mánadagur 14. november 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
18
S
um fastur siður er,
tá
fótbóltskapp
ingin liggur still
um veturin, ganga
tað altíð nógvar leysasøgur
um spælaraflytingar og
um hvussu tey ymisku
feløgini royna at styrkja seg
gjøgnum veturin. Vit fara her
at geva eina gjøgnumgongd
uppá hvussu vit síggja uppá
støðurnar í teimum ymisku
feløgunum, umframt at vit
fara at gita eitt sindur hvussu
summi lið fara at styrkja seg.
Víkingur:
Tilgongd sum vit vita:
Adeshina Lawal (ÍF)
Frágongd sum vit vita: Eingin
Tilgongd sum vit gita:
Nýggjur miðvallari
Frágongd sum vit gita: At
Geza Turi og Sorin Anghel
gevast, og at Hans Pauli
Samuelsen skiftir felag
Hjá Føroyameistarunum úr
Víkingi er enn bert eitt
nýtt navn komið í hópin til
komandi kappingarár. Talan
er um ÍF áleyparan, Adeshina
Lawal, sum í ár skoraði 13 mál
í Effo-deildini fyri ÍF.
Í Víkingi eru fleiri ivamál til
komandi kappingarár. Hóast
tað ongastaðni er váttað
enn, tykist tað sannlíkt at
Geza Turi komandi ár fer at
steðga sum fótbóltsspælari,
og fara Víkingar tí heldur at
dúva uppá unga og evnaríka
Elias Rasmussen sum fyrsta
málmann. Men eisini eru aðrir
leikarar, ið tað eru ivamál um.
Verjuleikarin, Erling Jacobsen,
hevur enn ikki longt sín
sáttmála við Víking. Hann er
búsitandi í Havn dagliga, og
tí kann hugsast at hann fer at
spæla fótbólt í Havn komandi
kappingarár. Tað er tó als ikki
sikkurt. Miðvallarleikararnir
frá í ár, Hans Jørgen Djur
huus og Sorin Anghel, eru
eisini ivasamir til komandi
kappingarár. Teir eru báðir
komnir væl upp í aldurin. Tað
tykist tó nokkso víst at Hans
Jørgen Djurhuus fer at taka
eitt ár afturat sum spælari,
meðan Sorin Anghel helst fer
at gevast sum fótbóltsspælari
komandi ár.
Seinasta ivamálið á lið
num hjá Víkingi er Hans
Pauli Samuelsen, sum kom
til felagið undan kappingar
árinum í ár. Hann hevur enn
ikki longt sín sáttmála við
Víking, og hevur verið settur
í samband við millum annað
EB/Streym nakrar ferðir fyrr
í ár. Eitt felag sum heldur ikki
skal útihýsast tá talan er um
Hans Paula Samuelsen, er
HB, sum mangla offensivar
profilar til komandi ár. Har
eigur Hans Pauli Samuelsen
at vera eitt upplagt boð,
hóast tað bert er talan um
eitt git frá okkara síðu.
Vit gita eisini, at Vík-
ingur í øllum førum fer at
styrkja sær um hópin við
einum miðvallarleikara aftur
at, nú tá ivamál eru um fleiri
av
miðvallarleikarunum
í
felagnum.
KÍ:
Tilgongd sum vit vita: Dion
B. Splidt (AB), Hørður H.
Askham (B36), Albert Adu (TB)
Frágongd sum vit vita: Súni
Olsen (B68), Mayowa Alli
Tilgongd sum vit gita: Eingin
Frágongd sum vit gita: Eingin
Í KÍ hevur verið arbeitt
skjótt, tá hugsað verður um
komandi kappingarár. Longu
nú minni enn ein mánað
eftir at kappingin er endað,
tykist
tað
sum
um,
at
hópurin hjá KÍ er komin
upp á pláss til komandi
kappingarár. Felagið hevur
fingið tilgongd av trimum
nýggjum leikarum í Dion
Splidt, Hørði Askham og
Albert Adu. Har Hørður
Askham verður mettur sum
ein beinleiðis avloysari fyri
Mayowa Alli, koma Dion
Splidt og Albert Adu helst
at geva KÍ aðrar dimensiónir
í tí offensiva spælinum.
Hvørgin av teimum verður
mettur sum beinleiðis av
loysari fyri Súna Olsen, tí
Dion spælir fyri tað mesta á
kantinum, meðan Albert Adu
helst kemur at spæla undir
liðini á Páll Klettskarð í KÍ
álopinum.
NSÍ:
Tilgongd sum vit vita: Jan
Ó. Ellingsgaard (ÍF), Karl A.
Løkin (ÍF)
Frágongd sum vit vita: Per
Langgaard (Givin), Nikolaj
Køhlert (Silkeborg), Andras
Fredriksberg (Skála)
Tilgongd sum vit gita: Jóhan
Troest Davidsen (HB)
Frágongd sum vit gita: Eingin
Eisini í NSÍ hevur verið
arbeitt skjótt við at fingið
hópin upp á pláss. Jan
Ellingsgaard og Karl Løkin úr
ÍF verða mettir sum beinleiðis
avloysarar fyri teir báðar,
Per Langgaard og Nikolaj
Køhlert, sum komandi ár ikki
vera við á NSÍ liðnum.
Tískil kemur styrkin í hóp
inum at minna nógv um
tí frá farna kappingarárið.
Men sum skilst, eru NSÍ ikki
heilt lidnir við at styrkja
seg. Tað er eingin loyna,
at Jóhan Troest Davidsen,
leingi hevur ligið ovarlaga
á ynskilistanum hjá NSÍ,
og nógv bendir í løtuni á,
at hann fer at vera við NSÍ
komandi kappingarár. Hann
hevur enn ikki longt sín
sáttmála við HB.
Kemur
hann
afturat
hópinum hjá NSÍ, tykist
hópurin hjá teimum at vera
komin fullkomiliga upp á
pláss til komandi ár.
B36:
Tilgongd sum vit vita: Patrik
Johannesen (AB)
Frágongd sum vit vita:
Jákup á Borg (Givin), Hanus
Thorleifsson (Givin), Hørður
H. Askham (KÍ)
Tilgongd sum vit gita: Hans
Pauli Samuelsen (Víkingur)
Frágongd sum vit gita: Eingin
Í B36 er hópurin í løtuni
til komandi ár, eitt sindur
tunnari,
enn
hann
var
farna kappingarár. Tað er
greitt, at felagið fer at siga
farvæl við Jákup á Borg,
Hanus Thorleifsson og Hørð
Askham, úr hópinum frá
farna kappingarárið. Og enn
er bert tann eini styrkurin
komin
afturat
hópinum
uttanifrá. Tað er offensivi
leikarin, Patrik Johannesen,
sum farna kappingarár var
stóri profilurin á liðnum hjá
AB, sum flutti niður úr Effo-
deildini.
Men tá hugsað verður um
hópin hjá B36, er hann ikki
so tunnur allíkavæl. Felagið
var í ár ótrúliga illa darvað
av skaðum eitt skiftið í fyrru
hálvu, og reyk kappingin
tað
tíðarskeiðið.
Sleppur
B36 undan somu skaðum
til komandi kappingarár,
hava teir stóra dygd á sínum
liðið til at gera seg galdandi í
oddinum.
Men
í
løtuni
tykist
sum um, at felagið kanska
kundi trongt til eitt sindur
av styrki til okkurt av
teimum fremru plássunum
á
liðnum.
Sunnudagin
skrivaði Norðlýsið at tað
helst kemur at vera Hans
Pauli Samuelsen,sum kemur
at styrkja B36 liðið offensivt
til komandi kappingarár.
Hann var í fjør ein av
lyklaleikarunum á liðnum
hjá B36, sum endurvann FM
heitið.
HB:
Tilgongd sum vit vita:
Sigfríður S. Clementsen
(Venjari, TB)
Frágongd sum vit vita: Øssur
Dalbúð (Til Danmarkar)
Tilgongd sum vit gita: Nakrir
leikarar, helst útlendingar
Frágongd sum vit gita: Jóhan
Troest Davidsen (NSÍ)
Í HB var eitt sindur av
rumbli tá kappingin endaði.
Heldur óvæntað steðgaði
samstarvið við venjaranum
frá farna kappingarárið, Jan
Dam, nakrar dagar undan
seinasta
leikumfarinum.
Og felagið broytti tá tann
eksterna málsetningin. Tá
Jan Dam var settur sum
venjari, meldaði HB øgiliga
varðið út, at felagið var í
einari
uppbyggingarfasu.
Men tá Jan Dam eitt gott ár
seinni reyk sum HB venjari,
vóru tað nýggir tónar. Í
HB vilja tey aftur sleppa at
kappast millum tey fremstu
liðini, og tað er fremsta mál
hjá Sigfríði S. Clementsen
sum HB venjara.
Sum støðan er í løtuni, er
hópurin hjá HB, eitt sindur
frá at vera kappingarførur
millum hini ovaru liðini.
Hópurin hevur enn onga
tilgongd fingið til komandi
ár, og fleiri ivamál eru í
hópinum frá farna kapp
ingarárið. Tað er nógv, sum
bendir á, at liðskiparin í
HB, Jóhan Troest Davidsen,
komandi kappingarár fer at
umboða
barndómsfelagið
NSÍ,
meðan
støðan
hjá
leikarum sum Fróða Benja
minsen, Christian R. Mourit
sen og Tróndi Jensen er
ógreið.
Sum støðan er í løtuni,
er tað nógv sum bendir
á, at HB fer at styrkja um
hópin komandi kappingarár
einstøkum útlendskum pro
FÓTBÓLTUR
Meðan nógv av liðunum mestsum tykjast at
hava fingið hóparnar upp á pláss til komandi
kappingarár, eru tað onnur feløg, ið framvegis
mangla at fáa fleiri brikkar upp á pláss.
EFFO-DEILDIN
FLEIRI SPURNINGAR
STANDA ÓSVARAÐIR
Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131