Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 133 12 Politikkur og umboðan TEMA Karsten Hansen Poul Michelsen Sjúrður Skaale Gerhard Lognberg Helena Dam á Neystabø Kjartan Mohr møtir ongantíð á tingi aftan á valið í 1978 og doyr í 1979. Tá kemur Juul Jacobsen í Nólsoy á ting fyri hann. Ein kristiligur flokkur Í 1984 fær flokkurin enn eina navna­broyting, tá eitt nú Niels Pauli Danielsen, prestur og tjóð­ veldismaður, kemur upp í flokk­ in, sum nú eitur Kristiligi Fólka­ flokkur Føroya Framburðs og Fiskivinnuflokkurin. Niels Pauli Danielsen hevði fleiri ferðir stillað upp fyri Tjóð­ veldisflokkin, men ongantíð vald­ ur. Í 1985 verður hann lands­stýr­is­ mað­ur og í 1988 løg­tings­maður fyri flokkin. Í 1988 fer Adolf Hansen úr Krist­ i­liga Fólkaflokkinum Føroy­ar Fram­burðs og Fiskivinnuflokki og stovn­ar Framsóknarflokkin á tingi. Í 1990 stillar javnaðarkvinnan Helena Dam á Neystabø brádliga upp fyri Sjálvstýrisflokkin eftir at hava tikið lut í valstríðnum fyri Javnaðarflokkin. Vátt kem­ur í reiðrið millum hana og Javnaðar­ flokkin, tá maður hennara, Kristian á Neystabø ikki sleppur á listan hjá Suð­ur­streym­oyar Javnaðarfelag. Hon verður vald á ting fyri Sjálv­ stýr­is­flokkin í 1990. Í 1994 kemur vátt í reiðrið mill­ um Helenu Dam á Neystabø og Lassa Klein, sum er formaður í Sjálv­stýris­flokkinum. Tað endar við, at Lasse Klein fer úr Sjálv­ stýr­isflokkin og stillar upp fyri Krist­iliga Fólkaflokkin og verður valdur í 1994. Á sama vali verður Thordur Nic­lasen, løgtingsmaður fyri Krist­ iliga Fólkaflokkin, valdur á ting fyri nýstovnaða Miðflokkin. Tá verður eisini fyrrverandi tjóðveldismaðurin í Vági, Jákup Olsen, valdur á ting fyri Kristiliga Fólkaflokkin. Hann stillar seinni upp fyri Fólkaflokkin. Javnaðarkvinnan Ingeborg Vinther verður vald á ting fyri Verka­mannafylkingina saman við fyrrverandi løgtingsmanninum fyri Javnaðarflokkin, Óla Jacobsen. Í 1998 fara Kristian Magnus­ sen, løgtingsmaður fyri Verka­ manna­fylkingina, og Karl Robert Johansen, varamaður fyri Óla Jac­obsen, úr Verkamannafylkinini og upp í tingbólkin hjá Javnaðar­ flokkinum. Í 1998 verður eisini Hans Pauli Strøm, sum var virkin í Verka­ manna­fylkinini, valdur á ting fyri Javn­aðarflokkin. Finnbogi Arge, sum í 1990 og 1994 varð valdur á ting fyri Sam­ bandsflokkin stillar í 1998 upp fyri Fólkaflokkin. Hann verð­ur ikki valdur, men verður lands­ stýr­is­maður í full­veld­is­lands­stýr­ inum hjá Anfinni Kallsberg. Í 2000 gjørdist hann varamaður á tingi fyri Bjarna Djurholm úr Fólka­ flokkinum. Bill Justinussen verður valdur á ting fyri Miðflokkin í 2002. Hann hevði áður verið virkin í Krist­ iliga Fólkaflokkinum Føroyar Framburðs- og Fiskivinnuflokki. Jenis av Rana stillar í 1990 upp fyri Kristiliga Fólkaflokkin Føroyar Framburðs- og Fiskivinnuflokk. Í 1994 verður hann valdur á ting fyri Miðflokkin. Í 2002 meldar Helena Dam á Neystabø seg úr tingbólkinum hjá Sjálvstýrisflokkinum og upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum. Hon verður vald á ting fyri Javnaðarflokkin í 2008. Hon verður eisini landsstýriskvinna fyri Javnaðarflokkin. Í 2012 og 2016 verður hon vald í Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin. Í 2007 fer Karsten Hansen, sum varð valdur á ting fyri Tjóð­ veld­isflokkin í 2004, úr flokkinum og upp í Miðflokkin. Hann verður vald­ur á ting fyri Miðflokkin í 2008. Í 2004 verður Heðin Mortensen, fyrr­verandi løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, koyrdur úr flokkinum. Hann fer upp í Javn­ aðar­flokkin. Í 2008, 2012 og 2016 verður hann valdur í býráðið í Havn fyri Javnaðarflokin, og á løg­ ting­svalinum í 2015 eisini á ting fyri Javnaðarflokkin. Kristin Michelsen, sum um­boð­ aði uttanflokkalistan í Tvøroyrar Býrað, stillar á býráðsvalinum í 2004 upp fyri Javnaðarflokkin og verður valdur. Hann heldur fram sum borgarstjóri. Í 2011 og 2015 verður hann valdur á ting fyri Javn­aðarflokkin. Kristianna Winther Poulsen var eykafólk á tingi fyri Sjálv­ stýr­isflokkinum frá 2011 til 2015. Hon stillar í 2015 upp fyri Javnaðarflokkin og tók sæti á tingi sum fast eykafólk, tá landsstýrið varð skipað. Annika Olsen varð vald á ting fyri Fólkaflokkin í 2008, í 2011 og í 2015. Beint eftir valið í 2015 meldar hon seg úr Fólkaflokkinum. 17 dagar eftir valið meldar hon seg inn í Framsókn og verður vald til forkvinnu í fíggjarnevndini. Tríggj­ar dagar seinni meldar hon seg úr aftur Framsókn. Eftir fimm mánaðir sum uttanflokka ting­ kvinna meldar hon seg inn aft­ur í Fólkaflokkin. Í 2016 verður hon vald í Tórshavnar býráð fyri Fólka­ flokkin. Poul Michelsen var valdur í Tórs­havnar býráð fyri Fólkaflokk­in í 1980, 1984 og 1988. Í 1984, 1988, 2002 (varamaður), 2004 (varamaður) og 2008 verður hann valdur á ting fyri Fólkaflokkin. Í valskeiðnum 2008- 2011 fer hann úr tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum og stovnar nýggjan flokk, Framsókn. Hann verður valdur á ting í 2011 og 2015 fyri Framsókn. Hanna Jensen, sum hevur verið virk­in í Fólkaflokkinum og onkntíð havt sæti sum eykafólk, verður vald á ting fyri Framsókn í 2015. Pauli T. Petersen, stillaði í 2011 upp fyri Fólkaflokkin. Hev­ur onk­ un­tíð sæti sum eyka­mað­ur. Í 2015 stillar hann upp fyri Tjóð­veldi og hevur nú fast sæti sum tingmaður, með­an lands­stýris­fólkini hjá Tjóð­ veld­inum eru í farloyvi úr Løgting­ inum. Bogi Andreasen varð valdur í Tórs­havnar býráð fyri Tjóðveldi í 2008. Á løgtingsvalinum í 2011 stillar hann upp fyri Fólkaflokkin og hevur onkuntíð sæti sum vara­maður. Í 2012 og 2016 verður hann valdur í býráðið í Havn fyri Fólkaflokkin. Gerhard Lognberg verð­ur valdur á ting fyri Javnaðar­flokk­ in í 2002, 2004, 2008 og 2011. Hann verður koyrdur úr Javn­að­ar­flokk­ inum í 2013 og í 2014 fer hann upp í tingbólkin hjá Sambands­ flokkinum í Løgtinginum. Rúna Sivertsen hevur fast sæti á tingi fyri Anfinn Kallsberg, með­ an hann er løgmaður frá 1998-2004. Hon fer seinni úr Fólkaflokk­inum og stillar upp fyri Sjálvstýrisflokk­ in Sjúrður Skaale verður valdur á ting fyri Tjóðveldi í 2008. Hann fer úr Tjóðveldinum í 2011 og upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokki­ num. Sama ár stillar hann upp fyri Javnaðarflokkin til fólkatings­val­ ið og verður valdur í fólkatingið í 2011 og í 2015. Í 2015 verður hann valdur á ting sum varamaður fyri Javn­aðarflokkin - er í farloyvi úr Løg­tinginum. Sámal Petur í Grund verð­ur valdur á ting fyri Sjálv­stýris­flokk­ in í 1998. Hann verður lands­stýr­is­ maður, tá Helena Dam á Neystabø fer frá í 2001. Hann verður ikki aftur­valdur í 2002. Í 2011 stillar hann upp fyri Framsókn. Janus Rein verður valdur á ting fyri Framsókn í 2011. Í 2013 verður hann limur í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum. Í 2015 stillar hann upp fyri Fólkaflokkin, men verður ikki valdur. Sonja Jógvansdóttir verður vald á ting fyri Javnaðarflokkin í 2015. Eftir ein dag í tinginum fyri Javnaðarflokkin – meldar hon seg úr Javnaðarflokkinum og boðar frá, at hon er uttanflokka ting­ kvinna. Bjørn á Heygum verður valdur á ting fyri Sambandsflokkin í 1994. Hann stillaði ikki uppaftur á val­ inum í 1998. Í 2015 stillar hann upp fyri Nýtt Sjálvstýri