Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 70 ára føðingardagur 22. november verður Christopher Ripley 70 ár. Dagurin verður hildin 19. november í Irish Pub kl. 10–15 (brunch). Øll eru hjartaliga væl­ komin. Prógv Sára Olsen, Rituvík hevur 4. november 2016 fingið prógv sum skipsførari frá SIMAC - Svendborg International Maritime Academy. 70 ára føðingardagur 19. nov. fylli eg 70 ár, føðingar­ dag­urin verður hildin heima á Leitisvegi 76, Saltangará frá kl. 11 - 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ragnhard Hansen TILTØK Guðstænasta sunnudagin 20. november Vesturkirkjan kl. 11.00: Heri J. Joensen. Kórið Ælabogin luttekur. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Hoyvík kl. 11, Bjarni Bæk Kvívíkar kirkja kl. 12:00. Maria Jørð­ dal Niclasen. Altargongd. Skrifta­ mál kl. 11:50 Norðskála: kl. 17 messa Marjun Bech og Emil Olsen. Haldórsvíkar kirkja kl. 12, Bergtórur H. Bjarkhamar. Skála kirkja kl. 11: Símun Persson Jacobsen og Rolf Gunnar Heitmann – altargongd. Talvan gongur fyri Norsku Ísraelsmissiónini. Fríðrikskirkjan kl. 12. Lestur Elduvík kl. 12.00, Marjun Bæk Christianskirkjan kl.11.00 Marjun Lómaklett Gøtu kirkja kl 12.00. Gudstænasta við altargongd. Ovi Brim Árnafjørður kl.11.00 Hanus á Gørðum Hvalbiar kirkja kl. 12.30 Jónsvein Bech. Ebenezer Mikumorgunin 16. november kl. 10-12 møtast mammur við børnum. Mikukvøldið 16. november kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Hóskvøldið 17. november kl. 20: Ungdómsmøti. Hjartaliga vælkomin www.Ebenezer.fo Meinigheitshúsið í Havn Hósdagin kl. 20, Ungdómsmøti v/ Alfred Petersen Sunnudagur kl. 14, Sunnudagsskúli og Juniormøti (4. flokki), kl. 17.30, bønarløta, kl. 18, Møti v/ Jógvan Garðsá og Marius Múller, evni: Dómarar og kongar í Gamla testamenti www.meinigheit.fo City Church Tórshavn Mikudag 16 november. kl 17 City Meal . Kl 19 LINK fyri børn/ung frá 5. Flokki og uppeftir. Sunndag 20 november kl 11 morgunmøti. City Kids kl 11.45 Skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju Hóskvøldið 17. nov. kl. 17.30. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, fortelur. Eftir guðstænastuna verður farið niður undir í kirkjukjallaran. Bíggjar Kirkja Mikukvøldið 16.11 kl. 17.30 verður barna- og familjuguðstænasta í Bíggjar kirkju við Marjun í Kálvalíð. Aftaná guðstænastuna verður boðið til ein bita í Pakkhúsinum í Bø. Keldan, Skálafirði mikudagin kl. 19.00 Lærisveina- og leidaraundirvísing hósdagin kl. 10.30-13 Mammukafé leygardagin kl. 20.00 AWAKE vid Paula Høj Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við ymiskari luttøku. Barnamøti kl. 11 www.keldan.fo Missións- og ungdómshúsið á Glyvru Mikudagin 16. nov. kl. 19:30 Bøn og Bíbliutími Rom. 1, Torleif Johannesen talar Hósdagin 17. nov. kl. 19:00-20:30 Junior fyri øllum í 5.-7. fl. kl. 20:00 Streingjakórið venur Fríggjadagin 18. nov. kl. 21:00 Ungdómsmøti Rósalind Olsen talar Evni: Samanhald Leygardagin 19. nov. kl. 15:00 og 17:00 Undirvísing kl. 20:00 Møti Rolf Gunnar Heitmann frá Ísraelsmissiónini hevur undirvísing og møti Nærri kunning á israel.fo Sunnudagin 20. nov. kl. 16:30 Bøn kl. 17:00 Møti, Christian Joensen talar Evni: Guð faðir, Guðs sonur Veri hjartaliga vælkomin Gøtu kirkja Fríggjadagin 18. Nov kl 20.00. Ungdómsgudstænasta. Ovi Brim Mánadagin 21. Nov kl 14.00. Demensgudstænasta. Ovi Brim Fuglafjarðar kirkja 17. nov. kl. 10.00: Morgunsangur Kfum & K Klaksvík Mikudag Kl.20.00 Bíbliutími við Óla Poulsen, Efesusbrævið kap.4 Hósdag Kl.17.30 Juniormøti fyri tey, sum eru frá ca. 5. - 7. flokk. Allir juniorar og foreldur fáa sms. Um onkur ikki fær sms, sms so navn og nr til 212480. Kl.20.00 – 21.30 Gospelkórið “Sola Gratia” venur Sunnudagin Kl.14.00 Sunnudagsskúli. Vit syngja, hoyra bíbliusøgu, gera aktivitetir, drekka o.a. Børn í øllum aldri, foreldur, ommur, abbar, øll vælkomin. Barnakórið venur aftaná Kl.17.30 Bønarløta Kl.18.00 Evnismøti. Barnaansing er undir møtinum. Kl.20.30 Ungdómsmøti Øll hjartaliga vælkomin G.G. Marknaðardagurin hjá KFUM & K er leygardagin 3.dec kl.10.00 Soli Deo Gloria Hōsdagin kl. 20.00 ungdómsmøti við Mariannu Jacobsen Sunnudagin kl. 17.00 bøn Sunnudagin kl. 18.00 møti við Elisabeth Hvítklett Joensen Frá Skopunar Missiónshúsi Mikudagin 16.nov. KL:19:30 Bønarmøti KL:20:00 Bíbiltími Hósdagin 17.nov. KL19:00 Andakt á Skerinum v/Sandoyar Mannskóri. VETRARSTEVNAN 2016 hjá Missiónshúsinum Skopun verður í døgunum 18.-20.nov.. Fríggjadagin 18.nov. KL:19:00 Talar Jóhan Petur Johannesen, Sandoyar Mannskór syngur. Leygardagin 19.nov. KL:19:00 Tala og sangur v/teimum 5 úr Norð­ streymi. Sunnudagin 20.nov. KL:12:00 FAMILJU Gudstænasta v/ Havstein Klein presti. Barnakórið syngur. Byrjað verður við morgun­ drekka í Diduhúsinum KL:11:00 KL:18:00 talar Øssur Kjølbro, Sangbólkur úr Klaksvík syngur. ØLL møtini vera í KIRKJUNI. Eftir møtini verður drekka, sang og vitnimøti í Missiónshúsinum. Leygar & Sunnikvøldi verður innsavnan. ØLL eru hjartaliga vælkomin. »Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara!« Hebr.4,7 Takk fyri og Guds signing. Eldrafelgið Nón Jólahugni verður 1. sunnudag í atvent 27 nov. Í Sjókafeini kl 17.30 Kostnaður 250kr skal flytast í Eik 9181-1368925 Við jólakvøðu Eldrafelagi Nón Losjan í Havn Tinghúsvegur 18 Fríggjadagur kl 15-18 hittast tilkomin og eldri til hugna Tilhaldið í Tórsgøtu 21 tel. 216627 og 216629 opið er mánadag – fríggjadag kl. 09 – 16 Teldupostur: tilhald@torshavn. fo – Heimasíðan: tilhaldid.fo Drekkamunnur er til keyps og dagbløðini tøk at lesa. VÆLKOMIN Sunda Kommuna Dagtilhaldið Blákollan Opið er týsdag og hósdag frá kl 14 til 18 Øll eru hjartaliga vælkomin Sorgarbólkur fyri vaksin, ið hava mist ein kæran Bólkurin møtist umleið 3.hvørja viku. Áhugað kunnu venda sær til bólkaleiðararnar. Margret Mortensen tlr. 223456 og Sigrun Heldarskarð 265432 Vitjunarvinir til Reyða Kross Føroya Bryggjubakka 2, Tórshavn Um onkur hevur hug at verða vitjunarvinur hjá Reyða Krossi, eru til vælkomin at ringja til fyriskiparar Eyrith tlf. 513784 ella Marin 284333, teldupost eyrith@redcross.fo ella marin@redcross.fo og redcross@ redcross.fo Dagtilhaldið í Runavíkar Kommunu heldur til í hølunum hjá Nón á Torvgøtu 2. í Runavík. Opið er Mánadag - Hósdag frá kl. 14.00 til 17.00. Ymiskt er at takast við, bløðini eru til taks og ein góður drekkamuður er at fáa hvønn dag. Hósdag kl. 14.30 - 15.30 er fimleikur í høllini í Glyvra skúla. Øll eru vælkomin.