hósdagur 17. november 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
18. november 2016
– Hetta er politikkur...
Soleiðis segði Annika Olsen, tá hon miku
kvøldið í síðstu viku kunngjørdi, at Fólka
flokkurin nú tekur við leiðsluni í høvuðs
staðarkommunu – stuðlaður av Tjóðveldi og
Framsókn.
Spurd um avtaluna, sum hon nakarar
tímar frammanundan hevði gjørt við Javn
aðarflokkin og Sambandsflokkin segði hon,
at »hetta er politikkur«.
At hava politiskt tev og at duga politiskar
snildir, tað er ein dygd í politikki. Tí politikk
ur snýr seg um vald.
Tað snýr seg um at fáa so stórt politiskt
vald, sum yvirhøvur til ber.
Tí lá tað so raðið fyri hjá Anniku Olsen og
Boga Andreasen at taka av, tá Tjóðveldi gav
teimum valdið í Havn í hendurnar – burt
ursæð frá, at tey tá høvdu gjørt eina avtalu,
sum tey máttu svíkja.
Tað var ikki Tjóðveldi, sum sveik. Tjóð
veldi brúkti taktiskar politiskar snildir at
lumpa valdið frá Heðini Mortensen og lata
tað í hendurnar á Fólkaflokkinum – og aft
urfyri fáa eitt sindur burturav til Tjóðveldi.
Men politikkur er so nógv. Politikkur
er eisini at gera sær dælt av tí valdi, tú nú
hevur. Tað ger Heðin Mortensen til dømis
við at drála við at kalla nýggja býráðið í
Havn saman. Fyri nýggju samgonguna
hevði tað verið best at bundið fyri beinan
vegin og valt borgarstjóran. Men so leingi
tað ikki er gjørt, so kann alt henda. Tá
Fólkaflokkurin kundi svíkja Javnaðarflokk
in, so kann Tjóðveldi eisini svíkja Fólka
flokkin. Tí tað er politikkur.
Mikukvøldið samtykti gamla býráðið, at
skattaprosentið skal lækkast við 0,75 pro
sentum niður á 19.
Tað liggur í kortunum hjá nýggju sam
gongu, at skattaprosentið als ikki skuldi
lækka hesaferð. Tjóðveldið hevur sagt, at
skattaprosentið ikki skal lækka yvirhvøur,
meðan Fólkaflokkurin hevur tosað um at
lækka skattin 2-4 prosent.
Gamla samgonga hevur tosað um at
koma niðuraftur á tað, sum tað var áðrenn
Boðanesheimið, 18,75. Við at koma niður á
19, eru tey næstan komin á mál.
Men tað er at gera fortreð, siga tjóðveld
isfólkini.
Tað er kanska fyri at gera fortreð. Men
tað eisini, sum Sjúrður Olsen sigur, at inn
fría vallyftið. Men tað er so bestemt eisini
politikkur – eftir øllum at døma eisini at
geva aftur í gráum kálvskinni...
– Tað er serliga nettoflytingin, ið er avgerandi
fyri gongdina í fólkatalinum. Verður trendurin
næstu mánaðirnar á leið tí, sum hann nú vísir,
veksur fólkatalið skjótt upp móti teim 50.000,
og kann koma upp har á komandi vári, kanska
longu í mars-apríl.
Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Før
oyum uttan Sandoyar sýslu – og eisini ein lítil
vøkstur í Suðuroyar
sýslu, skrivar
Hagstovan í sam
bandi við seinastu
íbúgvarahagtølini.
Aftur í gráum kálvskinni
Vit verða 50.000
í mars ella apríl
Hagstovan
Les eisini blaðið
á telefonini
78 jomfrýr
kekka inn
Høgni Djurhuus
síða 32
Hoydal ikki mist
vónina
Tíðindi síða 24-25
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
North Ronaldsay er norð
asta oyggin í Orkney, og
tað er har hin heimskendi
taraseyðurin búleikast.
Seyðurin er mettur at vera eini 6.000 ára gamal
og komin úr Sibiria til Orkney einaferð í tíðini.
Í dag er hann bert í fjøruni á North Ron
aldsay. Garður er laðaður um oynna, so seyð
urin so at siga ikki sleppur at grasi.
Fyrr í vikuni, nú tað var super máni og
stór fjøra, vóru teir »á fjalli í fjøruni« og tóku
45 seyðir, sum viga millum 36 kg og 46 kg.
Seyðirnir eru um fýra ára gamlir, tá teir
verða tiknir. Nakað sum í Mykinesi hjá
okkum er alt treytað av veðri úti á fjarskotnu
Ronaldsay. Kendi Billy Muir, som skipar fyri,
vónar, at veðrið verður til vildar fríggjadagin
á North Ronaldsay, so seyðurin kann fara
við litlari ferju til Kirkwall og á sláturhús,
og síðan verða krovini send til Áarstovu við
Faroe Ship.
John Mikkelsen, sommelier á Áarstovu,
sigur at tey gleða seg til aftur í desember
at hava henda forkunnuga og sera
vælsmakkandi seyð á skránni.
Afturvið verður kenda ølið frá Orkney
Brewery td., Scull Splitter, Dragon Head,
Orkney Gold, Dark Island og so sjálvandi
Scapa og Highland Park whisky.
Seyður, øl og whisky alt úr sama jørðildi
ella terroir. John Mikkelsen leggur afturat, at
vit eiga at hugsa um Orknoyggjar og Hetland
sum partar av okkara egna gastronomiska
heimabeiti og felags Norrøna mentanararvi.
Við taraseyðinum av North Ronaldsay
verður róð aftur á gomul mið, tá
oyggjabólkar okkara vóru tættari hvørjum
øðrum. John væntar, at hetta gastronomiska
sambandið fer at vaksa og mennast og
leggur afturat, at nú Atlantic Airways flýgur
til Edinburgh, ger tað tað so nógv høgligari
hjá føroyingum at vitja hesar oyggjabólkar,
okkara næstu grannar.
»Á fjall« eftir taraseyði
Á North Ronaldsay í Orknoyggjum eru
teir á fjalli í fjøruni eftir taraseyði