mánadagur 14. november 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 46 • 14. NOVEMBER 2016
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vit eru um at raka loftið
Danjal av Rana
F
yri tveimum vikum síðani fekk
Heri Ziska heiðurin sum ársins
leiðari í frælsum ítrótti í Dan
mark.
– Eg síggi meg sjálvan mest sum
venjara, men eg skilji á lagnum, at
tað er í stóran mun orsaka av góðu
úrslitunum, sum føroysku íðkararnir
hava fingið, at eg havi fingið hendan
heiðurin, sigur Heri Ziska.
– Tað er sjálvandi stuttligt at fáa
eina slíka viðurkenning og er eisini
stuttligt fyri ítróttin, at man verður
sæddur soleiðis, sigur hann.
Hevur vunnið 14
heiðursmerki
Heri Ziska hevur verið virkin í føroysk
um ítrótti í skjótt eitt mannaminni,
fyrst sum íðkari og seinastu árini sum
venjari. Hann hevur verið virkin íðkari
síðani seinast í 80’unum og hevur
vunnið ein heilan hóp av heiðurs
merkjum, millum annað tvær ferðir
gull á oyggjaleikunum, í 1999 og
2003, og eina ferð silvur í danska
meistaraskapinum, í 1999. Heri Ziska
hevur tilsamans vunnið 14 heiðurs
merki á oyggjaleikunum, tað seinasta
so seint sum á Bermuda í 2013, tá
hann fekk bronsu í diskuskasti, 45 ára
gamal.
Heri Ziska var við á øllum Oyggja
leikunum frá 1989, tá teir vóru í
Føroyum, til 2013 á Bermuda, undan
tikið í 1991 á Gotlandi, tá honum
barst frá at fara.
Nú hann hevur latið seg í leiklutin
sum venjari, hugleiðir hann eitt sindur
um menningina, sum er farin fram í
frælsum ítrótti í Føroyum síðani hann
sjálvur byrjaði.
– Støðan í dag kann als ikki sam
anberast við støðuna í 1989, tá
Oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Før
oyum. Tá vóru vit ikki komnir úr start
holunum. Onkur einstakur av okkum
hevði vant eitt sindur, men tað var
tað. Vit hava ment okkum sera nógv
síðani tá, sigur hann.
Hann greiðir frá, at menningin tók
veruliga dik á seg, tá nakrir av teimum,
sum høvdu luttikið á Oyggjaleikunum í
1989 fluttu uttanlands í 90’unum og
byrjaðu at venja í feløgum í Danmark.
– Tá fekk mannfólkasíðan eitt
boost, men tað var tíverri avmarkað
til tað. So kom aftur ein lítil steðgur
í, har tað ikki hendi tað stóra, sigur
hann.
Kvinnurnar fanga menninar
– Í nýggjari tíð er hent nokk so nógv
aftur, við tað, at fleiri av teimum, sum
vóru frontfigurar og fóru uttanlands
tá, eru komnir heim aftur og eru
farnir at virka sum venjarar í ymiskum
feløgum. Tí er eitt nýtt ættarlið á veg,
men hesa ferð síggja vit, at kvinnurnar
eisini taka lut í menningini og taka
risafet fram á leið, eins og vit sóu hjá
monnunum tá. Menninir halda eisini á
vit at menna seg, sigur hann.
– Vit síggja eisini, at føroysku
metini og aldursmetini falla alla tíð
ina, serliga hjá kvinnunum. Tær eru í
ferð við at flyta metini á tað støðið,
har tey hoyra heima. Hetta vísir, at tær
uppliva somu menning, sum menninir
upplivdu í 90’unum, sigur Heri Ziska.
Heri Ziska sigur, at frælsi ítrótt
urin í Føroyum hevur tvær stórar av
bjóðingar í løtuni. Onnur er mangul
upp á venjarar, meðan hin eru mangl
andi venjingarumstøður um veturin.
– Frælsur ítróttur krevur sera
nógvar venjarar. Greinarnar eru ym
iskar og tey venja ymisk støð. Talið á
íðkarum er voksið nógv seinastu árini,
men nú eru vit komin hagar, at vit illa
fáa tikið ímóti fleiri, tí vit hava ikki
nokk av venjarum.
– Leyparar, kastarar, spjótkastarar,
hæddarleyparar og rennarar mugu
allir venna ymisk støð á breytini. Tí
avmarkar tað seg, hvussu nógvum vit
kunnu taka ímóti og geva dygdargóða
venjing, sigur hann.
Ynskja innandura høll
Hin avbjóðingin eru venjingarumstøð
urnar um veturin. Heri Ziska sigur,
at veruleikin er, at føroysku íðkar
arnir einans fáa vant til fulnar helvt
ina av árinum og tað sæst aftur á
venjingarstøðuni, serliga fyrra partin
av kappingarárinum.
- Okkum manlgar eina innandura
høll til venjing um veturin. Trupulleikin
um veturin er vindurin og kuldin, sum
gera, at íðkararnir kólna ov skjótt
millum øktirnar. Hetta førir eisini til,
at fleiri teirra fáa trupulleikar við
skaðum.
Hann gleðist um, at tey sleppa at
venja undir taki á Tórsvølli um veturin,
men tað er kortini ikki nokk.
– Vit fáa tí ikki rættan intensitet
og kvalitet í venjingini um veturin. Vit
fáa tí ikki eina optimala venjing av
íðkarunum gjøgnum veturin. Vit fáa
ikki gjørt nakað við hetta, uttan so
at vit fáa eina innandura høll, har vit
kunnu venja í hita og geva okkum tíð
at venja smálutirnar. Tað fáa vit ikki
gjørt, tá vindurin blæsir 15-20 m/s og
tað er kavaælingur, sigur hann.
Heri Ziska vísir á, at kanningar vísa,
at tað er beinleiðis samband millum
støðið á frælsum ítrótti í norðurlond
um og talinum á innandura hallum.
- Íslendingar gjørdu eisini eitt
skarvslop innan frælsan ítrótt, tá teir
fingu nakrar innandura hallir, og tað
er einasta gongda leiðin hjá okkum.
Smáu fimleikahallirnir, sum vit so dánt
sleppa fram at, eru ikki nóg góðar til
okkara tørv, sigur altso ársins leikari
í frælsa ítróttinum í Danmark, Heri
Ziska.
Menningin av frælsa ítróttinum í Føroyum hevur verið sera stór seinastu árini,
men Heri Ziska, venjari, sigur, at nú eru vit um at nærkast loftinum. Vánaligar
venjingarumstøður um veturin og mangul upp á venjarar virka avmarkandi.