mánadagur 14. november 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131
OTT LANDSLIÐ
góðan og homogenan hóp,
har allir 18 dreingirnir í
grundini kundu spælt eins
nógv. Tað hava vit ongantíð
sæð áður, sigur Áki, sum
hevur verið landsliðsvenjari
í átta ár og eisini hómar ein
vilja, ið ikki er sæddur áður.
- Man trýr altíð upp á tað
áðrenn man fer avstað, og
man sigur eisini altíð, at man
trýr upp á tað. Hesaferð hava
vit upp á onkran máta merkt,
at teir veruliga trúðu upp á
tað og vildu gera nakað, ið
eingin hevur gjørt fyrr, sigur
Áki.
- Tann eini hjá okkum,
sum
spælir
við
FC
Midtjylland (Lukas Giessing,
blðm.), helt einaferð tað
vera løgið, at føroyingarnir
blivu so skjótt í góðum lag
aftur eftir at hava tapt.
Hann helt, at tað teir áttu
at iðrað seg longri, greiðir
Áki frá og leggur afturat, at
tað man hava munað, tí at
leikararnir nú leggja meira í
um teir tapa og finna upp á
at sparka dunkar í øði eftir
at hava tapt 2-1 ímóti einum
klassaliði sum Svøríki í NM-
kappingini í summar.
- Tað er onkur X-factor
á hesum liðnum, og stórur
partur av tí er í høvdinum.
Teir hava ein ekstreman
vilja, sigur Áki.
Innanífrá
Tað var longu í menn
ingarkappingini í Lettlandi
í mei, at tekin vóru um, at
júst hetta føroyska U17-
landsliðið var serliga gott.
Móstøðulondini vóru Lett
land,
Norðurírland
og
Estland. Úrtøkan hjá Føroy
um gjørdist tveir javnleikir
og eitt tap, men longu her
var
góða
spælið
undir
uppbygging, og hetta helt
við til tá ið NM-kapping
var í Finnlandi fyrst í aug
ust,
har
mótstøðan
var
ein heilt onnur: Svøríki,
Montenegro
og
Kýpros.
Hesaferð var úrtøkan tvey
tepur tap, 2-1 ímóti Svøríki
og 1-0 ímóti Kýpros, og ein
flottur 1-1-javnleikur ímóti
Montenegro.
- Vit spældu heilt ótrúliga
væl í øllum dystunum, og
kundu fyri so vítt vunnið
allar tríggjar. Vit spældu
um aftasta plássið, men tað
vóru marginalar, ið avgjørdu,
at vit ikki spældu um so
óluksáliga nógv meir. Men
her sóu vit, at vit kundu vera
við á hesum støðinum, sigur
Áki.
Góða spælið gav veruligt
sjálvsálit, og í leikskránni
til A-landsdystin ímillum
Føroyar og Portugal stóð at
lesa, at U17-landsliðsvenj
ararnir høvdu sett sær sum
mál at spæla seg víðari í U17-
EM.
- Vit meldaðu greitt út
áðrenn kappingina, at vit
ætlaðu at spæla okkum
víðari. Hetta man vera ein
dømi í føroyskum landsliðs
fótbólti. Eg haldi ikki, at
útsøgnin tyngdi leikararnar,
tí teir vildu tað jú eisini
sjálvir, sigur Áki.
Men hvaðani mundi tann
ómetaliga stóra trúgvin hjá
ungu leikarunum stava frá,
umframt frá tí vælspældu
NM-kappingini?
- Tað kemur innanífrá.
Tað er ein neisti, sum vit ikki
sjálvir hava tendrað. Fyri
ein part er tað viðføtt, men
tað er eisini lært ígjøgnum
uppvøksturin og frá avrik
um, sum eru samlað upp
á vegnum. Júst hvaðani
trúgvin er sprottin, er ilt
at siga, men tað eru spæl
arar, sum ganga undan
hesum ungu leikarunum.
A-landsliðið
tildømis.
Teir vunnu á Grikkalandi
og hava slóðað fyri og
víst, at tað ber til, sigur
Áki, sum eisini sigur seg
vera glaðan fyri, at FSF-
forsetin setir høg mál og
vil til EM-endaspælið við
A-landsliðnum í 2020.
Uppmerksemi
Tað
skapti
sjálvandi
endurljóð í Føroyum, at U17-
dreingir okkara høvdu skapt
eitt søguligt úrslit.
- Onkuntíð hevur man
fingið ein javnleik og fingið
okkurt hisini boð á sms ella
á facebook. Hesaferð vóru
boðini so nógv í tali, at ein
ikki náddi at takka øllum.
Eisini tit miðlar skrivaðu
nógv um tað, og so hava vit
sum nakað nýtt eisini hoyrt
frá útlendskum miðlum, eitt
nú frá sveisiskum miðlum
og einum italskum bloggi.
Tað er fyrstuferð, at vit hava
fingið so góðan respons, og
tað er stuttligt. Øll eru glað
fyri tað. Uppmerksemið er
herðaklappið, ið ein fær,
og tað er bæði gevandi og
motiverandi, heldur Áki.
Leikararnir hava eisini
fingið nógv uppmerksemi,
og hjá teimum er tað eitt
sindur øðrvísi. Har er tað
nevniliga menning, framtíð
og møguliga nýggj feløg,
ið tosað verður um, og Áki
væntar, at góða avrikið í EM
fer at senda fleiri av føroysku
leikarunum uttanlands at
spæla.
- Har eru nógvir góðir
leikarar. Tað skuldi undrað
meg, um ikki í øllum førum
fimm av leikarunum spæla
uttanlands
heilt
skjótt.
Eg ímyndi mær, at fimm,
kanska seks teirra fara at
gera eina karrieru, ið minnir
um hana hjá tildømis Brandi
Hendrikssyni, sigur Áki, sum
veit, at feløg úr Onglandi,
Hollandi og Danmark hava
sýnt føroysku leikarunum
áhuga.
- Eg síggi eina rúgvu av
umboðsmonnum. Tað er tó
ein ísur, sum skal brótast,
soleiðis at teir tora at satsa
upp á ein føroying, heldur
Magnus H.
Jacobsen úr
B36 varð kosin
besti føroyingur
í kappingini