mánadagur 14. november 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
filum. Men enn er alt ov
tíðliga at seta navn á, hvørjir
teir kunnu vera.
Á marknaðinum í Føroyum,
hava teir flestu profilarnir
longu undirskrivað nýggjan
sáttmála til komandi kapp
ingarár. Har tykjast bert at
vera tvey nøvn tøk í verandi
støðu,
sum
eru
Víkinga
leikararnir, Erling Jacobsen
og Hans Pauli Samuelsen.
Tað er tí ikki óhugsandi, at
teir kunnu vera aktuellir í
HB til komandi kappingarár.
ÍF:
Tilgongd sum vit vita: Fritleif
í Lambanum (Skála)
Frágongd sum vit vita: Jan
Ó. Ellingsgaard (NSÍ), Karl A.
Løkin (NSÍ), Adeshina Lawal
(Víkingur)
Tilgongd sum vit gita: Har
koma nøkur nýggj nøvn
Frágongd sum vit gita: Elias
Rasmussen (Víkingur)
Í ÍF verður helst stór broyting
til
komandi
kappingarár.
Longu nú hevur felagið
sagt farvæl við tríggjar av
teimum størstu profilunum
frá farna kappingarárið í
Jan Ellingsgaard, Karl Løkin
og Adeshina Lawal. Og tað
verður ein stór avbjóðing
á ÍF liðnum at avloysa teir
tríggjar.
Enn hevur felagið bert
fingið
styrk
frá
einum
leikara, sum er lokali, Fritleif
í Lambanum, sum vendir
heim aftur frá Skála. Felagið
manglar enn at fáa nakrar
av leikarunum frá farna
kappingarárið at leingja um
sáttmálarnar.
Støðan tykist tí ógvuliga
óviss í ÍF í løtuni, tá hugsað
verður um hópin til komandi
kappingarár. Tað kann væl
henda seg, at felagið fær
tilgongd frá fleiri leikarum,
og
so
kemur
hópurin
brádliga at síggja rímiliga
sterkur út. Men sum støðan
er í løtuni, sær hópurin hjá ÍF
ógvuliga tunnur út til at gera
seg galdandi millum ovaru
liðini í Effo-deildini. Heldur
tykist tað tí at vera ein
avbjóðing at sleppa undan
at kappast í botninum.
TB:
Tilgongd sum vit vita: Eingin
Frágongd sum vit vita:
Albert Adu (KÍ), Sigfríður S.
Clementsen (Venjari, HB)
Tilgongd sum vit gita: Óvist
Frágongd sum vit gita: Óvist
Í TB er støðan óviss til
komandi kappingarár. Í løt
uni er ein prosess í gongd
millum feløgini í Suðuroynni
um at finna samstarv til eitt
felags lið í bestu føroysku
fótbóltsdeildini. Sum skilst
eru útlit fyri, at tað kann
henda longu til komandi
kappingarár. Eydnast tað,
sær hópurin hjá teimum
góður og breiður út, tí FC
Suðuroy hevur sum skilst
fleiri ungar og evnaríkar
leikarar á veg sum fara at
styrkja um felagsliðið hjá TB
og FC Suðuroy.
Men eydnast tað ikki at
finna samstarv, kemur TB
at fáa eina avbjóðing tá tað
kemur til breidd av leikarum.
Sum skilst er mongdin av
leikarum ikki serliga stór, og
tí verður leisturin helst tann
sami sum farna kappingarár,
tá felagið fekk styrk frá
fleiri útlendskum leikarum,
umframt at felagið leigaði
ungar leikarar úr HB.
Tað ber tí illa til at siga nú,
hvussu hópurin hjá TB fer at
síggja út komandi ár.
Skála:
Tilgongd sum vit vita:
Mamuka Torondjadze (FC
Suðuroy), Valerian Iobashvili
(FC Suðuroy), Michal
Przybylski (B68), Andras
Fredriksberg (NSÍ)
Frágongd sum vit vita: Rógvi
E. Nielsen (EB/Streymur),
Fritleif í Lambanum (ÍF),
Rasmus Andersson (Farin til
Svøríkis), Álvur Christiansen
(Fluttur av landinum)
Tilgongd sum vit gita: Eingin
Frágongd sum vit gita: Eingin
Uppflytararnir
frá
farna
kappingarárið
av
Skála,
kláraðu
sannførandi
at
yvirliva í Effo-deildini farna
kappingarár. Og longu nú
tykjast teir at taka stór fet,
fyri at etablera seg í bestu
deildini. Hópurin hjá Skála
til komandi kappingarár er
longu komin upp á pláss,
og at síggja til í løtuni, fer
hópurin hjá Skála helst at
síggja sterkari út komandi
kappingarár
enn
hann
gjørdi í ár. Felagið hevur
fingið tilgongd av georgisku
leikarunum frá FC Suðuroy,
Mamuka og Valerian, sum
seinastu tvey árini hava verið
lyklaleikarar hjá FC Suðuroy.
Eisini hevur Skála fingið
tilgongd av evnaríka Michal
Przybylski frá B68, sum
var millum mest eyðsýndu
leikarnar á liðnum hjá B68
í ár, sum annars kláraði seg
serstakliga illa sum lið. Eisini
er lokali Andras Fredriksberg
komin heim aftur úr NSÍ.
Hann var størsta partin av
farna
kappingarárið
illa
darvaður av skaða.
Av frágongdini hjá Skála,
er tað bert Fritleif í Lamba
num, sum var partur av
hópinum alt kappingarárið
í fjør. Hinir tríggir spældu
allir bara eina hálvu av
kappingini, og tí er eingin
ivi um at hópurin hjá Skála
komandi ár bæði kemur at
vera breiðari og betri, enn
hann var í ár.
Sum støðan er nú, sær
Skála ikki út sum ein niður
flytingarkandidatur komandi
kappingarár.
EB/Streymur:
Tilgongd sum vit vita: Rógvi
E. Nielsen (Kemur aftur frá
Skála)
Frágongd sum vit vita: Eingin
Tilgongd sum vit gita:
Sebastian Pingel (B36),
Arnbjørn Hansen (HB)
Frágongd sum vit gita:
Sjúrður Jacobsen (Gevst)
Eitt av nýggju liðunum í
Effo-deildini komandi kapp
ingarár
er
EB/Streymur,
sum farna kappingarár vann
næstbestu deildina. Teir boð
aðu tíðliga frá, at teir hava
sett nýggjan venjara til
komandi ár í Heðini Askham,
sum fyrr hevur verið venjari
í Sundalagnum við góðum
úrslitum.
Sum skilst er avmarkað,
hvussu nógv EB/Streymur
fer at styrkja seg til kom
andi ár, tí felagið roynir
at halda ein skynsaman
fíggjarpolitikk. Men helst
kemur onkur styrkur til
EB/Streym.
Liðskiparin
á liðnum í fyrru hálvu í
farna kappingarárið, Rógvi
E. Nielsen, verður í øllum
førum við á liðnum hjá EB/
Streymi komandi ár. Hann
var í seinnu hálvu í ár
útleigaður til Skála.
Eisini hava søgur gingið
um, at EB/Streymur fer at
styrkja sær um álopsinnaða
partin í Sebastian Pingel
og Arnbirni Hansen. Helst
eru
tær
søgurnar
ikki
ósannlíkar, og eydnast tað,
hava sundalagsmenn nakrar
sterkar offensivar profilar
komandi ár.
07 Vestur:
Tilgongd sum vit vita: Eingin
Frágongd sum vit vita: Eingin
Tilgongd sum vit gita:
Útlendingar
Frágongd sum vit gita: Eingin
Seinasta liðið í Effo-deildini
er 07 Vestur, sum komandi ár
aftur verður partur av bestu
føroysku
fótbóltsdeildini
eftir nøkur ár í næstbestu
deildini. Teir endaðu farna
kappingarár nummar tvey í
1.deild.
Enn hevur verið lítið
nýtt at frætt um hópin hjá
teimum, annað enn tað at
teir hava longt sáttmálarnar
við fleiri av leikarunum frá
í fjør. Tó hava teir skift út á
venjarafrontinum, har Trygvi
Mortensen komandi ár fer at
avloysa Hegga Samuelsen
sum høvuðsvenjara.
Væntandi fer 07 Vestur
at styrkja sær um hópin
við einstøkum útlendskum
profilum, tí tað tykist ikki
sum um at serliga nógvir
aðrir leikarar eru tøkir á
føroyska marknaðinum í
løtuni, har flestu leikarar
hava bundið seg til sáttmálar.
FÓTBÓLTUR
Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131