Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-14, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2016síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 46 • 14. NOVEMBER 2016 23 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Ein innilig tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum 4.767, sum á kommunuvalinum týsdagin 8. november 2016 valdu at greiða atkvøðu fyri Javnaðarflokkinum, og ikki minst takki eg tykkum 2.507, ið persónliga valdu at stuðla mær. At fólksins rødd er so greið, er besta skoðsmál, vit kunnu fáa fyri hesi 12 árini, tað hepnaðist Javnaðarflokkinum at sita við leiðsluni í høvuðsstaðnum. Eisini vil eg takka øllum valevnum okkara og øllum tykkum, sum á ymsan hátt hava hjálpt til og tikið eitt tak í valstríðnum fyri flokk okkara. Vit fimm, ið eru valda manningin hjá Javnaðar­ flokkinum í Tórshavnar býráð hetta komandi skeiðið, fara at gera okkara besta fyri væl at umboða tykkum, ið hava valt okkum. Blíðar heilsanir Heðin Mortensen borgarstjóri Nýggjur borgar­ stjóri í Fámjin Eitt tað minsta bygdaráðið í Føroyum, Fámjin, hevur nú skipa seg. 1. januar taldi Fámjins kommuna 86 íbúgvar. Kommunur við færri enn 100 íbúgvum hava tríggjar limir í bygda-ráðnum og innvaldir á valinum blivu Jóanis Lisberg, Arnbjørn Ingi í Smiðjuni og Arni Nielsen. Jóanis Lisberg gjørdist borgarstjóri. Hann var eisini fyrst valdur vð 22 atkvøðum. Arnbjørn í Smiðjuni bleiv varaborgarstjóri. Jóanis Lisberg er úr Sumba og sambært Arna Nielsen, so hevur Fámjins kommuna havt borgarstjórar aðrastaðni frá tey seinastu 20 árini. Seinastu átta árini hevur Eyðdis Ellendersen siti sum borgarstjóri. Hon er úr Øravík. Áðrenn hana sat Elin Nielsen borgarstjóri í 12 ár. Hon er ú Mikladali. N ótaskipið Ruth, sum før­ oyingurin Gulak Madsen eigur, landaði í síðstu viku størstu last av makreli, sum nakrantíð er landað í Danmark. Lastin telur saman­lagt eini 2400 tons. Hans Jacob Petersen, skipari á Ruth sigur við danskar miðlar at so vítt hann veit, so er hetta størsta last av makreli, ið er landa í Danmark, Norra, Skotlandi og Føroyum. Nýggja Ruth, ið stutt síðan bleiv levera til reiðaríið, hevur størri kapacitet enn gamla Ruth, ið nú eitur Norðin-gur. Hanus Hansen keypti gomlu Ruth. – Tað er ein orsøk til, at Ruth hevur nógv betri møguleikar at landa eina last sum hesa, sigur Hans Jacob Petersen. Harafturat eru eisini nógv betri møguleikar við størru orku og ferð, ið ger, at skipið siglir nógv betur og effektivari, sigur Hans Jacob Peter­ sen. Hans Jacob Petersen og Ruth settu eisini met í síðstu viku, tá teir landaður 2150 tons av makreli í Egersund í Norra, ið er størsta last, ið nakrantíð er landað í Egersund. Ruth hevur í ár landa uml. 7000 tons av makreli. Nótaskipið Ruth setti met