Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 6 DANJAL AV RANA S einastu 21 árini hevur Elisa Heinesen búð í London. Hon var 21 ára gomul, tá hon valdi at royna eydn­ una í stóra metropolinum í Ong­ landi. – Tað var ikki so vanligt at lesa uttan fyri Danmark, men eg hevði hug at royna meg. Eg gjørdi av við meg sjálva, at eg skuldi flyta og royna lívið í London í eitt ár og vita, um býurin var nakað fyri meg. Fyrsta árið arbeiddi eg á eini matstovu, og fann út av, at eg og London riggaðu væl saman, sigur hon. Árið eftir fór hon so undir at lesa og gjørdist við tíðini pallsmiður. Fyrstu tíðina starvaðist hon so sum pallsmiður, bæði í Onglandi og í Føroyum. Sum tíðin leið, varð hon tó drigin aftur á gamlar gøtur. – Eg havi altíð havt áhuga fyri móta og havi bundið og seymað, síðani eg var ein lítil genta. Mangar vinkonur hava fingið okkurt plagg frá mær, um tær vildu ella ikki, sigur hon flennandi. So við og við fekk hon møguleik­ an at arbeiða innan sniðgeving eisini og í 2001 byrjaði hon við egnum uppgávum. – Tað gekk heilt væl. Eg fekk nógvar afturvendandi kundar og ferðaðist nógv hesa tíðina. Eg hevði eini 10 til 12 sýningar um árið, sigur Elisa Heinesen. Uppgávurnar, hon fekk, vóru ser­liga innan vakurleikageiran. Hon gjørdi klæði til sýningarnar hjá vakurleikamerkjum sum l’Oreal og Wella. Lívið verður endavent Í 2011 verður lívið tó endavent. Elisa Heinesen gerst við barn, og tá hon hevur verið til ultraljóð verður staðfest, at hon skal eiga tríburar. – Tað var planlagt og sjálvandi gleðiligt, men tað kom satt at siga eisini sum eitt sjokk, serliga at tað vóru trý børn á veg, sigur hon. Í 2012 átti hon og tað gjørdist skjótt greitt, at stórar broytingar máttu til í lívinum, um kabalin skuldi ganga upp. Hon var sjálvstøðug vinnurekandi, so har var eingin arbeiðsgevari, sum hon kundi fara í barsil frá. – Tað vísti seg, at fíggjarliga fór tað ikki at loysa seg at koyra teir í barnagarð. Tað hevði kostað okkum 30.000 krónur um mánaðin. So var líka frægt, at eg gjørdist heimagangandi mamma og ansaði teimum sjálv, sigur hon. Tá tríburarnir komu, valdi Elisa Heinesen at leggja yrkisleiðina til síðina eina tíð. Fýra ár seinni eru teir farnir í skúla. Nú brýtur hon upp av nýggum. SAMRØÐA MÁ BYRJA Á BE Einans 21 ára gomul flutti Elisa Heinesen til London, har hon nú hevur fingið sær eina yrkisleið sum sniðgevi