Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 11 uppstillaður uttanflokka. Fram til tríatiárinum hoyra vit ikki um menn, sum skifta flokk. Men í 1936 kemur Vinnuflokkurin á ting. Í Vinnuflokkinum eru fólk við tilknýti til Sjálvstýrisflokkin. Jóannes bóndi rýmir Í 1940 fóru fleiri týðandi persónar úr Sjálvstýrisflokkinum og stovn­ aðu Fólkaflokkin, sum loysti av Vinnuflokkin. Jóannes Pat­urs­son, sum hevði umboðað Sjálv­stýris­ flokkin á tingi síðani 1906, varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í 1940. At Fólkaflokkurin tók veljar­ar frá Sjálvstýrisflokkinum merktist væl á løgtingsvalinum í 1943. Tá gjørdist Fólkaflokkurin størsti flokkur við 12 av 25 tingmonn­um. Sjálvstýrisflokkurin fekk tá ongan valdan á ting. Sama skilið var á løg­tings­ valinum í 1945. Tá fekk Sjálv­stýris­ flokkurin heldur ongan mann valdan. Á valinum í 1946 stillaði Sjálv­stýrisflokkurin upp saman við Javnaðarflokkinum. Tá vórðu tveir sjálvstýrismenn valdir – og tað gekk út yvir Javnaðarflokkin, sum tilsvarandi misti tveir mans av hesum, tí teir báðir S. P. Zach­ar­ iasen í Klaksvík og Louis Zach­ar­ iasen í Havn lýstu seg sum tingbólk Sjálv­stýrisfloksins á tingi. Tveita Jákupstovumannin á dyr Á løgtingsvalinum í 1945 varð Ják­ up í Jákupsstovu valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Vága valdømi. Men vátt kom í reiðrið mill­um Jákup í Jákupsstovu og Javn­að­ar­ flokkin, tí hann vildi atkvøða sam­ an við Fólkaflokkinum í sambandi við fólkaatkøvðu um loysing. Hetta endaði við, at hann varð ekskluderaður úr Javnaðar­flokk­ inum. Hann kom tó ongantíð aftur á ting, hóast hann var ein teirra, ið stovnaðu Tjóðveldisflokkin, sum fyrstu ferð stillaði upp í 1950. Tað eru ikki nógv dømi um menn, sum hava umboðað fleiri flokk­ar á tingi hesi árini. Men Kjart­an Mohr í Havn, sum varð vald­ur í Tórshavnar býráð fyri Havnar Fram­burðsfelag, stillar upp uttan­flokka til løgtingsvalið í 1954 og verður valdur. Hann stovn­ ar síð­ani Framburðsflokkin, sum hann um­boðar á tingi til deyða­dag sín í 1979. Beint áðrenn Kjartan Mohr doyr, til løgtingsvalið í 1978, verð­ ur Framburðsflokkurin broytt­ur til at eita Framburðs- og Fiski­vinnu­ flokkurin. Tá verður Adolf Hansen valdur umframt Kjartan Mohr. 1915 A. C. Evensen 1940 Jóannes Patursson 1946 Jákup í Jákupsstovu 1988 Adolf Hansen 1994 Lasse Klein 1994 Tordur Niclasen 1994 Óli Jacobsen 2000 Finnbogi Arge 2002 Kristian Magnussen 2002 Karl Robert Johansen 2002 Helena D. á Neystabø 2007 Karsten Hansen 2008 Poul Michelsen 2011 Sjúrður Skaale 2013 Gerhard Lognberg 2013 Janus Rein 2015 Kristianna W. Poulsen 2015 Heðin Mortensen 2015 Annika Olsen 2015 Sonja Jógvansdóttir Hesi hava umboðað fleiri flokkar í land­s­ stýrinum: Karsten Hansen: 1998-2003 Tjóðveldi 2008-2008 Miðflokkin Helena Dam á Neystabø 1998-2001 Sjálvstýrisflokkin 2008-2011 Javnaðarflokkin Hesi hava umboðað fleiri flokkar á tingi: Tordur Niclasen Óli Jacobsen Finnbogi Arge Kristian Magnussen Karl Robert Johansen RI (framhald á næstu blaðs.)