðar­upp­lýs­ingar, sum eru ser­liga við­ kvæmar undir t.d. kom­ andi banka­krepp­um. • Er lógaruppskotið um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð partur av fundarskránni fyri fundin millum føroyska fíggjarmálaráðharran og danska vinnu- og vakstrarmálaráðharran 26. oktobur í ár? Um so er, kann roknast við, at aðrar broytingar gerast aktuellar í umtalaða løg­ tingslógaruppskoti? POLITIKKUR – Eisini við atliti til rætt­ in at fáa viðkomandi upp­ lýsingar um føroysku bank­ arnar, skrivar altso meirlutin í fíggjarnevndini í seinna álitinum, sum er gjørt eftir fyrru 3. viðgerð í tinginum. Andstøðan Borgarliga andstøðan í ting­ inum er í øðini um uppskotið at seta Landsbankan á stovn aftur. Amdstøðan hevur gjøg­num viðgerðirnar víst á, at ongin saknur higar­til hevur verið í Lands­bank­ anum síðani hann var avtikin og at ein endurstovnan fer at kosta almennu Føroyum einar átta milljónir krónur. Eitt annað, sum and­ støð­an finst hvassliga at, er hvussu arbeiðið við upp­ skotinum er farið fram. Andstøðan heldur seg ikki fingið allar upplýs­ ing­ar í málinum til tíð­ina og vísir serliga á, at lands­ stýriskvinnan við fíggjar­ mál­um hevur afturhildið upp­lýsingum, sum hon hevði, meðan fíggjarnevndin ar­beiddi við málinum. Andstøðan heldur eisini fast við, at hendan sam­gong­ an roynir at skunda málið um landsbanka og váðaráð ígjøgnum og ikki gevur Løg­ tinginum stundir at viðgera málið ordiliga. í, at kommunala strríðið á Tvøroyri lættliga kann enda á borðinum hjá formanninum í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, løgmanni. Veruleikin er tann, at bæði Kristin Michelsen og Bjarni Hammer eru 17. atkvøðan hjá landsstýrissamgonguni. Tað ksnn fáa ávirkan á lands­ politikkin, tá ið torfør mál skulu atkvøðast ígjøgnum í Løgtinginginum. Eitt annað mál, sum longu er endað á borðinum hjá løgmanni, er støðan í bý­ ráðnum í Havn eftir valið. Janaðarflokkurin fekk eitt rímuliga gott val hóast eina afturgongd og Heðin Mort­ensen, borgarstjóri, fekk eisini persónliga eitt kanón­gott val. Sittandi samgonga fekk eisini meirluta. Tey avtalaðu at halda fram eftir sama leisti, men áðrenn samráðingaarnar vóru lidnar dagin eftir valið, eydnaðist tað Tjóðveldi, sum hevði framgongd á valinum at fáa skipa eina samgongu uttan um Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, við Anniku Olsen, Fólka­flokk­ urin, sum borgarstjóra. Hetta loypti øði í – fyrst og fremsxt Heðin Mortense, borgarstjóra, sum helt seg hava eina avtalu um at halda fram, sum borgarstjóri. Í farnu viku fekk tað hann at hótta við, at hann kanska ikki longur fór at vera so loyalur tingmaður móti málum fjá Framsókn og Tjóðveldi, sum hann hevur verið. Samgongu formans­ fundur um málið Býráðssamgongan í Havn kom beinanvegin upp á lands­plan dagin eftir at hon var kunngjørd. Tað, sum ger hana ser­ liga áhugaverda er, at tað vóru Tjóðveldi og Fram­ sókn, sum annars í lands­ poli­tikki eru saman við Javn­aðarflokkinum, sum kopp­aðu sama flokki og borgar­stjóranum í Havn. Samgonguleiðarin var rættuliga kroystur, men hann royndi at siga í fyrstu atløgu, at framferðarhátturin mótvegis Heðin Mortensen ikki var serliga virðiligur, men hinvegin so segði hann eisini, eins og Høgni Hoydal, Tjóðveldi, og Poul Michelsen, Framsókn, at her er ikki talan um landspolitikk. Her er talan um kommu­ nal­politikk og kommunal­t frælsi, sum teir sum formann als ikki vilja blanda seg uppí, søgdu allir tríggir floks­for­ mennirnir eftir at teir høvdu tosað um málið á fundi hós­ kvøldið. Kommunuvalið hevur ikki gjørt lívið lættari hjá samgonguformonnunum, tí fleiri av borgarstjórunum, sum eru valdir, eisini sita á tingi. Ein samanblanding av áhugamálum, kann tað gera tað torført hjá floks­for­ monnunum at fáa flokk­ar­ nar at ganga í takt í ávísum førum. Sum tað sær út í skrivandi stund, so bendir alt á, at borgar­stjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, kemur á ting eftir nýggjár, meðan borgarstjórin í Havn ikki situr í tinginum eftir nýggjár. Bæði Annika Olsen og Heðin Mortensen hava sagt, at tey ikki fara á ting – Annika Olsen segði at tað fer hon ikk, uttan muin til um hon verður borgarstjóri ella ei – og Heðin Mortensen hevur sagt at verður hann borgarstjóri aftur, so sigur hann tingsessin frá sær. eftir býráðsval SBANK KT STRÍÐ Troels Lund Poulsen, danskur vinnumálaráðharri, verður biðin um at svara spurningum frá fíggjarnevndini Løgtingið fer í morgin at hava 3.viðgerð um landsbanka og váðaráð fyri aðru ferð