mánadagur 14. november 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131
Pætur Albinus
Tað er 26. oktobur 2016, og
føroyska
U17-landsliðið
er júst komið av vøllinum
eftir 2-2-javnleik ímóti Luk
semburg í síðsta EM-undan
kappingardystinum.
Eftir
at hava vunnið ótrúligan
2-0-sigur ímóti Kekkia í
fyrsta dystinum og síðani
tapt annan dystin ímóti
Sveis,
skuldu
føroysku
dreingirnir gjarna hava ein
sigur í hesum dystinum
ímóti Luksemburg, har teir
vóru á odda 2-0, men gjørdist
nervøsir og tveittu leiðsluna
burtur.
Ein
sigur
hevði
heilt víst sent teir víðari til
endaspælið sum tað fyrsta
føroyska landsliðið í søguni.
Úrslitið gerst tíverri 2-2,
og dreingirnir vita ikki heilt
hvussu teir skulu reagera.
Teir vita nevniliga, at Kekkia
er á odda 3-2 ímóti Sveis í
hinum dystinum – tað er ikki
best ynskiliga støðan, men
roknistykkið gevur teimum
tó vón um at koma víðari
sum ein av bestu 3-arunum í
kappingini.
Fylgt verður við á telefon,
um Sveis kann veita eina
hjálpandi hond til føroyingar
við at pota bóltin í kassan í
evstu løtu, og brádliga breið
ast tey nærmast dreyma
kendu tíðindini um, at Sveis
hevur javnað fýra minuttir
inni
í
eykatíðini,
og
at
3-3-javnleikurin hevur sent
Føroyar víðari í kappingini.
Søga er skrivað.
- Allir gingu amokk. Eg havi
ongantíð upplivað slíka frøi
áður. Leikarar, venjarar og
leiðarar – øll vóru við. Tað
var ein løta, sum ein ynskti
ongantíð skuldi enda, greiðir
høvuðsvenjarin
hjá
U17-
landsliðnum, Áki Johansen,
frá.
- Í bussinum á veg heim
á hotellið trýr man nóg illa
hvat er hent. Adrenalinið
er farið úr kroppinum, og
man situr nærmast og gapar
og spyr seg sjálvan hvat
í víðastu verð hendi har,
greiðir hann víðari frá.
EM
U17-landsliðið hjá dreingjum
er
tað
fyrsta
føroyska
landsliðið, sum nakrantíð
hevur spælt seg víðari til
eitt endaspæl, og tað er ikki
av tilvild. Talan er um ein
serliga
góðan,
evnaríkan
og vóngevandi hóp við 18
spælarum, ið settu kósina
til Luksemburg at spæla
EM-undankapping
ímóti
vertslandinum Luksemburg,
Sveis og Kekkia.
Talan var um ein truplan
bólk, sum skuldi spælast
dagarnar 21. til 26. oktobur.
Kekkia
var
styrkismett
sum nummar átta, Sveis
nummar 14 og Luksemburg
nummar 51. Føroyar, sum var
styrkismett sum nummar 49,
var sum so ofta áður mett
at skula dystast at sleppa
undan aftasta plássi.
Longu í fyrsta dystinum
framdu Føroyar eina sensatión
við at vinna 2-0 ímóti tí
hægst styrkismetta liðnum í
bólkinum, Kekkia.
- Allarhelst undirmeta teir
okkum. Hóast teir hava bóltin
eitt sindur meira enn vit, so
vinna vit púra uppiborið og
skora tvey heilt góð mál, sigur
Áki um dystin.
Síðani var Sveis á skránni,
men her var ikki so nógv
at koma eftir hjá teimum
føroysku, sum taptu 3-0.
- Vit blivu rundbarberaðir
ímóti Sveis. Leikararnir hjá
okkum vóru tungir, av tí at
teir bara fingu hvílt í ein dag,
sigur Áki.
Og so var tað hasin dysturin
ímóti Luksemburg. Við einum
sigri kundi Føroyar spæla seg
víðari, og helst var javnleikur
eisini nóg mikið. Hetta var ein
heilt nýggj støða hjá føroyska
liðnum, sum nú sjálvt kundi
avgera tað og merkti eitt ókent
trýst á sær.
- Vit máttu brúka fyrstu
10 minuttirnar upp á at koma
í gongd, tí vit vóru ógvuliga
nervøsir. Vit koma so á odda
2-0 og hava fult tamarhald á
dystinum, men so minka teir
um munin, og so eru vit raktir
og blíva aftur nervøsir. Tað
endar so 2-2 í einum ordans
rutsjutúri, sigur Áki, sum tykist
kensluborin
meðan
hann
dregur hesi ótrúligu minnini
fram aftur frá kappingini.
Grundgevingin
Og so er tað tann stóri
spurningurin: hvat er tað
serliga
við
júst
hesum
liðnum, sum ger, at tað
er ført fyri at spæla seg
víðari til eina endakapping.
Venjarin hevur síni boð.
- Fyrst og fremst er tað
ein stórur partur av liðnum,
sum hevur ambitiónir við
fótbóltinum.
Teir
flestu
vilja tað meira enn vit áður
hava sæð. Liðið er eisini
samansett av leikarum, har
teir allarflestu eru javnt
góðir. Tað er ikki soleiðis, at
vit hava fimm upplagdar
profilar. Talan er um ein
SØGULIGU U17-DREINGIRNIR:
- Allir gingu amokk. Eg havi ongantíð upplivað slíka frøi áður, sigur venjarin
um søguliga avrikið hjá U17-landsliðnum, sum hevur spælt seg víðari í EM.
Venjarin hevur sítt boð upp á hví júst hesin árgangurin er so góður, og hvat
tað kemur at merkja fyri teir í framtíðini. - Tað skuldi undrað meg, um ikki í øllum
førum fimm av leikarunum spæla uttanlands heilt skjótt, sigur venjarin, Áki Johansen
EITT SERLIGA G
Áki Johansen og Pól F. Joensen, venjarar