hósdagur 17. november 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 133
4
B
rennistøðin hjá IRF í Leirvík
er ov lítil og tískil er neyðugt
at fara undir útbyggingar. Tað
sigur Poul Andrias Joensen,
stjóri í IRF.
- Vit arbeiða uppá at byggja ovnin út,
so hann kann fara frá at taka trý tons sum
tíman til eini fimm tons. Tað kemur eisini
so nógv burturkast til okkum, at vit eisini
mugu byggja móttøkuna út, sigur Poul
Andrias Joensen.
IRF heintar tilboð inn uppá arbeiði,
men tey hava ikki gjørt tað út frá
arbeiðtekningum. Tey hava samstundis
biðið um uppskot til hvussu arbeiði kann
gerast best.
Um kostanaðin sigur Poul Andrias
Joensen, at tað er ikki ein endalig
meting gjørd uppá arbeiði. Arbeiði kann
samanlíknast við tað, ið bleiv gjørt á
brennistøðini á Hjalla í Havn og har lá
kostnaðurin um 60 milliónir. Tí væntar
Poul Andrias Joensen, at prísurin fer at
liggja um 60 milliónir ella meir, men hann
fær ikki staðfest tað áðrenn endaligu
tekningarnar fyriliggja.
Enn er ikki greitt nær arbeiði kann
byrja, men møguliga verður tað í næsta
ár. Poul Andrias Joensen sigur, at tá loyvir
eru komi uppá pláss og ein arbeiðstakari
er fingin, so kann ganga ein tíð áðrenn alt
er klárt.
Í samband við umbyggingina flytir
ein partur av umsitingini fyribils til
Klaksvíkar. IRF hevur ikki sett sær fyri at
fara undir at byggja ein umsitingarbygning
enn og tískil fer partur av umsitingini til
Klaksvíkar.
- Vit hava gjørt eina avtalu við býráðið
í Klaksvík um at ein partur av umsitingini
sleppur inn í posthúsið í Klaksvík. Talan
er um ein tvey ára sáttmála, sigur Poul
Andrias Joensen, stjóri í IRF.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
5-10 m/s
2-7 m/s
2-7 m/s
2-7 m/s
Lot til andøvsgul, fyri tað mesta av
norðri, 2 til 7 m/s, sum um náttina
snarar í ein landnyrðing. Samdrigið og
ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella
kavi. Hitin um dagin millum 2 og 6
stig, um náttina millum 2 kuldastig og
4 hitastig.
Lot til andøvsgul, fyri tað mesta av
norðri, 2 til 7 m/s, sum út á dagin
øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til
10 m/s. Samdrigið og okkurt æl,
lutvíst vátalsettingur ella kavi. Hitin
um dagin millum 2 og 6 stig, um
náttina millum 3 kuldastig og 5
hitastig.
Lot til andøvsgul, fyri tað mesta av landnyrðingi,
2 til 7 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan
og útnyrðing. Samdrigið og ælaveður, lutvíst
vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum
2 og 6 stig, um náttina millum 3 kuldastig og
5 hitastig.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Ein fólkafloksmaður, ið er ímóti skattalættum, er tað
sama sum ein tjóðveldismaður, sum er ímóti loysing.
Ein 76 ára gamal maður er meldaður fyri
at hava gjørt seg inn á ein smádrong
í samband við ein fótbóltsdyst í
Gundadali.
Um orðið sigur føroysk-enska orðabókin
á Sprotin.fo:
Eitt kynsliga órættvorðið fólk, sum lokkar
børn. Ein, ið kynsliga misnýtir børn.
Jákup Mikkelsen
skjýtur upp at seta
stormeistaran í talvi,
Helga Dam Ziska,
á fíggarlógina.
Ein fyrrverandi
fótbóltsvenjari
er meldaður fyri
kynsligan ágang móti
einum smádreingi.
Heimamissiónin avger at
gera alla útbyggingina
av leguhúsinum í Nesvík
lidnað í einum høggi.
Røkt leggur fram ætlan
um stórt pumpuverk
oman fyri Vestmanna,
sum skal framleiða 100
gigawatt av streymi.
Ein meiriluti av Føroya
fólki vil hava uppskotið
um hjúnabandslógina
út til fólkaatkvøðu,
vísir kanning, sum
Gallup hevur gjørt.
Sama kanning vísir, at
Fólkaflokkurin hevði
verið størstur, um val
var í dag. Nýtt Sjálvstýri
hevði follið úr tinginum.
»Barnalokkari«
IRF fer undir um
fatandi útbygging
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
krónur. Tað er samlaði
prísurin á Skúlanum
á Fløtum í Havn.
270.000.000
MANGT OG HVAT
Visti tú?
At eini 40 til 50
fólk verða tráfylgd í
Føroyum