Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-14, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 46 • 14. NOVEMBER 2016 24 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Føroya sterkasti móti heimselituni Terji Nielsen H esi seinnu árini hevur Bjarni Nielsen verið í einum flokki fyri seg, tá ið tað snýr seg um vin- na heitið Føroya Sterkasti Maður. 28 ára gamli havnarmaðurin fór av álvara at venja miðvíst fram ímóti at gerast Føroya sterkasti maður fyri einum fimm árum síðani, og tað var skjótt greitt, at hann hevði evnini til at koma langt innan hesa ítrótt. Skal kappast móti fyrimyndini Sigrarnir í kappingini um at gerast Føroya sterkasti hava eisini givið Bjarna Nielsen blóð á tonna at sleppa at royna seg móti summum av teimum sterkastu úti í heimi, og tað hevur hann longu nú roynt nakrar ferðir. Leygardagin sleppur hann so at kappast móti tveimum av teim­um allarsterkastu í heiminum umframt trimum av sterkastu norðurlend­ing­ unum í stórari kapping, sum verður hildin í høllini á Hálsi í Havn. Bjarni hevur luttikið í slíkari kapp­ ing í Føroyum áður, og tá ið nakrir av hesum risunum vitjaðu her á landi í fjør og kappaðust við Bjarna Nielsen, og tá stóð føroyski risin seg ómetaliga væl og gjørdist bara hálvtannað stig framman fyri vinnaran av kappingini. Risarnir, sum koma til Føroya at kappast við Bjarna Nielsen, eru Zydrunas Savickas úr Litava, Laurence Shahlaei úr Bretlandi, Jon Olav Granli og Bjørn Andre Solvang úr Noreg, umframt Mikkel Leicht, sum er sterk­ asti maður í Danmark. Serliga litaviski Zydrunas Savickas er ikki hvør sum helst innan kappingar fyri sterkar menn. Litavin hevur ikki færri enn fýra ferðir vunnið heitið sum heimins sterkasti maður, og heili átta ferðir hevur hann vunnið stóru kappingina, sum nevnist “Arnold Strong­man”, ið er ein kapping, sum er uppkallað eftir Arnold Schwarz­ negger. Zydrunas Savickas er harum­ framt eisini kosin til at vera heimsins sterkasti maður nakrantíð. Júst Zydrunas Savickas er heilt stóra fyrimyndin hjá Bjarna Nielsen, so hjá sterka havnar-manninum er tað nakað heilt serligt at sleppa at kappast móti síni fyrimynd. Laurence Shahlaei er í løtuni sterkasti maður í Europa, so tað er heldur ikki ein og hvør, so tað er einki at siga til, at Bjarni Nielsen veruliga fær kapping á Hálsi leygardagin. Sjálvur sigur Bjarni Nielsen, at hann altíð fer við til eina slíka kapping fyri at vinna kappingina, men hann er greiður yvir, at tað verður ógvuliga torført. Men eydnast tað ikki, so krevur hann av sær sjálvum, at hann í minsta lagi verður tann fremsti av teim­wwwum fýra norðurlendingunum. Kappingin, sum nevnist Toyota Battle, verður í Ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin, og lagt verður til brots klokkan 15.30. Bjarni Nielsen, sum hevur vunnið heitið Føroya Sterkasti Maður seinastu trý árini, fer komandi leygardag at kappast móti sjálvari heimselituni innan sterkar menn í Ítróttarhøllini á Hálsi Bjarni Nielsen, skal leygardagin kappast móti nøkrum av sterkastu monnunum í heiminum í stórari kapping í Havn. Mynd: Álvur Haraldsen Zydrunas Savickas hevur heili fýra ferðir vunnið heitið sum heimsins sterkasti maður, og hann er eisini kosin heimsins sterkasti maður nakrantíð. Bretin Laurence Shahlei hevur í løtuni heitið sum sterkasti maður í Europa