týsdagur 15. november 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í sambandi við, at nýggi Virknis- og umlættingardepilin
letur upp á Sandi, verður móttøka í deplinum
17.11.2016 millum kl. 14 og 16
Landstýriskvinnan í almannamálum Eyðgunn Samuelsen og onnur koma at
halda røðu. Eisini verður sangframførsla og ein góður drekkamuður at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Móttøka í nýggja Virknis- og
umlættingardeplinum á Sandi
Av hjartanum ynski eg at takka øllum tykkum, sum settu kross við
meg tann 8. november 2016. Eg eri takksom fyri álitið, mær er víst,
og lovi at halda vallyfti míni, at vera erlig og ágrýtin í øllum, eg takist við.
Kærar heilsanir
Bjørghild Djurhuus
Hjartans tøkk øll somul ið valdu lista
Vit sóknast eftir starvsfólki ,
at umsita ymiskar uppgávur á
fíggjardeildini.
Starvið
Talan er um umsiting av lønum og
øðrum starvsfólkaviðurskiftum,
umsiting av góðskuskipanum
og aðrar viðkomandi uppgávur.
Førleikar
Álítandi og røkin, saman við
góðum samstarvsevnum, eru
lyklaorðini fyri tínar persónligu
eginleikar.
Tú hevur royndir og førleika til alt
vanligt telduarbeiði og hevur
hegni til tað skrivliga. Royndir
innan umsitingarligt arbeiði
er ein fyrimunur.
Vit bjóða
Talan er um eitt áhugavert starv,
á einum góðum arbeiðsplássi,
við góðum arbeiðsumhvørvi.
Tú fært alla neyðuga upplæring
í viðkomandi telduskipanum og
øllum vanligum arbeiðsgongdum.
Starvsstaðurin verður á skrivstovu
okkara á Óðinshædd.
Hevur starvið tín áhuga?
Fleiri upplýsingar fáast við at
venda sær til Rasmus Joensen á
telefon 34 35 00.
Seinasta freist, at senda inn
umsókn er 21. november 2016.
Miðja verður eftir at seta starvið
sum skjótast.
Umsóknir vera at senda til :
Effo Pf.
Postboks 3098
FO-110 Tórshavn
Att: Rasmus Joensen
ella sum teldupost til: raj@effo.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar
í trúnaði.
Effo Pf. Postboks 3098 110 Tórshavn Tel +298 34 35 00 www.effo.fo
Starvsfólk til
fíggjardeildina
Eg havi bæði tapt og vunnið á hesum
býráðsvalinum. Tjóðveldi fekk sítt besta
býráðsval nakrantíð við 3.375 atkvøðum,
sum svarar til nærum 28%. So nógvar
atkvøður og so stóran lut hevur flokkurin
ongantíð havt áður.
Fegnist um sum valevni í 16 ár at hava
verið við til at lyfta Tjóðveldi fyrst úr
tveimum sessum upp í tríggjar og síðani
upp í fýra.
Tíðin í samgongu var góð. Vit fingu nógv
á skaftið saman við serliga Javnaðar
flokk inum og fegnast framvegis um tey
stóru og neyðugu tøk, ið tá vórðu tikin.
Andstøða er ein neyðugur og spennandi
leiklutur. Hann havi eg roynt í báðum
endunum á býráðstíðini og eri nøgdur
við tað, sum flokkurin fekk burtur úr í
størri undirtøku í báðum førum.
Eftir 16 ár á Vaglinum rukku mínar
persónligu atkvøður ikki til ein býráðssess
hesaferð. Eg var seks atkvøður ov stuttur.
Tað er ein nýggj støða, sum eg skal venja
meg við, men eg vænti ikki, at tað verður
so torført, hóast býráðið og kommunan
hava malið í knokkinum so at siga hvønn
dag hesi fýra skeiðini.
Ein er tíðin at dansa. Takki nú fyri
samarb eiði í flokkinum og býráðnum.
Takki fyri tann dygga stuðulin, eg havi
fingið frá veljarunum á øllum valunum.
Ynski teimum valdu til lukku við vón um,
at væl spyrst burtur úr til frama fyri fól
kið í Tórshavnar kommunu.
Síðst men ikki minst ein tøkk til starvs
fólkini hjá kommununi fyri áhuga og
beinasemi.
EIN ER TÍÐIN
AT DANSA