týsdagur 15. november 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
T
á tú velur útbúgving,
velur tú eisini aðrar
lestrarmøguleikar frá. Tí
snýr tað seg um at taka
eina avgerð, sum tú eisini verður glað/
ur fyri í longdini. Tað kunnu jú vera
fleiri lestrarmøguleikar sum passa
væl til tín, og tí er tað týdningarmikið
at tú hugsar teg væl um. Valið er jú
títt!
Stig 1: Kenn teg sjálva/n
• Hvørji eru tíni fakligu áhugamál?
• Hvørji frítíðarítriv hevur tú?
• Hvørji eru ynskir tíni í sambandi
við útbúgving, arbeiðslív, familju,
frítíð og vinir?
• Hvørjir lutir eru týdningarmiklir
á einum framtíðar arbeiðsplássi?
VENJING 1: Tekna tær ein Mind Map.
Tak eitt stórt pappír og skriva navn
títt í miðjuna. Tekna síðani strikur út
frá navninum, og skriva her stikkorð
sum umboða tíni áhugamál. Minst til
at hugsa breitt. Hvørji eru fimm tey
týdningarmestu áhugamálini?
VENJING 2: Skriva ein pluss-minus
lista yvir ting ella øki sum tær dámar
– og ikki dámar.
VENJING3: Skriva ein lista yvir ting
sum hava týdning fyri títt framtíðar
arbeiði.
Stig 2: Kenn tína leið
•
Innan hvat áhugaøki ynskir tú
at útbúgva teg?
•
Hvørjar útbúgvingar innan hetta
øki kundu verið áhugaverdar?
•
Hvørjar eru tínar styrkir?
VENJING 4: Ger ein lista yvir tínar
styrkir og økini har tú metur teg hava
hesar styrkirnar.
Stig 3: Kenn tíni egnu
krøv til lesturin
•
Hvussu dámar tær best at læra?
•
Hvat slag av lestrarumhvørvi er
týdningarmikið fyri teg?
•
Hvussu skal kyns- og
aldursbýtið vera, fyri at tú trívist
best?
•
Hvar kundi tú hugsað tær at
tikið tína útbúgving?
•
Hvørjir eru tínir tankar um
møguleikan fyri starvsvenjing
og/ella at taka eina lestrarhálvu
uttanlands?
•
Hvussu long skal útbúgvingin
vera?
VENJING 5: Skriva ein stuttan tekst
um teg sjálva/n og hvussu tú lærir
best. Hvussu gert tú, tá tú skalt fáa
innlit í nakað nýtt?
VENJING 6: Skriva ein lista yvir
týdningarmikil viðurskiftir í tínum
komandi lestri.
VENJING
7:
Kanna
hvørjir
útbúgvingarformar
og
hvat
lestrarumhvørvi er á teimum
útbúgvingunum, sum tú kundi
hugsað tær.
Stig 4: Kenn tínar
møguleikar
•
Hvørjar útbúgvingar ljóða mest
spennandi? Og hvussu passa
hesar saman við svørunum sum
tú komst fram til í Stig 1-3?
•
Hvørja vitan manglar tær fyri at
skerja útbúgvingartalið niður í
3-5 útbúgvingar?
VENJING 8: Ger ein lista yvir
fyrimunir og vansar fyri hvørja
útbúgving, sum enn hevur tín áhuga.
Stig 5: Kenn títt val
•
Hvussu kanst tú fáa meira
kunning og koma tættari at
útbúgvingunum?
•
Hvørjar eru upptøkutreytirnar
til tær ynsktu útbúgvingarnar?
•
Nær er umsóknarfreistin?
•
Hvussu ynskir tú at raðfesta,
um tú søkir inn til fleiri ymiskar
útbúgvingar?
•
Ynskir tú standby-pláss?
•
Hvørji skjøl skulu festast við
umsóknini?
Tað er tú, sum tekur endaliga
avgerð um tína útbúgving, men nú
kanst tú fáa svar upp á spurningar
um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur
Føroya, vegleiðir teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og
um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger arbeiðir dagliga við at
vegleiða fólki, sum ætla sær
undir útbúgving í Føroyum ella
uttanlands, antin tað er styttri
ella longri útbúgving, verklig ella
ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um
útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svarar Holger tær her í
Sosialinum.
Samanbering av 13-stiganum og 7-trinsstiganum:
Soleiðs verða tíni próvtøl umsett tá søkt verður inn á hægri útbúgving í
Danmark:
Viðvíkjandi upptøku í Den Koordinerede Tilmelding, (KOT), eru nøkur
sum søkja við miðal-próvtølum eftir 13-stiganum. Her ber til at síggja
umrokningartabellina sum verður nýtt til at flyta próvtølini frá
13-stiganum til 7-trinstigan.
Til ber at lesa meira um hetta á www.optagelse.dk, undir »Fra 13 skalaen
til 7-trinsskalaen«.
13-stigin/7-trinstigin
13-stigin/7-trinstigin
13-stigin/7-trinstigin
6,0 svarar til 2,0
8,4 svarar til 6,9
10,8 svarar til 12,1
6,1 svarar til 2,0
8,5 svarar til 7,2
10,9 svarar til 12,1
6,2 svarar til 2,1
8,6 svarar til 7,4
11,0 svarar til 12,2
6,3 svarar til 2,3
8,7 svarar til 7,7
11,1 svarar til 12,3
6,4 svarar til 2,5
8,8 svarar til 8,0
11,2 svarar til 12,3
6,5 svarar til 2,6
8,9 svarar til 8,2
11,3 svarar til 12,4
6,6 svarar til 2,8
9,0 svarar til 8,5
11,4 svarar til 12,5
6,7 svarar til 3,0
9,1 svarar til 8,8
11,5 svarar til 12,5
6,8 svarar til 3,2
9,2 svarar til 9,0
11,6 svarar til 12,5
6,9 svarar til 3,4
9,3 svarar til 9,3
11,7 svarar til 12,5
7,0 svarar til 3,6
9,4 svarar til 9,5
11,8 svarar til 12,5
7,1 svarar til 3,8
9,5 svarar til 9,8
11,9 svarar til 12,5
7,2 svarar til 4,0
9,6 svarar til 10,0
12,0 svarar til 12,5
7,3 svarar til 4,2
9,7 svarar til 10,3
12,1 svarar til 12,5
7,4 svarar til 4,4
9,8 svarar til 10,4
12,2 svarar til 12,6
7,5 svarar til 4.6
9,9 svarar til 10,7
12,3 svarar til 12,6
7,6 svarar til 4,9
10,0 svarar til 10,9
12,4 svarar til 12,6
7,7 svarar til 5,1
10,1 svarar til 11,0
12,5 svarar til 12,6
7,8 svarar til 5,4
10,2 svarar til 11,2
12,6 svarar til 12,7
7,9 svarar til 5,6
10,3 svarar til 11,4
12,7 svarar til 12,7
8,0 svarar til 5,8
10,4 svarar til 11,5
12,8 svarar til 12,7
8,1 svarar til 6,1
10,5 svarar til 11,7
12,9 svarar til 12,7
8,2 svarar til 6,4
10,6 svarar til 11,8
13,0 svarar til 12,7
8,3 svarar til 6,6
10,7 svarar til 11,9
Spyr og fá svar
um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Her sært tú hvat próvtøl frá 13-stiganum svara til í
7-trinstiganum og í nøkrum øðrum próvtalsstigum:
DK
DK
EU
USA
UK
Noreg
Svøríki
13-stigin
7-trinstigin ECTS stigin
11, 13
12
A
A+
A
6
20
10
10
B
A, A-
B
5
17.5
-8, 9
7
C
B+, B
C
4
15
7
4
D
B-, C+, C
D
3
12.5
6
02
E
C-, D+, D
E
2
10
03, 5
00
Fx
D-, F
N
1
0
00
-3
F
F
N
-3
0
Finn røttu útbúgvingina
– Valið er títt!