mánadagur 14. november 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góðkent punktum fyri í ár
Í 436 metra hædd fer luftin eitt sindur úr
føroyska liðnum, tá Sveis skorar til 2-0
tíggju minuttir fyri tíð. Eitt góðkent avrik,
har grundarbeiðið verður gjørt, men tað
restar eitt sindur av sjampagnu brúsi í
Tróndur Arge – Luzern, Sveis
Føroyska landsliðið spælir ein góðkenda landsdyst, tá
teir í gjárkvøldið tapa 2-0 fyri Sveis í seinasta lands
dystinum í 2016. Avrikið í kuldanum á Swissproarena
er til tíðir gott, og í nógvar mátar er talan um eina
uppreisn, eftir tapið fyri Portugal.
Okkara gera nógv rætt í bæði verjustøðu og álops
støðu móti einum sterkum sveisiskum liði, ið hevur fult
stigatal eftir fýra dystir. Tó stendur tú endir við eini
kenslu av, at vit kundu havt fingið meiri burturúr – og
at hesir ungur garparnir ikki hava toppað enn.
Runuvenjing og skifting í verjuni
Ferðalagið fer avstað í góðari tíð til Luzern, har Lars Ol
sen mitt í 90 unum, sum FC Basel spælari, sløkkir bjarg
ingarvónina hjá lokala FC Luzern.
Tað er ikki gloymt, tá tíðindafólkini koma á vitjan
á venjingarvøllinum, har føroyska liðið venur fyrstu
tríggjar dagarnar. Vøllurin er heldur illa farin og í løtum
er tað runuvenjing.
Stóri spurningurin undan dystinum er, um Viljormur
Davidsen verður tøkur. Hvørki hann ella annað væl –
Jóhan Troest Davidsen – eru klárir tá dysturin byrjar. Tí
verður heitt á Bárð J. Hansen at spæla á vinstra bakki,
meðan Jónas Tór Næs kemur inn á høgra bakkin.
Annars er liðið tað saman, sum móti Portugal. Annað
enn tað er talan um ódramatiska upptakt.
Uppreisn
Mest nýtta orðið undan dystinum var uppreisn. Styrkin
á sveisiska liðnum er eitt sindur ring at lesa av. Tí verð
ur fyri tað mesta bara tosað um, at avrikið skal verða
gott. At tað er grundsteinurin undir einum møguligum
góðum úrsliti.
Frammanfyri 14.800 áskoðarum á Swisporarena
kemur føroyska liðið væl frá byrjan. Fleiri ferðir eru vit
í góðum støðum og vit eiga fyrsta skotið á mál.
Tá fyrsti fjóðingurin er spældur hevur føroyska liðið
reist seg. Vit tora og klára at halda upp á bóltin, verjan
sær gott út, og nú fær Gunnar Nielsen hondina á bóltin.
Sveis trýstir
Málið kemur aftaná 27 minuttir. Tað er ikki óuppiborið,
tí vit eru kroystir ta løtuna. Stutt frammanundan hava
vertirnir ein trífaldan møguleika, sum at enda verður
ruddaður vekk á strikuni.
Málið er óheppið, tí Bárður J. Hansen stendur ikki
á linju og tí blívur Eren Derdiyok púra leysur, tá Sveis
sendir ein langan bólt retur. Onkur vildi sagt at verja
skal fella, onnur at allir skulu standa á linju.
Vit eru nakað kroystir, men vit halda áfram at spæla
fótbólt
Máltevið skal spískast
Tíggju minuttir fyri tíð verður dysturin avgjørdur. Ric
ardo Rodríguez leggur innfyri úr vinstru og innifyri
stendur hin bakkurin, Stephan Lichtsteiner, og stútar
bóltin í málið.
Føroyska liðið hevur bóltin 37 prosent av tíðini.
Fleiri av teimum prosentunum eru gott fótbóltsspæl á
miðvøllinum, men frammanfyri brotsteiginum hjá Sveis
haltar við máltevinum.
Heldur ikki, tá vit hava deyðbóltsstøður. Onkuntíð
er leveringin ikki í topp, meðan tað aðrar ferðir manglar
ein spælari, ið klárar at avlesa hvar bólturin endar.
Felags fyri flestu av okkara framrættaðu spælarar
er, at tú hevur eina kenslu av, at teir kunnu mennast
enn meir. Tann dagin máltevið og evnini umseta góðar
støður til mál blíva góð, so kunnu vit spæla við móti
teimum heilt stóru.
trondur@sosialurin.fo
minuttir undan leikloki økti
um leiðsluna:
- Tað kundi verið heilt
spennandi
síðstu
løtuna,
um munurin var eitt mál. Tá
ætlaðu vit at spenna álops
bogan, og sveisararnir høvdu
ivaleyst kent seg strongdar,
men soleiðis varð tað ikki, tá
ið støðan var 2-0, staðfestir
liðformaðurin.
Sveis-Føroyar 2-0 (1-0)
174. landsdystur
HM undankappingardystur á Swissporarena leikvøllinum í Luzern í Sveis
Sunnudagin 13. november 2016 kl. 18.00
Dómarabólkur úr Belgia: Sébastian Delferiere, Yves De Neve, Kevin Monteny og Alxandre Boucaut
1-0: Eren Derdiyok 27.
2-0: Stephan Lichtsteiner 83.
14800 áskoðarar
Sveis: Yann Sommer, Borussia Mönchengladbach Týskland - Stephan Lichtsteiner, liðformaður, Juventus
Italia, Fabian Schär, Hoffenheim Týskland, Johan Djourou, Hamburger SV Týskland, Ricardo Rodriguez,
Wolfsburg Týskland - Valon Behrami, Watford Ongland, Blerim Džemaili, Bologna Italia (Renato Steffen,
Basel Sveis, 80.), Granit Xhaka, FC Arsenal Ongland - Admir Mehmedi, Bayer Leverkusen Týskland, Eren
Derdiyok, Galatasaray Turkaland (Haris Seferovic, Eintracht Frankfurt Týskland, 87.), Valentin Stocker,
Hertha Berlin Týskland (Edimilson Fernandes, West Ham United Ongland, 69.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Marwin Hitz, Augsburg Týskland, Yvon Mvogo, Young Boys
Sveis, Francois Moubandje, Toulouse Frakland, Nico Elvedi, Borussia Mönchengladbach Týskland, Léo
Lacroix, Saint-Étienne Frakland, Silvan Widmer Udinese Italia, Denis Zakaria, Young Boys Sveis, Gelson
Fernandes, Rennes Frakland, Remo Freuler, Atalanta Italia
Gult kort: Ricardo Rodriguez 73.
Venjari: Vladimir Petkovic
Føroyar: Gunnar Nielsen, FH Ísland 37/0 - Jónas þór Næs, B36, 48/0, Atli Gregersen, Víkingur, 35/0,
Sonni Ragnar Nattestad, Fylkir Ísland, 16/1, Bárður J. Hansen, Fremad Amager Danmark, 4/0 - Fróði
Benjaminsen, HB, 90/6 (Odmar Færø, B36, 81.,15/0), Hallur Hansson, AC Horsens Danmark, 26/3 -
Sølvi Vatnhamar, Víkingur, 15/1 (Andreas Lava Olsen, Víkingur, 81. 10/1), Brandur Hendriksson Olsen,
Randers FC Danmark, 14/2, Gilli Rólantsson, Brann Bergen Noreg, 14/0 (René S. Joensen, Vendsyssel FF
Danmark, 10/0, 78.) - Jóan Símun Edmundsson, OB Danmark, 40/5
Á vøllinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, HB 1/0, Tórður Thomsen, B36, 0/0,
Viljormur Davidsen, Vejle BK Danmark, 17/0, Kaj Leo í Bartalsstovu, FH Ísland, 9/0, Jóhan Troest
Davidsen, HB, 33/0, Klæmint A. Olsen, NSÍ, 8/0
Gult kort: Brandur Hendriksson Olsen 14., Jónas þór Næs 60., Fróði Benjaminsen 86.
Venjari: Lars Olsen
Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen
Dysturin í tølum:
Sveis – Føroyar
Mál 2 – 0
Skot 13 – 2
Skot á mál 9 – 2
Horna 10 – 4
Rangstøður 0 – 2
Bóltfordeiling 63% - 37%
Avleveringar 474 – 226
Rættar avleveringar 424 – 180
Gul kort 1 – 3
Gjørd fríspørk 12 - 15