Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 8 eg seti meg at arbeiða. Men tá skulu allir hjálpa til so tann fyrsti rættir tí næsta saksin, sum rættir tí triðja, sum rættir mær hann. Tað er ordiliga fitt, sigur Elisa Heinesen. Fáa nógv uppmerksemi Tríburar eru ikki gerandiskostur, heldur ikki í London. Tað merkja dreingirnir eisini, á ein hátt eru teir allamannaogn. – Teir hava ein ávísan status millum børnini og fyri nógv eru teir bara kendur sum Tríburarnir. Eg merki tó, at teir onkuntíð ilsk­ ast inn á, at eingin kennir teir individuelt, men bara í felag. Teir líkjast fullkomiliga, so ilt er at skilja teir at, um ein ikki kennir teir heilt væl. Tí hava vit valt at klippa teimum ymiskt, so tað gerst lættari hjá fólki, serliga lærarunum, at skilja teir at, greiðir Elisa Heinesen frá. Elisa Heinesen sigur, at tað er ikki óvanligt, at fólk venda sær á gøtuni ella at børn peika eftir teimum, tá tey síggja tey. – Tey høvdu ikki peika at eini mammu við trimum synum, men tá mínir nú eru tríburar, fáa teir eyka uppmerksemi. Sjálv eri eg nú vorðin von við at vera kend sum mamma tríburarnar. Tað er eisini ofta tað fyrsta fremmand fólk tosa við meg um. Onkur siga, at tey høvdu ongantíð orka hatta, meðan onnur siga, at tað er eitt vælsignilsi. Sjálv kenni eg mest sum ikki til nakað annað longur, sigur hon. – Hetta er eitt heilt annað lív, enn tað eg livdi, áðrenn teir komu. Men eg eri von við tað nú og sum sagt, so kenni eg ikki til annað. Arbeiðið varð lagt so gott sum heilt til viks, meðan teir vóru heima, og so er enn eftir skúlatíð. Teir koma heim um trý-tíðina og tá má eg leggja arbeiðið til viks og bara vera mamma. Tað skal eg spæla við tær, hjálpa við skúlatingum, fáa teir í bað, gera døgurða, alla rutinuna ígjøgnum. Tað kann vera strævið, men tað er ordiliga deiligt at vera saman sum familja uttan at arbeiðið hongur yvir mær, sigur hon. – Hetta merkir sjálvandi, at eg nú havi seks tímar at arbeiða í mitt á degi. Tað er jú tað reina luksus nú. Eg havi gjørt onkrar smærri uppgávur, meðan eg havi verið heimagangandi, men tað hevur nærmast verið við teimum í føvninginum. Seks tímar havi eg ikki havt, síðani teir vóru føddir, sigur hon. Má byrja frá botni – Eg var sera glað fyri, at eg hevði høvi at vera heima við teimum hasi fýra árini, men satt at siga, so verður man eitt sindur svakur av ikki at arbeiða. Tað hevur tó verið ein góður støðgur fyri meg. Nú eg byrji aftur, eri eg eitt sindur meiri íðin, full av hugskotum og havi lært at gagnnýta mína tíð nógv betri enn áður, sigur Elisa Heinesen. Í heyst byrjaðu tríburarnir hjá Elisu Heinesen í skúla og hon hevur nú sett seg við arbeiðsborðið aftur. Hon stendur tó mest sum á berum, nú hon byrjar aftur. – Tað bilar ikki og er mest sum við vilja. Eg havi valt at sleppa gomlu kundunum, so eg kundi byrjað heilt av nýggjum og leggja meg á eina aðra leið enn hana, eg var á. Elisa Heinesen sigur, at nógv er broytt, síðani hon tók steðgin fyri fýra árum síðani. – Fólk seta heilt onnur virði í klæðini enn tey gjørdu tá. Nú er týdningarmikið, at talan er um grøna og burðardygga framleiðslu. Fólk ynskja, at vørurnar eru fram­ leiddar í nærumhvørvinum heldur enn í Kina. Fólk ynskja ikki so nógvar hópframleiddar vørur longur. Alt hetta haldi eg talar til mín fyrimun, sigur Elisa Heinesen, sum ger mest sum alt arbeiði sjálv, líka frá tekning til seyming. Talan er tískil ikki um hópframleiðslu á nakran hátt. – Nei, eg ger sjáldan meiri enn eini 10 eintøk av hvørum plaggi, sigur Elisa Heinesen. Elisa Heinesen merkir tó eisini í vinnuni, at hon hevur verið burtur. Tann støða og virðing, sum hon hevði vunnið sær, er mest sum burtur og hon má prógva sítt virði av nýggjum. Tað hevur tó gingið væl higartil, heldur hon sjálv. – Eg havi havt tvær sýningar, síðani eg byrjaði aftur. Báðar hava verið á Mercedes-Benz Fashion Week sýningunum í Moskva, og pløggini hava verið sera væl mót­ tikin, sigur hon. Eg vóni, at eg sleppi á sýningina í London næstu ferð. Hinvegin, so hevur tað í dag minni at siga, hvar tú sýnir fram. Sosialu miðlarnir gera, at pløggini verða víst um allan heima kortini, sigur Elisa Heinesen. Elisa Heinesen ger nú konu­ fólka­klæði og sigur sjálv, at hon hevur verið noydd at gerast eitt sindur meiri kommersiell enn hon áður hevur verið. Hon roynir tó framhaldandi at vera nýskapandi. – Fyrr gjørdi eg klæði til móta­ sýningar. Nú geri eg klæði, sum vanlig fólk skulu ganga í. Nógv av tí, sum eg geri, er úr skinni ella veva. Eg bindi ikki og nýti tí ikki ull. Eg havi tó spælt við tankan at nýta ullina meiri, men kanska heldur óvirkaða, meiri ráa. Kanska onkur damujakki verður gjørdur við seyðaskinni ella ull, sigur hon – Ein stórur partur av tí, eg geri, er slíkt, sum er umbiðið framman undan. Eg brúki meiri tíð upp á slíkt, men tað kostar eisini meiri. Tað vísir seg, at fólk rinda gjarna meiri fyri at fáa hondgjørd klæði. Keypir tú klæði frá Armarni, so rindar tú rættiliga nógv fyri kvalitetin, men eisini fyri lítla merkið í nakkanum. Hjá minni sniðgevum fært tú eisini sera høgan kvalitet, men rindar ikki fyri merkið. Í staðin fært tú klæði hondgjørd til júst tín, og tað rinda fólk fegin fyri. Í oktobur sýndi Elisa Heinesen fram nøkur av verkum sínum á mótavikuni í Moskva