Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 7 So Elisa Heinesen fór heim. – Eg fann eisini skjótt út av, at eg ikki fór at hava stundir at arbeiða nakað serligt, meðan teir vóru heima. Hon sigur, at tað er fantastiskt at vera mamma at trillingum, men samstundis er tað eisini sera strævið. – Tað er strævið og gleði helvt um helvt vildi eg sagt. Tað er virkuliga deiligt, at hava tríggjar javnaldrandi dreingir. Teir hava altíð onkran at spæla við, men samstundis eisini at skeldast við. Teir hava altíð onkran at vísa, hvat teir hava gjørt. Teir eru upp­ finnsamur og av tíð, at teir eru so líkir, dáma teir eisini somu tingini. Tað er sjáldsamt, at eg má seta teir í gongd við okkurt, tí teir keða seg, sigur hon. – Tað er kortini sera strævið fysiskt at taka sær av trimum dreingjum. Tað er tríggjar ferðir so nógv at vaska. Eg havi tríggjar skúlabúnar, sum skulu reingerðast. Vit hava tríggjar ferðir so nógv skúlating. Tað gekk tó skjótt at venja seg við nýggja gerandisdagin. – Eg haldi heilin broytir seg beinan­vegin, tá tú fært at vita, at tú væntar tríburar. Tú byrjar beinanvegin at siga tær sjálvari, at hetta skal nokk ganga. Dreingirnir vóru eisini ov tíðliga føddir, so tað var sera strævið fyrstu tíðina. Á ein hátt fer ein inn í eitt slag av hernaðarlívi. Eina tíð ræður mest um at yvirliva og alt koyrir bara eftir føstum rutinum. Eg hevði heldur ikki familju her yviri. Her var eingin mamma ella systir ella omma, sum kundi veita eina hjálpandi hond. Eg varð tí noydd at taka mær av øllum sjálv, sjálvandi við góðari hjálp frá manninum, sigur hon. Manninum, Rodney John­son møtti hon fyri 20 árum síðani. – Nú teir eru vorðnir størri, krevur tað framvegis nógv at taka sær av teimum. Vit eta eitt heilt breyð hvørja máltíð. Hava vit djús aftur við, so drekka vit fleiri litrar. Teir eru føroyingar og teir eta sum føroyingar, sigur hon. – Nú eru teir tó blivnir so vaksnir, at teir vilja hjálpa til, um ERUM Framhald á síðu 8 Tríburarnir Zacharias, Jerome og Ralph Heinesen