Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 14. november 2016 · Nr. 131 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 23 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Tróndur Arge Ein av teimum 14.800 áskoð­ arunum á Swissporarena í gjár var fyrrverandi Man­ chester United áleyparin, Ole Gunnar Solskjær. Hann er í dag venjari hjá norska liðnum Molde. Sum skilst, so var hann har fyri at hyggja eftir før­ oyska liðnum, tí hann hev­ ur eyguni eftir onkrum av føroysku spælarunum. Teirra millum Jóan Símun Edmundsson, Sonna Ragnar Natte­stad og Viljormi David­ sen, sum tó ikki megn­aði at spæla. Jóan Símun sannførdi Jóan Símun Edmundsson hev­ur upp á stutta tíð vunn­ ið sær fast pláss á liðnum hjá OB, sum nú liggur til niðurflyting í bestu deild­ ini í Danmark. Sagt verð­ ur, at hann skal hava latið væl at avrikinum hjá tofta­ manninum í dag. Ein annar, sum leitar sær eftir nýggjum avbjóðingum er Sonni Ragnar Nattestad, sum í ár hevur verið út­leig­ aður til Fylkir í bestu deild­ini í Íslandi. Sum skilst, so bergtók Brandur Hendriksson Ol­ sen eisini fyrrverandi Man­ chest­er United framherjan við sínum góða bóltførleika. Skálvíkingur hevur langtíð­ ar sáttmála við Randers, men hevur havt trupult við at vinna sær spælitíð. Tað gjørdi hann so farna viku­ skiftið og takkaði fyri við at skjóta sigursmálið. Sunnukvøldið spældi føroyska A-landsliðið í fótbólti seinasta landsdystin í hesum árinum, tá teir á útivølli í Luzern í Sveis spældu HM-undankappingardyst ímóti vertslandinum. Sterka sveisiska liðið vann ein tryggan 2-0 sigur, har føroyska liðið royndi sítt besta, og slapp av vøllinum uttan, at talan var um eitt skrædl. Árið endaði sostatt góðkent, men samlað hevur verið talan um eitt gott landsliðsár við tveimum sigrum, einum javnleiki og trimum tapum. Leikligu avrikini ímóti Ungarn á heimavølli, tá vit vóru eina hársbreidd frá at vinna 1-0, og leikliga avrikið í útidystinum í Riga í Lettlandi, tá okkara menn vunnu ein minniligan 2-0 sigur, har serliga spælið var framúr standa fremst í huga okkara. Væl var talan um eitt skrædl ímóti Portugal á heimavølli, men vitjanin hjá Portugal við heimskenda liðskiparanum, Cristiano Ronaldo gav landi okkara nógva umrøðu. Og tað, sum stendur eftir, sum besta minnið frá dystinum ímóti Portugal er ótrúligu stuðulin hjá fjepparafelagnum "Skansanum". Einki betur um Skansa-økið á Tórsvølli verður enn størri, so rómurin verður enn størri til heimadystirnar hjá okkum í framtíðini. Enn er tó eitt fitt pettið upp til bestu tjóðirnar má staðfestast, men við tí framgongd, sum er hjá teimum yngru landsliðunum sær ikki illa út við einari framhaldandi menning av landsliði okkara. Tó sleppa vit ikki undan orðunum hjá Halli Hanssyni, landsliðsmiðvallara, at 2017 verður eitt ár, har tað má antin bera ella bresta hjá føroyska landsliðnum. Tá landsliðið spælir í Andorra 25. mars, og tekur ímóti Andorra á Tórsvølli 3. september sleppur føroyska liðið at royna seg í ein sjáldsomum leikluti, favorittleiklutinum. Týdningarmikið er, at liðið frá lítla fjallafullveldinum millum Spania og Frakland ikki verður undirmett. Givið er, at Andorra heldur seg hava ein góðan møguleika at fáa stig ímóti Føroyum. Hinvegin eru dystirnir ímóti Andorra, og eisini heimadysturin ímóti Lettlandi okkara gylti møguleiki at fáa eitt søguliga stórt stigatal. Sjey stig er metið, og higartil hava vit fingið fýra stig. Fáa vit fleiri spælarar uttanlands at spæla á hægri støði, so økist møguleikin fyri, at vit kunnu røkka søguliga stigametinum, og tann stevnan má haldast. Eisini er týdningarmikið fyri styrkismetingina í komandi Nations League kappingini, at vit kunnu fáa nøkur úrslit, sum kunnu bera okkum upp í tað ovastu styrkismetingina í bólki D, har 16 tey aftastu londini í Evropa skulu kappast í fýra bólkum. Fyri framhaldandi menningina er eisini týdningarmikið, at umstøðurnar kring landið verða bøttar, ikki minst við góðum leikvallarljósum til ta myrku tíðina av árinum. Vestara síða av Tórsvølli má eisini gerast liðug, so vit hava góðar umstøður og tak til allar áskoðararnar. Ítrótturin verður leysliga nevndur í ymiskum skjølum, sum eru komin undan síðani kommunuvalið, og so er at vóna, at talan er um okkurt meir ítøkiligt enn bara eitt A4 ark kann boða frá. Vit fara at takka Lars Olsen og spælarunum, og Skansanum fyri eitt minniligt landsliðsár við vónum um eitt enn betri og stigaríkari landsliðsár í 2017. Og hvat er so taå besta landsliðsminni? Jú tað var tá føroysku áskoðararnir, sum stuðlaðu liðnum á Skonto leikvøllinum í Riga í Lettlandi, og føroysku landsliðsspælararnir hálsfevndust aftaná 2-0 sigurin ímóti Lettlandi. Ein rørandi løta fyri bæði landsliðsspælarar og landsliðsfjepparar. Allir partar mugu arbeiða fyri, at vit kunnu hálsfevnast oftari aftaná ein vunnan dyst. Einki er givið, einki er víst, men málið má og skal verða eitt tveysiffrað stigatal. Koyr á Føroyar. Hetta var eitt meir enn góðkent landsliðsár. Eitt meir enn góð­ kent landsliðsár OLE GUNNAR HUGDI EFTIR FØROYSKUM SPÆLARUM Venjarin hjá norska felagnum Molde, tann navn­frami Ole Gunnar Solskjær var á Swissporarena í gjár, tá Føroyar taptu 2-0 fyri Sveis