hósdagur 17. november 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 133
3
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og
vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski
vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av
havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast
til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Burðardyggur fiskiskapur
• Búskaparlig og samfelagslig
menning av fiskivinnuni og
førleikamenning í øllum liðum
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Les meira á fvg.fo
Her finnur tú programmið fyri 2017–20 við
fleiri undirpunktum, umsóknarbløð,
veg leiðingar og annað kunnandi tilfar.
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini
• Eginfígging, onnur fígging og samfígging er
skjalfest
• Samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum (almennar og/ella privatar)
og/ella uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fiskivinnuroyndir kann útluta 8,8 mió. kr.
komandi ár, sum er ein hækking uppá 5,3
mió. kr., til nýggjar og verandi verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni
at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara
innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp
til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í
fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
mánadagin 5. desember 2016, kl. 12.00.
Jákup Mørkøre, samskipari
tel.:
35 30 30
fartel.: 55 32 48
tpost: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Yviri við Strond 15
FO110 Tórshavn
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2017.
FISKIVINNUROYNDIR 2017
Lýsing eftir umsóknum
Broyttar byggisamtyktir
Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir
og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar
býráð á fundi 16. november 2016 samtykti uppskot til broyting í
almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini soleiðis, at B1
havnaøki á Sundi verður víðkað uml. 450 m eystureftir og uml. 100 m
út á sjógv.
Tilfar, sum lýsir uppskotið til broyting av almennu byggisamtyktini
fyri Tórshavnar kommunu, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá
21. november til og við 12. desember 2016, frá mánadegi til hósdag
frá kl. 9.00 til 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til 15.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 2. desember 2017.
torshavn.fo
Hýruvognsloyvi
Í Tórshavnar kommunu eru tvey hýruvognsloyvi leys at søkja.
Loyvini er knýtt at bilstøðini BIL.
Umsóknir skulu skrivast á umsóknarblað, sum fæst í Snarskivuni ella
á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo.
Saman við umsóknarblaðnum skulu latast
• avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring og
• revsiváttan
Umsókn
Umsóknir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110
Tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 24. november 2016.
Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um eina standard hýru-
vognsreglugerð, sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember
1990, umsitur hýruvognsnevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 66
hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu.
torshavn.fo
Hjálpargrunnurin
fyri óarbeiðsførar
fiskimenn
Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar
fiskimenn.
Umsóknarbløð til grunnin fáast við at
skriva til: Hjálpargrunnurin fyri
óarbeiðsførar fiskimenn, Postboks
135, FO-110 Tórshavn.
Ringja á tel. 71 00 71
ella senda teldupost til jkj@jkj.fo.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag,
postboks 248 - 110 Tórshavn,
formaðurin hevur tel. 216971.
Føroya Fiskimannafelag tlf. 311569.
Endamál grunsins er:
at veita stuðul til eftirsitandi hjá
føroyskum fiskimonnum, til
niðurberjing av tuberklum ella til annað
sjúkufyribyrgjandi ella lekjandi virksemi í
Føroyum og
at veita stuðul til fiskimenn, ið vegna sjúku
eru óarbeiðsførir sum fiskimenn og ikki
fáa nóg mikið á annan hátt.
Umsóknir til Hjálpargrunnin mugu
vera grunninum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 5. desember 2016.
Umsóknir ið koma inn eftir hetta, verða
ikki tiknar við.
Hjálpargrunnurin
eblaðið
sos.fo