týsdagur 15. november 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VIÐMERKINGAR
Tórfinn Smith
At
telvingar
um
valdsbýti
fara fram eftir
valúrslitið
er
greitt, er einki
nýtt.
Soleiðis
hevur
altíð
verið og fer eisini altíð at verða.
Tað sum er hent í Havnini er heldur
einki undantak, sum væl skiljandi
er. Avtalur eru gjørdar, sviknar og
nýggjar avtalur gjørdar, og eftir
stendur nú – fyribils væl at merkja
– snildasti vinnarin.
Men
Havnin,
høvuðsstaður
okkara, hevur annað uppborið
og
annað
fyri
neyðini
enn
partapolitiskt snildi, og spurning
um persónligan valdshug, sum
higartil hevur staðið ovast á
breddanum síðani valkvøldið 8.
november.
Høvuðsstaðurin hevur meira
brúk fyri eini tryggari leiðslu,
sum kann fremja skilagóðar lang
tíðarloysnir enn navnið á honum
ella henni, sum fær sæti á ovastu
rók. Einum býarstýri, sum við
ideologiskum samróðri, best verður
ført fyri at átaka sær framtíðar
stóru avbjóðingar til frama fyri
borgaran – ikki bert í Havn, men
um landið alt.
Er nøkur sum helst meining
í at stilla upp partapolitiskt, er
einki meira natúrligt, enn at tveir
flokkar sum Javnaðarflokkurin
– enntá sum hin størsti, og Tjóð
veldisflokkurin, við sínum rimmar
valúrsliti, gjørdist næst størsti
flokkur, finna saman, og so mugu
persónsspurningar koma í aðru
røð.
Gera hesir flokkar ikki tað, hava
teir í felag borðreitt fyri einum
munandi styrktum Fólkaflokki –
størsta politiska mótsetninginum,
og hava harvið bitið høvdið av allari
skomm. Vónandi fara hesir báðir
flokkar at nýta vanligt politiskt vit
og skil.
Nú má varandi politiskt skil ráða
Vegna Heilbrigdi
Árni Rein
Heilbrigdi – eitt
viðgerðarheim
við úrslitum.
Í seinastuni
hevur verið kjak
um viðgerðar
stovnarnar
í
Føroyum, bæði
verandi og komandi stovnar.
Heilbrigdi er tann einasti av
hesum, ið enn ikki hevur luttikið í
hesum kjaki.
Tí vilja vit við hesum stutt greiða
frá viðgerðarheiminum Heilbrigdi.
Viðgerðarheimið Heilbrigdi hev
ur virkað síðan 1986.
Her eru og verða alkolistar,
rúsdrekka- og evnismissbrúkarar,
viðgjørdir eftir staðfestingini hjá
alheims heilsustovninum WHO,
um at alkoholisma er ein sjúka.
Heilbrigdi er í dag ein stovnur,
ið virkar undir Heilsumálaráðnum.
Her kann sigast, at hetta er eitt opið
og gott samstarv.
Viðtøkurnar fyri Heilbrigdi vóru
í 2010 broyttar í tøttum samráði við
Heilsumálaráðið, m.a. er greitt, at
um virksemi hjá Heilbrigdi heldur
uppat, at so falla allar ognirnar til
avvarandi stjórnarráð.
Nevndin er ein sonevnd sjálv
suplerandi nevnd, men skal hava
góðkenning frá Heilsumálaráðnum
um nýggir nevndarlimir verða
valdir.
Heilbrigdi hevur alla tíðina
fingið eina rakstrarjáttan tillutaða
á fíggjarlógini undir heilsumálum.
Øll peninganýtslan verður av
greidd gjøgnum Gjaldstovuna og
øll starvsfólk eru sett við setanar
sáttmála, ið Heilsumálaráðið hevur
góðkent, og øll arbeiðsøkir eru
neyvt lýst.
Lækni er knýttur at Heilbrigdi
24 tímar um døgnið. Tríggir yvir
læknar
á
Landssjúkrahúsinum
røkja hesa uppgávu, og hava gjørt
hetta í góð 20 ár. Ongin sjúklingur
verður innskrivaður á Heillbrigdi
uttan at verða kannaður, diagone
seraður og settur í viðgerð av vakt
havandi lækna.
Tá henda viðgerð er liðug verður
ein ætlan gjørd fyri víðari viðgerð.
Ein royndur psykologur er eisini
knýttur til Heilbrigdi.
Í seinastuni er tíbetur komið eitt
positivt kjak, um hvat vit gera fyri
ungar missbrúkarar.
Tað hava verið nógvir mis
brúkarar í viðgerð á Heilbrigdi,
heilt niður til 18 ára aldur. Her,
eins og hjá alkoholikarunum, eru
viðgerðarúrslitini missjøvn, men
nógv hava fingið varandi hjálp.
Rúsevnini broytast skjótt, og vit
vita, at vit í dag ikki klára at hjálpa
øllum evnisnissbrúkarum.
Orsøkirnar eru umstøðurnar
og
vantandi
starvsfólkavitanin
í sambandi við nýggju evninini,
sum verða nýtt. Alkoholikarin
hevur t.d. brúk fyri viðgerð, ið varir
í ca. seks vikur, meðan ein annar
rúsevnismissnýtari kanska krevur
tvey ára viðgerð.
Heilbrigdi hevur eitt sera gott
samstarv við Landssjúkrahúsið.
Her eru læknar við útbúgving
innan
rúsevnismissnýtslu.
Tað
kann koma fyri, at støðan er akutt
fyri ein missnýtara, og her hava vit
gott samband við kvalifiseraðar
rúsevnismissnýtaraviðgerðir uttan
lands.
Alt virksemi í Heilbrigdi er væl
dokumeterað og er til skjals.
Fundur, eftir ynski frá Heil
brigdi, hevur verið millum Lands
sjúkrahúsið,
psykiatrisku
deild
og Heilbrigdi um at arbeiða nærri
við hesum trupulleika, fyri síðan
at koma við eini ætlan til Heilsu
málaráðið.
Sjúkan
alkoholisma
hevur
ymisk eyðkennir, og eitt teirra
er avnoktan. Avnoktanin ger, at
tað fyri alkoholikaran og hansara
nærmastu er ein stór skomm at
viðganga, at hann/hon er bundin
av alkoholi, heilivági ella øðrum
evnum.
Í altjóða høpi er komið fram, at
alkoholikarin hevur sera torført
við at søkja sær hjálp gjøgnum
vanligu heilsuskipanina. Aftur her
er skommin ein forðing.
Tess vegna hava aðrir viðgerða
hættir tikið seg upp.
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á
Velbastað byggir á AA-hugsjónina.
AA arbeiðir eftir 12 stigum,
sum hava til endamál, at geva
alkoholikaranum
og
hansara
nærmastu eitt gott og virðiligt lív
uttan rúsevnir. Hesi 12 stigini eru
grundarstøðið undir viðgerðini
í viðgerðarheiminum Heilbrigdi.
Millum manna er henda nevnd
Minnisotaviðgerð.
Hetta er ein alheimsviðgerð. Í
viðgerðini er tú innskrivaður í Heil
brigdi, t.v.s. døgnviðgerð og sjúkra
skrivaður eftir almennum reglum.
Ein partur í viðgerðini í dag er,
at vit hava eftirviðgerðarskeið ein
dag um mánaðin, og at vit hava
famijuuskeið eisini eina ferð um
mánaðin.
Journalur verður gjørdur til
hvønn sjúkling, meðan hesin er á
Heilbrigdi. Viðgerðin byggir eisini
á navnloynu.
Øll tøl, ið verða nýtt millum
myndugleikan og Heilbrigdi eru
anonymiserað.
Hagtøl eru fyri: innleggingar,
menn, kvinnur, hvat slag av rúsi
er nýttur, hvussu ofta í viðgerð,
hvussu leingi í viðgerð, aldur. o.a.
Dømi: Í 2015 vóru 88 sjúklingar í
viðgerð, meðalviðgerðartíðin var 27
dagar. Meðalaaldurin var 51 ár.
75 menn og 13 kvinnur vóru í við
gerð. 56 vóru í síni fyrstu viðgerð,
meðan 32 høvdu verið í viðgerð
áður.
13 av monnunum vóru í viðgerð
fyri blandinsmisbrúk, og tað sama
vóru sjey av kvinnunum.
Sum nevnt so hava vit fullfíggj
að hagtøl fyri 29 ár.
Herav sæst, at umleið 3.200
ymiskir persónar hava verið í
viðgerð, og mett er, at umleið 2.000
av hesum ikki longur eru bundin
av rúsevnum. Sigast kann, at av
teimum 3.200 eru umleið 600
deyðir.
Roknskapur,
grannskoðara
protokoll og ársfrágreiðing eru
góðkendar av nevndini, Heilsu
málaráðnum og Landsgrannskoð
aranum, uttan viðmerking.
Mál og avrikssátmáli hevur
eisini verið millum Heilbrigdi og
Heilsumálaráðið til 2016.
Spurningurin um, hvat tað al
menna fær burturúr vðgerðini er
ikki torførur at svara, tá ið tølini
vísa, at 2000 edrúir alkoholikarar
dagliga eru til arbeiðis og eru
vælvirkandi í samfelagnum.
Skal gera vart við, at við
gerðirnar í Føroyum ikki eru eins,
og tí ber illa til at samanbera, hvat
virkar best.
Vit staðfesta bert úrslitini á
Heilbrigdi.
Soleiðis virkar Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað