Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2016 · Nr. 132 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge U19 fótbóltslandsliðið hjá dreingjum var á gáttini til at endurtaka bragdið hjá U17 landsliðnum, sum skrivaði før­oyska fótbóltssøgu, tá teir megn­aðu at spæla seg víðari víður úr EM und­an­kapp­ing­ arbólkinum. Føroysku U19 dreingirnir fáa ein virðismiklan trumf í hondina, tá teir vinna 2-1 á Montenegro. Búkilska og sjúka órógvar annan dystin, sum er móti Kroatia. Teir vinna 5-0, sum er eitt mál fleiri enn móti Kýpros. Hetta ger at vit mugu vinna avgerandi dystin móti Kýpros. Tað endar við 1-0 sigri til Kýpros, men før­ oyska liðið hevur bæði brots­ spark og aðrar stórar møgu­ leikar at skora. Vit taka ikki av og standa tí bara eftir við lærdóminum. Skalt tú vinna tættar og avgerandi europeiskar dystir av hesum slagnum, mást tú sleppa tær undan stórum mistøkum í verjupartinum og verða effektivur í álops­ partinum. Tíverri megnaðu vit hvørki til fulnar. Vit gjørdu brotsspark beinan­ veg­in, og so misnýttu vit risa møgu­leikar – millum annað eitt brotsspark – í seinna hálv­leiki. Tí endaði tað við, at Kýpros vann, og vit taptu, sigur Eyðun Klakstein eftir dystin við heimasíðuna hjá Fót­bólts­sambandinum. Effo-royndir á liðnum Eyðun Klakstein og Odd­bjørn Joensen, landsliðsvenjar­ar, úttaka føroyska liðið tíðliga í november. Fleiri nøvn ganga aftur frá Effo-deildini. Har í millum kunnu nevn­ ast Teit Jacobsen úr HB, Hannes Agnarsson úr B36 og Petur Knudsen úr NSÍ. Fimm spælarar eru frá B36, sum er best umboðað, meðan trígg­ir eru úr HB. Fleiri av spælarunum hava gjørt um seg í Effo-deildini í ár. Umframt hetta, so eru tveir útisetar eru á liðnum. Teir eru Jóhan Waag Høgne­ sen, sum spælir við Sønder­ jyske og David Muller, ið spælir við AC Horsens. Hann er sonur fyrrverandi lands­liðs­áleyparan Jan Allan Muller. Vinna á Montenegro Fyrsti dysturin er móti verts­ tjóðini Montenegro. Hannes Agnarsson og David Muller skjóta føroysku málini. Tað var annars Mont­en­ egro, ið kom á odda tíggju minuttir fyri steðg­in. Tað er eisini 1-0 til heima­liðið í hálvleikinum. hálv­leiks­støð­ an. Hóast oddsini av álvara eru ímóti okkum, og Mont­ en­egro er á heimavølli, so trúgva vit allir fult uppá, at vit kunnu fáa eitt gott úrslit – eisini tá vit í hálvleikinum eru aftanfyri við einum máli, greiðir Eyðun Klakstein frá. Fyrst er tað Hannes Agn­ ars­son, sum gera nyttu av sínum óhugaliga skjótleika. Hann rennur frá verjuni og skal spæla tvørtur um, men endar við at fáa bóltin aftur í beinini og útjavnar. Løtuni er David Muller árvakin við handari stong, tá vit hava hornaspark. Hann sendi bólt­in í málið til stóra gleði fyri føroysku spælararnar. - Í seinna hálvleiki er av­rikið rættuliga gott. Vit megna at venda dystinum, og koyra í grundini sigurin trygt heim, sigur Eyðun Klak­stein, ið er annar av U19-lands­liðsvenjarunum, við heimasíðuna hjá FSF. Samstundis vinnur Kro­ atia 4-0 á Kýpros í hinum dystinum í bólki 12. U19: Búkilska kostar dýrt Føroyar tapur annan dyst­ in í bólkaspælinum 5-0 fyri Kroatia. Kroatar eru væl betri, men búkilska órógv­ ar eisini føroyska hópin. Hon ger um seg í dyst­i­num. Onk­rir spælarar sita utt­ an­fyri, meðan aðrir spæla hóast teir ikki eru væl fyri. Millum annað vóru venj­ar­ar­ nir noyddir at gera tvær út­ skift­ingar í seinna hálv­leiki orsaka av sjúku. Dysturin verður spældur á einum bleytum og tung­um vølli, sum føroysku spæl­ar­ar­ nir hav ilt við at fóta sær á. Hinvegin tykjast kroatarnir meira vandir við støðuna. - Vit eru greitt við und­ ir­lut­an, og hóast vit iðra okkum um støddina á tap­i­ num, mugu vit við­urkenna, at kroatar eru betri og vinna fult uppiborið, sigur Eyðun Klakstein eftir dystin. Samstundis vinnur Kýp­ ros 1-0 á Montenegro. Tað merkir at føroyska liðið skal vinna seinasta dystin móti júst Kýpros, fyri at koma víðari. Revsaðir og tóku ikki av Føroyska liðið tekur ikki av møguleikinum, með­ an okkara somuleiðis gera brots­spark í hinum end­ anum. Tað endar við at kosta dýrt í hesi kappingini, men helst er lærdómurin góður at fáa við. Kýpros vinnur 1-0 upp á bortsspark longu aft­ aná fimm minuttir. - Hetta var eitt vónbrot, tí hend­an tætta dystin kundu vit havt vunnið, um vit vóru dugnaligari og neyvari í avgerandi støðunum. Dyst­ urin er rímiliga tættur, men vit hava munin í spæli og stórum málkjansum. Tí er tað spell, at vit ikki megna at vinna dystin, sigur Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF. Føroyska liðið hevði ann­ ars fleiri møguleikar at fáa mál, og tann størsta fáa teir, tá vanliga leiktíðin er farin. Dómarin dømir brotsspark til Føroyar, men David Mull­ er mísnýtur úr ellivu met­ rum. Kýpros vinnur sær víðari luttøku, meðan før­ oysku spælararnir fáa virð­is­ miklan lærdóm og eitt triðja pláss. Kroatia vinnur bólkin við fullum stigatali. Kýpros blív­ur nummar tvey við seks stigum, meðan Føroyar fáa FÓTBÓLTUR Talan er um virðismiklan lærdóm, sum føroysku U19 dreingirnir fingu, tá teir mánadagin taptu fyri Kýpros. Tapið kostaði víðari luttøku, men vónandi stendur lærdómurin við resta av yrkisleiðini U19: Kroatia: Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í fyrsta dystinum í kappingini, sum var ímóti Montenegro - Mynd: Rúni Heinesen VIRÐISMIKIL LÆRDÓMUR DÝRUR