Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Krúndiamantbrúdleyp Mánadagin 14. november hava Liss og Rósing Rasmussen, Runavík, krúndiamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Gullbrúdleyp Leygardagin tann 3. december hava Ingeborg og Andru Vinther verið gift í 50 ár. Veitsla verður í VB-húsinum í Vági sama kvøld kl 19. Tað hevði glett okkum, at sæð familju, vinir og kenningar, at hildið henda stóra dag saman við okkum. Vinarligast boða frá á tlf 573427 ella 503427 ella teldupost adressu vinther@mail.fo í seinasta lagi 20. november. Heilsan Ingeborg og Andru 70 ára føðingardagur Mánadagin 21. november fyllir Anfinn Johannesen í Dali 70 ár. Dagurin verður hildin sunnudagin 20. november frá kl. 13 og úteftir í Eiriksgarði í Dali. Øll eru hjartaliga vælkomin. Krúndiamantbrúdleyp Hin 17. november 2016 hava hjúnini Gynvor og Símun Pauli Jacobsen í Vestmanna krún­diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Gullbrúdleyp Sunnudagin 27. november hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin heima á Torvgøtu frá kl.14. Øll eru hjartaliga vælkomin. Bergit og Elmar Brúdleyp Leygardagin 19. november 2016 giftast Josa Saranja Elma Hammer og Rói Snorrason bæði úr Havn. Vígslan verður í Havnar Kirkju 19. november kl. 13.00. Veitsla verður fyri innbodnum í samkomuhøllini í studentaskúlanum í Hoydølum kl. 18.30. Gullbrúdleyp Leygardagin tann 17. desember hava Hannelin og Poul Menning verið gift í 50 ár. Veitslan verður í skótahúsinum í Runavík sama dag kl. 14. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar at hildið henda stóra dag saman við okkum. Vinarligast boða frá á tlf. 447606/ 584273 ella 584145 í seinasta lagi 9. desember. Hannelin og Poul Menning Brúdleyp Anja Karina Bjarkhamar Rømer (fyrr nevnd Poulsen) ætta úr Vági, dóttir av Amy og Poul Dávur Poulsen og Thomas Rømer ættadur úr Frederikshavn Danmark, sonur av Birgit og Hans Jørn Rømer blivu vígd tann 25. juni 2016. 90 ár Leygardagin 19. november fyllir Inga Beder 90 ár. Dagurin verður hildin saman við familiuni. Gullbrúdleyp Tann 24. nov. 2016 hava Sonja og Menning Jacobsen verið gift í 50 ár. Henda dagin verða vit heima, og tann, ið ynskir at heilsa uppá okkum, er vælkomin. Men dagurin verður hildin saman við børnunum tann 26 nov. Sonja og Menning MERKISDAGAR