hósdagur 17. november 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016
SOSIALURIN 133
10
Flokshopparar:
EIRIKUR LINDENSKOV
S
einastu árini er tað vorðið al
samt meira vanligt, at ting
fólk skifta flokk. Eftir at tey
eru vald fyri ein flokk, skifta tey í
annan flokk, og summi teirra verða
aftur vald fyri nýggja flokkin.
Vit royna at kanna páhaldið um,
at hetta er eitt nýtt fyribrigdi, eftir
at politikkur er vorðin alsamt meira
persónsfikseraður. At flokkurin og
hugsjónin er farin í bakgrundina,
meðan persónar í nógv størri mun
nú royna at sæta sær sjálvum – og
harvið er flokstrúskapurin komin
í aðru røð.
Sjálvstýri og Samband
Floksbýtið fingu vit á Løgtingi í
1906, tá Sambandsflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin fingu fyrstu
umboðini vald á ting.
Í fyrsta Løgtinginum eftir
floksbýtið fekk Sambandsflokk
urin 12 umboð og Sjálvstýrisflokk
urin 8. Tá høvdu próstur og amt
maður eisini fast sæti. Fríðrikur
Petersen var próstur, og hann
var í parti við og beinleiðis limur í
tingbólkinum hjá Sambandsflokk
inum.
Amtmaður tá var Christian
Bærentsen úr Havn. Hann er hig
artil einasti amtmaður (seinni rík
isumboðsmaður) sum hevur verið
føroyingur. Hann tók ikki lut í
flokspolitikki, helt seg uttanflokka.
Frá tí at Løgtingið varð endur
reist í 1852 og fram til 1906 vóra tað
einstaklingar, sum stillaðu upp og
vórðu valdir á ting.
A. C. Evensen tann fyrsti
Fyrsti tingmaður, vit hoyra um,
sum skifti flokk, er A. C. Evensen,
prestur á Sandi. Hann varð valdur
á ting í 1908 og aftur í 1912 fyri Sjálv
stýrisflokkin. Men hann verður
ósamdur við leiðsluna í flokkinum.
Tað snýr seg um, at hann heldur,
at flokkur heldur skal arbeiði fyri
at bøta um samfelagið heldur
enn at virka fyri størri sjálvstýri.
Ósemjan verður so stór, at hann
fer úr Sjálvstýrisflokkinum og
verður uttanflokkatingmaður. Á
løgtingsvalinum í 1916 stillar hann
upp uttanflokka í Sandoyar val
dømi og verður valdur.
Í 1917 verður A. C. Evensen Før
oya próstur, og sum próstur hevur
hann sæti á tingi. Nú má hann
leggja fólkavalda tingsessin frá sær.
Men hann doyr longu fýra mánaðir
eftir, at hann gjørdist próstur, og
eingin var at taka við eftir hann
sum løgtingsmaður í Sandoyar
valdømi, tí hann var einsamallur
Seinastu 100 árini hava 20 fólk skift flokk á tingi.
12 teirra hava skift flokk hesu megin aldarskiftið
A. C. Evensen
Jóannes Patursson
Jákup í Jákupsstovu
Adolf Hansen
Lasse Klein
20 FÓLK HAVA
UMBOÐAÐ FLEIR
FLOKKAR Á
LØGTINGI
Politikkur og umboðan
TEMA