Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge – Swisspor­arena Luzern, Sveis GUNNAR NIELSEN 5 Hevur fleiri góðar bjargingar í fyrra hálvleiki. Eftir ein óhepnan dyst móti Portugal, so spældi málverjin seg upp. Útspørkini eru eisini góð og tað hoyrdist um allan leik­ vøll­in at hann dirigeraði í verj­uni. Kundi einki gera við málini. JÓNAS TÓR NÆS 4 Er altíð garantur fyri hørð­ um og gjøgnumførdum arb­ eiði í verjustøðu. Sveis leyp á í síðunum og mangan var hann undir­mannaður. Tó kom høgri bakkurin væl frá uppgávuni, hóast hann onk­un­tíð bleiv snýttur. Í álops­støðu kemur hann væl fram­við, men fellur upp á inn­leggini og avspælingarnar í ávísum førum. Tók eisini eitt gult kort fyri liðið. ATLI GREGERSEN 4 Hevði ein góðan dag á kon­ tór­inum og ruddar ein rúgvu av innleggum vekk. Kem­ur ikki ordiliga upp á pláss í 2-0 málinum. Kann ikki lastast fyri 1-0 málið, tí at ein spælari í verjuketuni hong­ur eftir og tí blívur tað ikki rangstøða. Vísti fleiri ferðir styrki í avspælinum og evnunum at velja eina skila­ góða avlevering, tó at onkur endaði hjá teimum reyðu. SONNI RAGNAR NATTESTAD 4 Ikki hansara besti lands­dyst­ ur, men altíð væl eitt gott av­rik. Eigur mannin, sum skorar til 2-0, men vinnur í øðrum førum torførar og týd­ning­ar­miklar tvídystir. Torir eins og makk­arin í mið­ verj­uni, at føra bóltin fram. BÁRÐUR J. HANSEN 3 Eftir umstøðunum er talan um eitt góðkent avrik, tí hann verður settur inn á vinstra bakkin. Tað merkist í fleiri førum í framrættaða spælinum, at hann ikki sleppur at leggja tiltiknu inn­leggini. Tó eru nakrar vill­ur í fyrra hálvleiki og hong­ur eftir í 1-0 málinum. Tí eitt 3-tal. FRÓÐI BENJAMINSEN 3 (ÚT 89.MIN) Stríddist væl á miðvøllinum, har hann aftur er javn­vág­ in millum álops- og verju­ spælið. Er ikki eins sjónligur og hann hevur verið fyrr, men røkir uppgávuna væl. Tek­ur teir nærdystirnar hann skal og sleppur sær skila­gott av við bóltin. HALLUR HANSSON 4 Ótroyttiligur á miðvøllinum í bæði álops- og verjustøðu. Er fleiri ferðir keldan til álops­støðurnar, sum vit fáa. Um­framt at arbeiða hart og vinna bóltar, so er hann eis­ini fleiri ferðir maðurin, ið eigur skilagóðu alveringina, ið loysir upp á miðvøllinum. SØLVI VATNHAMAR 3 (ÚT 81.MIN) Ársins spælari í føroysku kapp­ingini greiddi aftur sína uppgávu á høgra vongi. Hann er gjøgnumførdur í verju­støðu og bjóðar av í fram­rættaða spælinum. Mill­um annað tíðliga í seinna hálv­leiki. Manglar tó tað síðsta fyri at blíva avgerandi. BRANDUR H. OLSEN 5 Skálvíkingurin á fram­rætt­ aða miðvøllinum stóð seg væl. Stríddist í verjustøðu, hellt væl upp á bóltin og setti í gongd í álopsstøðu. Vísti nak­rar ferðir bóltførleika á sera høgum stigi. Sigst at sjálvt Ole Gunnar Solskjær var bergtikin. GILLI R. SØRENSEN 4 (ÚT 77.MIN) Eitt gott avrik á vinstra vongi, har hann fleiri ferðir bjóð­aði verjuni hjá Sveis av. Hevði okkurt skot og innlegg, men tað eydnaðist ikki at fáa neyðuga neyvleikan í tey. Tykist væl fyri í løtuni rann fleiri ferð frá verjuni hjá Sveis við bólti. JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON 5 (DAGSINS SPÆLARI) Eitt framúr avrik frá tofta­ mann­inum á fremsta pláss­ inum. Helt sum ikki eina ferð ótrúliga fast í bóltinum og megnaði at venda spæl­ inum. Stríðist eisini fyri fleiri í verju­støðu. Eisini her skuldi Molde venjarin, Ole Gunn­ ar Sol­skjær. Einasta kritikk­ punkt­ið er vantandi mál­tevið. RENÉ SHAKI JOENSEN 3 (INN 77.MIN) Gjørdi ikki so nógv um seg fyrstu løtuni, men spældi seg heitan seinastu minuttirnar. Kom inn á vinstra vongin, har hann eisini spældi móti Lett­landi. Hevði onkra góðan temjing og vending við bólt­ inum. ANDREAS LAVA OLSEN 3 (INN 81.MIN) Kom inn seinastu minuttinar og royndi at órógva. Kundi verið spældur í onkrari støðu, men sum heild var lítil tíð at gera nakran mun. ODMAR FÆRØ (INN 89.MIN) Kom inn ein minutt fyri tíð á verjukenda miðvøllin. Ein leiklut hann møguliga kann spæla móti Andorra í mars komandi ár, tí Fróði Benjaminsen hevur leik­ bann. LARS OLSEN 4 Helt fast við tí mesta frá dystinum móti Portugal. Tað vísti seg ikki at verða so býtt. Liðið taklaði Sveis væl, men enn restar at fáa tað framrættaða spælið at blíva meiri vandamikið. Ein góðkend uppgáva – og so eitt sindur afturat. Flestu av føroysku spælarunum komu væl frá uppgávuni í Luzern í gjár. Føroyska liðið tapti 2-0, men vit tordu at spæla fótbólt og komu í fleiri góðar støður. Spælarametingar frá landsdystinum móti Sveis eru allar frá miðal og uppeftir. Føroyska avrikið var á eini góðari leið móti einum sterkur sveisiskum liði LANDSLIÐIÐ SUPER SUPER­ LIGA SPÆLARAR