Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-14, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2016síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 46 • 14. NOVEMBER 2016 25 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Norðoya Sparikassi Ósávegur 1 Postboks 149 FO-710 Klaksvík Tel. 47 5000 Fax 47 6000 ns@ns.fo www.ns.fo Avloysarastarv í Norðoya Sparikassa, Klaksvík Eitt avloysarastarv í kundatænastuni á høvuðsdeildini er leyst at søkja og skal setast skjótast til ber. Tíðarskeiðið er til og við ársenda 2017. Lønin verður ásett sambært sáttmála millum YTF og FAG. Upplýsingar um starvið Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til: Kundatænastuna Att.: Julianna Thomsen, deildarleiðari Telefon: 475012 Fartelefon: 295012 Teldupostur: julianna@ns.fo Umsókn saman við próvskjølum, viðmælum og CV skal verða sparikassanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. nov. 2016 og skal sendast til: Fakligir førleikar Peningastovnsútbúgving ella miðnámsskúli er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Persónligir eginleikar Ert tú sinnað/ur at veita eina kundatænastu í serflokki, jalig/ur, hevur góð samstarvsevni, eins og tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt, er Norðoya Sparikassi møguliga arbeiðsplássið fyri teg. Uppgávurnar fevna eitt nú um: • Kassaavgreiðslu • Telefontænastu • Kundaráðgeving • Aðrar fyrifallandi uppgávur Norðoya Sparikassi Att.: Eyðun Nolsøe, starvsfólkaleiðari Ósávegur 1 Postsmoga 149 FO-710 Klaksvík Kann eisini sendast sum teldupostur til: eydunn@ns.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. – undir Norður­ lendsku bókasavns­ vikuni 14.-20. nov. N orðurlendski felagsskapurin stendur sum sterkast, tá ið størsta norðurlendska upp­ lestrartiltakið fer fram við meiri enn 150 00 luttakarum - dupult so nógvum sum á Roskilde-festivalinum! Mánadagin 14. november savnast børn, ung og vaksin um øll Norður- og Balta-lond, tá ið tey um sama mundi fara at lesa upp úr sama teksti. Fyri 20. ferð verður skipað fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni við tí endamáli at varpa ljós á norður­ lendskar bókmentir og at halda gamalt frásøgukynstur í hevd. Kanska fer Norðurlendska bóka­ savnsvikan at seta óalment heims­ met, tá ið lisið verður upp í meiri enn 2000 skúlum og bókasøvnum um øll Norður- og Baltalond. Tá tað er sum myrkast her norðuri hjá okkum, tendra vit eitt kertuljós og lesa eina søgu. Hetta hevur verið aðalmálið fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuna í meiri enn 20 ár. Bøkurnar til upp­ lesturin í ár eru Summarið hjá Gudmundi eftir norska rithøvundan Stian Hole, Allatta! 2040, ið er stuttsøgur eftir ungar grønlendingar og Vatnvørðurin eftir finsku Emmi Itäranta. Í norðurlendskum bók­ ment­um finna vit framúr perlur, ið vit ynskja at fáa fram. »Í dag verða vit áhaldandi órógvað av telefon, teldu og sjónvarpi, um vit vilja tað ella ikki. Við upplestri og skaldskapi fáa vit eina hvíld í rokmikla gerandisdegnum og møguleika at fordjúpa okkum í einum øðrum heimi - bókmentaheiminum. Felagsskapurin, sum myndast av at lesa upp sama tekst í meiri enn 14 londum sam­ stundis, er ótrúligur og skapar eitt serstakt norðurlendskt samband«. - Anne Malmström, verkætlanarleiðari Norðurlendsk bókasavnsvika. Bókasavnsvikan, ið hevur Norður­ lond sum fokus, er vika við ørgrynnu av bókmentum, upplestri, framsýningum, kjaki og mentanarligum upplivingum fyri túsundatal av børnum og vaksnum. Kanska verður skipað fyri upplestri í onkrum skúla ella bóka­ savni, nærindis har tú býrt? Líka úr Grønlandi fyri vestan og til Hvíta­ russlands fyri eystan skipa smáir og stórir stovnar fyri upplestri sum liður í Norðurlendsku bókasavnsvikuni 2016. »Tað er ein góður siður, tá Norðurlendska bókasavnsvikan ger tað lætt at skipa fyri nøkrum so serstakum, samstundis sum at tað er púra ókeypis. Og øll hava møguleika at skipa fyri onkrum, uttan mun um tað er nógv ella lítið. Okkara bókasavn hevur í fleri ár skipað fyri upplestri fyri børnum« - Annika Egholm, býar­ bókavørður, Klaksvíkar bókasavn Tendrið eitt kertuljós og lesið eina søgu undir Norðurlendsku bóka­ savnsvikuni 2016. Øll Norður- og Balta­lond lesa í felag Tað stundar til jóla… Keramikk jólamenn LED 6 cm 139,95 21 cm 169,95 43995 13995 16995 Jólastaki 7 LED hvítur 99,95 svartur 149,95 HEILDARVEITARI