mánadagur 14. november 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LANDSLIÐIÐ
NÚ RÆÐUR
UM AT LÍTA
FRAMEFTIR
FÓTBÓLTUR
Semja er í føroysku leguni um, at hugburðurin var tann
rætti, men at tað haltaði í framrættaða spælinum
Jóannes Hansen
Í
gjárkvøldið varð punkt
um sett fyri 2016 í før
oyskum fótbólti – burt
ursæð frá U-19 landsliðnum
sum spældi fyrrapartin í dag
ímóti Kypros í EM undan
kapping. Fyrsta umfar í
landskappingini í 2017 verður
á grækarismessu. Landsliðið
skal aftur í eldin leygardagin
25. mars, tá ið setningurin
verður Andorra á útivølli.
Lars
Olsen,
landsliðs
venjari, er longu farin undir
fyrireikingarnar til avbjóð
ingarnar, sum standa fyri
framman. Undan summar
steðginum eru tað tveir
dystir. Umframt ímóti And
orra á útivølli verður talan
um Sveis á heimavølli níggj
unda juni. Eftir summar
steðgin vera fýra dystir –
Portugal á útivølli 31. august,
Andorra á heimavølli triðja
september, Lettland á heima
vølli sjeynda oktober og
Ungarn á útivølli tíggjunda
oktober.
Í gjárkvøldið sá Fróði
Benjaminsen gula kortið.
Harvið verður hann leik
bannaður í Andorra.
- Tað verður neyðugt at
skipa miðvøllin av nýggjum.
Fróði kundi havt verið við,
meðan tað verður torførari
á heimavølli ímóti Sveis, tí tá
hevur Fróði í fleiri mánaðir
verið í Danmark í útbúgving
arørindum, sigur Lars Olsen.
Í gjár var Fróði Benja
minsen fyri 90. ferð á lands
liðnum. Hann hevur ikki
enn tikið støðu til, um hann
fer at halda fram at spæla
fótbólt á hægsta støði.
Eftir 2-0 tapið í Luzern
í gjárkvøldið er Lars Olsen
farin at hugsa um næstu av
bjóðingina:
- Eg havi sagt við teir, ið
spæla í Føroyum, at tað er
neyðugt, at teir heilt skjótt
fara undir fyrireikingarnar
til nýggju avbjóðingina. Um
mánaðarskiftið januar-feb
ruar er ætlanin, at eg skal
vitja í føroysku feløgunum
fyri at staðfesta, hvussu
støðan er. Tað vil siga, um
spælararnir eru í venjing, og
hvussu tað stendur til við
skaðum. Næstu vikurnar
havi eg møguleika at fylgja
teimum, sum spæla í donsku
kappingini, ið ikki fer í
vetrarfrí fyrrenn eftir mán
aðarskiftið, sigur landsliðs
venjarin.
Lítla løtu undan dystar
loki varð Odmar Færø settur
á vøllin í staðin fyri Fróða
Benjaminsen:
- Odmar er ein møguleiki á
miðvøllinum ímóti Andorra.
Ein annar møguleiki kundi
verið Heini Vatnsdal. Trupul
leikin er, at hann hevur givið
avboð seinastu ferðirnar, og
at vit harvið ikki eru greiðir
yvir, hvussu hann er fyri,
sigur Lars Olsen.
Aftur í rætta lagnum
Landsliðsvenjarin og spæl
ararnir hava somu kenslu av,
at avrikið var á góðari leið í
Sveis:
- Eg eri vónbrotin um úrs
litið. Hugburðurin var góður
og væl betri, enn hann var,
tá ið vit taptu stórt ímóti
Portugal. Verjuparturin var
í lagi, meðan tað haltaði í
framrættaða partinum. Sam
anspælið var ikki so gott,
sum tað onkuntíð hevur
verið. Tað hevur fyri ein
stóran part við tað at gera, at
mótstøðumenninir vóru so
skjótir at seta okkum undir
trýst, tá ið vit høvdu fingið
bóltin av teimum, heldur
miðvallarin Hallur Hansson.
Hallur skal fríggjakvøldið
aftur í eldin. Tá fara hann og
liðfelagarnir í AC Horsens at
spæla landskappingardyst á
útivølli ímóti Lyngby.
Gunnar Nielsen vardi í
gjárkvøldið føroyska málið
fyri 37. ferð:
- Vit eru vónbrotnir um
úrslitið, men hugburðurin
var góður. Framgongdin hev
ur verið, at vit hava megnað
at varðveita bóltin, spæla
okkum úr fyrsta trýstinum
og at mynda álop. Tað megn
aðu vit ikki nóg væl ímóti
Sveis. Eftir eitt av góðu
landsliðsárunum bíða vit
nú eftir, at Andorra verður
á skránni um gott og væl
fýra mánaðir, sigur Gunnar
Nielsen.
Liðformaðurin, Atli Greg
ersen, var í gjárkvøldið á
landsliðnum fyri 35. ferð:
- Vit iðra okkum um mál
ini. Í fyrra førinum átti talan
at verið um rangstøðu, men
vit vóru ikki nóg avgjørdir
eftir, at teir høvdu havt eina
røð av vandamiklum støðum
og síðani beinanvegin trýstu
okkum aftur. Í seinna føri
num skoraðu teir eftir inn
legg. Tað eigur ikki at koma
fyri, men tá ið teir leggja inn
fyri kanska 60 ferðir, so er
tað ikki undrast yvir, um tað
í einum føri endar við máli.
Í føroysku leguni harmast
teir serliga um, at Sveis tíggju